leygardagur 12. apríl 2003síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 72 - 12. apríl 2003
Nr. 72 - 12. apríl 2003
43
Fulltrúi/málsviðgeri
Skipaeftirlitið/Sjóvinnufyrisitingin søkir hervið
eftir einum fulltrúa/málsviðgera til setan skjótast
gjørligt.
Skipaeftirlitið/Sjóvinnufyrisitingin er skipað sum
deild í Fiskimálaráðnum, og arbeiðsstaðurin er
Miðvágur.
Starvið inniber m.a. hesar uppgávur:
- málsviðgerð innan sjóvinnulóggávu
- útgávu av sjóvinnubrøvum, siglingarbókum og
samleikaprógvum
- átekna heilsuprógv, viðgera undantaksloyvir til
mynstringar v.m.
- vanligt skrivstovuarbeiði
- telefonavgreiðsla
Førleikakrøv
Til starvið krevst:
- viðkomandi útbúgving
- góð evni at samskifta á føroyskum,norðurlendsk-
um og enskum máli
- telduførleika á brúkarastøði
- góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
- góð samstarvsevni
Grundleggjandi royndir innan virkisøkini er ein
fyrimunur.
Setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Setan-
arøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir
tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstov-
una.Tænastustaðurin í løtuni er Skipaeftirlitið/Sjó-
vinnufyrisitingin.
Tann,ið settur verður,má tí kunna tola broytingar í
starvinum og at økið verður umskipað til eisini at
fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum, skulu vera Skipaeftirlitinum/Sjó-
vinnufyrisitingini í hendi í seinasta lagi 15. apríl,
2003 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Skipaeftirlitið, Box 26, 370 Miðvágur
Fyrispurningar viðvíkjandi starvinum fáast við at
ringja til Skipaeftirlitið á tlf.355600 og tosa við Óla
Hans Hammer Olsen, deildarstjóra ella tlf. 353030
og tosa við Johild Ziskason, fulltrúa.
Fiskimálaráðið
Skipaeftirlitið
Útbjóðing
Vegna Fuglafjarðar kommunu verður arbeiði í
samband við útstykking Vestur í Bø í Fuglafirði boð-
in út í almennari útbjóðing.
Arbeiðið umfatar, gerð av umleið 240 metrar av út-
stykking av útstykkingarvegi,við tilhoyrandi kloakk
og vatnleiðingararbeiði.
Lisitatiónin verður í Býráðshúsinum í Fuglafirði
tann 14. mai 2003 kl. 11.00, og kunnu teir í boðið
hava verða hjástaddir.
útbjóðingartilfar kann bíleggjast hjá Fuglafjarðar
kommunu, tlf. 444006 móti veðhaldi kr. 5.000,- sum
verður at gjalda inn á konto í Føroya Banka nr.6460
2205965
Fuglafjørður 09. apríl 2003
Fuglafjarðar kommuna
Tekniska deild
Frá Havnar
Handverkarafelag
Skrivstovan verður stongd vegna flyting frá
mánadegi 14. apríl.
Latið verður upp aftur í nýggju hølunum í
Sjúrðargøtu 20, mikudagin 23. apríl kl. 09.00.
Havnar Handverkarafelag
Heimarøktin
Sandoyar øki
lýsir eftir heilsu-
starvsfólki
Í sambandi við at starvsfólk fara í skúla, og til
feriuavloysarar verður søkt eftir sjúkrarøktar-
frøðingum,
heilsurøktarum
og
heilsu/heimahjálparum , at byrja sum skjótast
ella eftir avtalu til 31.8.03
Eitt starv fyri sjúkrarøktarfrøðing í barnsburðar-
farloyvi er eisini leyst at søkja frá 1.6.03 til
31.12.03, við møguleika fyri forleingjan
Heimarøktin Sandoyar øki er ein skipan, har
heimarøkt, røktarheims- og sambýlisrøkt og
rakstur verður samskipa, og har heilsustarvsfólk-
ini starvast á øllum eindum, og í skiftandi vakt-
um.
Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingum og
heilsurøktarum:
• Sum hava hug og hegni at samstarva við
ymiskar fakbólkar.
• Sum hava hug at starvast bæði inni á stovni
og úti í heimarøktini.
