týsdagur 14. apríl 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|| IO
Er
EG
EET
øæerterE
Nr. 73 — 14. april 1992
Síða 7
Å Vestsalmon i Kollafirði er arbeiði at kalla hvønn einasta dag til
20-30 fólk, sigur stjórin Suni Durhuus, sum heldur tað vera stóran
fyrimun eisini at hava eitt virki í Danmark
Suni Durhuus, sum er stjóri
ávirkinum Vestsalmon í
Kollafirði, hevur nógv um
at vera. Umframt hetta virk-
ið hava teir tvey alibrúk, og
teir vara eisini av einum
laksavirki í Hirtshals.
Stjórin letur ikki illa at.
A Vestsalmon er arbeiði
at kalla hvgnn einasta dag.
Upp ul 30 fólk hva hetta
virki sum arbeiðspláss. Ar-
beiði teirra er at taka laks,
flekja og roykja hann.
Tað eru fleiri slík virki, og
nóg mikið av fiski er ikki til
tey øll. Eingin vandi er tó
fyri, at Vestsalmon ikki skal
fáa fisk, ti virkiseigararnir
eiga sjálvir tvey alibrúk.
Teir keypa tó eisini fisk frá
øðrum alibrúkum.
Virkið er ikki limur í
Fiskasøluni og kann tí sjålvt
útflyta.
Ikki til Føroya
Utflutningurin gongur til
virkið, sum somu menn
eiga í Hirtshals. Tað er eitt
stórt arbeiðspláss við upp
ímóti 120 arbeiðsfólkum.
Upprunaliga stovnaðu teir
hetta virki í Hirtshals, tí tá
var tollur á royktum fiski, ið
útfluttur var úr Føroyum til
EF. Núer eingin tollur long-
ur á royktum fiski, men
eingin ætlan er kortini um at
flyta hetta virkið til Føroya,
tí fyrimunirnir eru nógvir
við at halda til í Danmark.
Ein er at vera so nógv nærri
týska marknaðinum, sum
keypir feskan laks. Fiskurin
kann vera frammi í týsku
handlunum longu dagin eft-
ir, at hann er úlvirkaður í
=
Hirtshals. Ein annar fyri-
munur er, at so nógv roynt
arbeiðsfólk er í Hirsthals,
og haraftrat er alt nógv
lættari, t.d. um brek er á
onkrari maskinu, tí tænast-
an er betri.
Suni Durhuus sigur, at
fyrr tók virkið ímóti nógv-
um norskum laksi, men nú
er mesti fiskurin føroyskur.
randi
Myndir: Kalmar
Í gjár skuldu tey á
Vestsalmon til at gera
laks úr einum ringi við
10-12 tonsum
Vestsalmon er fyrrver-
andi Blue North í Kolla-
firði. Tá mest er at gea,
arbeiða har 30 fólk
á bát
Leygardagin kom ein
maður eftir, at onkur um
náttina hevði verið um-
borð á báti hansara í
Vágsbotni og gjørt her
verk.
Einki er horvið um-
borð á bátinum, men
fleiri siglingartól eru
oydiløgd. Herverkið er
leysliga mett at kosta
umleið 50.000 krónur.
Sjálvandi veit eingin,
hvør framt hevur hetta
umfatandi herverkið.
randi
“= =
Randi
Jacobsen
skrivar
Sjålvt um tað frysti aftur sunnukvøldid, og dagurin í
gjár var ilsligur, man várið vera komið. Fuglarnir eru
komnir, og fólk síggjast so smátt úti í urtagarðinum og í
veltuni. Nøkur eru farin at vaska upp og niður og gera
annað várarbeiði
Henda tunga veturin hava fólk flest mestsum ligið í
dvala, men við várinum er lív komið í aftur. Hetta sæst
m.a. á teimum mongu lesarabrøvunum, tí tað er langt
síðan, at so nógv fólk hava havt so nógv upp á hjarta.
Skjótt er at broyta fólkahugsanina
Tá vit knappliga ein dag í 1989 fingu at vita, at landið
ikki var so ríkt, sum tað lætst, og boð komu um, at nú
skuldi sparast, vóru fólk málleys. Eitt heilt ættarlið
hevði ongantíð hoyrt orðið sparing áður ei heldur tað at
hava ráð. Fólk flest høvdu so nógvar pengar, sum tey
orkaðu at vinna, og tey keyptu alt, sum fáast kundi fyri
pengar.
Soleiðis var tað, tá vågakommunurnar í 1987 komu við
uppskotinum at gera undirsjóartunnilin. Nøkur få
mótmæltu, men mótmælini fánaðu skjótt. Tey árini
vóru so nógvar aðrar stórar íløgur gjørdar, sum fólk
nóg illa góvu sær far um
Men nú uppskotið kemur fram aftur, er fólkahugsanin
broytt. Nú hava fólk vant seg við at hugsa, at pengar
ikki eru til alt hvorki heima hjá sær sjálvum ella í
felagskassanum. At vit íkki hava ráð, er grundgevingin
hjá flestu teirra, sum mótmæla tunnlinum. Í orða-
skifunum um tunnilin er ikki rúm fyri spurninginum,
hvussu neyðugur tunnilin er. Sjónarmiðið við peng-
unum, sum ikki eru til, vinnur.
Forstáilsið fyri pengatrotinum vísir seg eisini við, at
fleiri eru farin at seta fleiri spurnartekin við politiskar
avgerðir. Fólk, sum áður hava fylgt politiska flokki
sínum blint, loyva sær nú at ivast, og tey loyva sær
eisini at mótmæla alment, tá tey eru ósamd við flokkin.
Hesin uppreisturin sæst eisini í løgtinginum, har sam-
gongumenn eru farnir at taka egna støðu og atkvøda
eftir sannføring. Tað plagdu teir bara at gera í rús-
drekkaspurninginum. Hetta hevur alt óivað samband
við, at so nógv spurnartekin seinastu tíðina eru sett við
politisku heimildirnar aftanfyri avgerðir, ið hava
kostað landinum dýrt.
Tað hevði verið áhugavert við eini veljarakanning nú,
tí lítil ivi man vera um, at teir, sum løgtingsmenn, sum
tora at taka egna stóðu, høvdu fingið nógvar krossar.
Fjøldin hevur stórri álit á teimum enn á gðrum, sum av
og á stíga fram og siga, at nú fer at ganga rætta vegin.
Fólk trúgva teimum ikki, tí eingin sær nakað prógv um,
at teir hava rætt.
Eitt annað áhugavert í øllum hesum er, atso nógv kem-
ur fram. Lóg um alment innlit, t.v.s. atgongd til fleiri
upplýsingar, hava vit ikki, men tað forðar ikki fyri, at
nógv lekur út av almennum stovnum. Fíggjarmála-
ráðharranum dámar einki, at vit fáa at vita, hvussu til
stendur. Neyvan er orsøkin til hesar lekar, at tíðinda-
fólkini knappliga eru blivin so nógv dugnaligari,
heldur er tað, sum onkur sigur, at embætisfólk eins og
politikarar, ið atkvgða eftir sannføring, síggja tað sum
sína moralsku skyldu at lata fólk fáa at vita, hvussu
skilið er.