• Sum hava hug og hegni at undirvísa og
vegleiða starvsfelagar,lesandi og næmingar.
Vit søkja eftir heilsu/heimahjálparum:
• Sum hava hug og hegni at samstarva við
ymiskar fakbólkar.
• Sum hava hug at arbeiða bæði inni á stovni
og úti í heimarøktini.
• Sum hava hug at undirvísa og vegleiða
heilsuhjálparanæmingar
Vit kunnu bjóða:
• Eitt spennandi og mennandi starv har arbeitt
verður tvørfakligt.
• Eitt starv við skiftandi avbjóðingum.
• Eitt starv í einum øki í støðugari menning.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Ásu Davidsen,økisleiðara,tlf.361749/228681,ella
Annu Horn, varaleiðara, tlf.361791.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til Heimarøktina Sandoyar øki, Áar-
*garður, 210 Sandur.
Umsóknarfreist: 1.5.03
Frítíðarskúlin í
Vági
Børn verða innskrivaði til skúlaárið 2003/2004.
Seinasta freist er 15.mai 2003.
Frítíðarskúlin í Vági
Tlf. 229482
Um hóskandi boð fæst, er hesin snøggi chopp-
arin,ein Intruder 1400,til sølu.Súkklan er góð at
koyra, er kraftmikil og ógvuliga vøkur. Súkklan
hevur bert koyrt 16 tkm og er sum spildurnýggj.
Myndir og nærri skrivilsi av súkkluni kann fáast
við at ringja tlf. 212536, ella skriva ein teldupost
til jakup_sandberg@hotmail.com
Møgulig fígging kann útvegast.
Umboðsvalið er
útsett
Umboðsvalið, sum skuldi vera 15. apríl, er útsett
til mikudagin 23. apríl 2003.
Havnar Sjúkrakassi
9. apríl 2003
Hús í Vági
Hús á Lágabø í Vági til sølu.
Prísuppskot : 450.000 kr
Tlf. 373874
Farloyvisstarv
Pedagogur
til Sambýli í Runavík
Innan Almannaráðið og stovnar undir tí, við
tænastu á sambýlinum á Rúnarvegi í Runavík, er
eitt farloyvisstarv vegna barnsburð leyst at søkja
frá 15 mai 2003 og til 01 januar 2004.
Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Sambýlið er upprættað til 6 menningartarnað
fólk, og uppgávan hjá umsøkjaranum verður
sostatt at vegleiða íbúgvarnar í øllum tí, sum tey
hava tørv á.
- Tað verður kravt av tær at tú við tíni
pedagogisku vitan, kann menna hvønn av
teimum sum búgva í sambýlinum, til at
húsast saman í felagsskapi hvør við annan,
bæði til innanhýsis viðurskiftir og í
samfelagnum sum heild.
- At tú saman við íbúgvunum vil skapa trivna
og á ein pedagogiskan hátt tryggjar at
menningarmøguleikarnir koma í fyrstu røð.
- Somuleiðis er tað av týdningi at tú hevur vilja
til at samskifta við okkara avvarðandi og tey,
sum vit umgangast dagliga.
Av tí at sambýlið nýliga er upprættað av nýggj-
um, kunnu vit bjóða tær eitt spennandi arbeiði,
við nógvum avbjóðingum, bæði persónliga og
fakliga.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi
vaktir + vikuskiftir og heilidagar.
Eru nærri spurningar til starvið, kunnu tit venda
tykkum til leiðarin á tlf. 448424 ella 226121
Email: burun@serforsorg.fo
Ert tú áhugað/ur, so send eina umsókn við avriti
av prógvum innan 27.04-2003.
Umsóknir skulu stílast til:
Sambýlið á Rúnarvegi
Att: Leiðarin
Rúnarvegur 3
Fo - 620 Runavík
Tøkningur
til
Hjálpartólamiðstøðina
(HTM)
Á HTM er eitt fulltíðar starv sum tøkningur leyst at
seta sum skjótast.
HTM er deild Almannastovuni og umsitur hjálpar-
tól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til
fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 11 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.
• upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar,
almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól og
byggi- og bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av hjálpartólum
• viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillag-
að hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar
• tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis
Talan er um sera fjøllbroytt og spennandi starv,
ið m.a. fevnir um:
• meting um tøkniligar loysnir
• fremjing av tøknuligum loysnum
• meting um dygd av hjálpartólum
• skipa fyri umvælingum av hjálpartólum innan-
og uttanhýsis
• heimavitjanir saman við terapeutum
• ráðgeving í sambandi við íbúðarbroytingar
• størri tillagingar av hjálpartólum saman við
terapeutum
• viðlíkahald av eykalutagoymslu
• fyrisitingarligar uppgávur
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur:
• viðkomandi útbúgving (maskinmeistari ella aðra
tøkniliga útbúgving)
• royndir frá el- ella maskinhandverksvinnu er ein
fyrimunur
• áhuga at arbeiða við hjálpartólum
• góð samstarvsevnir
• evnir at arbeiða sjálvstøðugt
• telduførleika
Vit kunnu bjóða:
• neyðuga eftirútbúgving og upplæring
• sjálvstøðugt arbeiði
• flextíð
• nýggja tøkni
• tætt samstarv við starvsfelagarnar
• fakligt mennandi umhvørvi
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Palla Mortensen, leiðara ella Willy Jan Feilberg,
tøkning tlf. 358300.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal
sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049,
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 28. apríl 2003 kl. 14.00.
Norðoya
Røktarheim
Klaksvík
Søkt verður eftir summarfrítíðaravloysarum til
heimið frá 01. juni til 30. september 2003. Vit søkja
avloysarar fyri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar
og heilsuhjálparar.
Heimið hevur 2 deildir við 18 búplássum á hvørjari
deild. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og autorisation
verður at senda til leiðaran fyri Norðoya Røktar-
heim, F0-700 Klaksvík.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar.
Umsóknarfreist: 24. apríl 2003.
Leiðari til
Útibarnagarðin
í Miðvági
Miðvágs kommuna søkir við hesum eftir leiðara
til Útibarnagarðin í Miðvági, at byrja tann 1. juni
2003.
Í Útibarnagarðinum ganga 22 børn í aldrinum 5
til 7 ár, og eru 5 starvsfólk knýtt at stovninum.
Eftir summarfrítíðina er ætlanin at víðka um
tilboðið, til at fevna um børn, frá 3 ára aldri og til
tey fara í skúla.
Útibarnagarðurin er í Gamla Skúla, sum er um at
verða liðugt umvældur. Hann liggur í sera
hugnaligum umhvørvi, beint við sandin og av
somu orsøk hevur náttúran ein stóran leiklut í
gerandisdegnum hjá børnunum.
Vit ynskja okkum ein leiðara, sum:
• er útbúgvin pedagogur
• kann og vil leiða
• hevur fíggjarligu ábyrgdina av Útibarna-
garðinum
• kann arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og
geva greið boð
• er til reiðar, at fara virkin inn í og verða ein
partur av starvsfólkabólkinum
• hevur hugsjónir, tá tað snýr seg um virksemi í
einum Útibarnagarði
• leggur stóran dent á náttúruna og eitt reint
og roykfrítt umhvørvi
• leggur dent á starvsfólkatrivnað og menning
• saman við starvsfólkunum er við til at menna
tað pedagogiska arbeiðið
• hevur teldukunnleika
Løn sambært avtalu við Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Maluna Helgadóttir tlf. 333355 ella 226888.
Umsóknir vera, saman við upplýsingum um
útbúgving, royndum og møguligum viðmælum,
at senda til Miðvágs kommunu, 370 Miðvágur í
seinasta lagi 22. apríl 2003. Viðmerk umsóknina
»Leiðari«.
Kommunan skilar sær rætt til,um ikki nóg nógvar
umsóknir eru, at lýsa starvið av nýggjum.
Umboðsvalið er
útsett
Umboðsvalið, sum skuldi vera 15. apríl, er útsett
til mikudagin 23. apríl 2003.
Havnar Sjúkrakassi
9. apríl 2003
Grundøki til sølu
Um hóskandi boð fæst, er grundøki uppi undir
Varða, Tórshavn, til sølu. Grundøkið er uml. 2.000
fermetrar til støddar.
Áhugað kunnu venda sær til tlf. 50 87 00
C
M
Y
K
43
42