mikudagur 15. apríl 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgðarblaðstjóri: Jan Møller Biaðfólk: Randi Jøcobsen - Tårtinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskev
Hiimar jan Hansen -
Bretska valið
BRETSKA valið nú um dagarnar varð
ein sannur sorgarleikur fyri tey mongu,
sum høvdu vénad, at Labour fór at
koma aftur til valdið og tað møguliga í
eini samgongustjórn saman við tí libe-
rala flokkinum. So skuldi ikki verða.
Tær mongu veljarakanningarnar, sum
vóru gjørdar dag um dag undan valin-
um, góvu eina fullkomiliga skeiva
mynd. Tí sambært teimum skuldi La-
bour vinna valið, meðan teir konserva-
tivu fóru at missa heilt nógv.
ÚRSLITIÐ gjerdist beint tverturímóti
tað, at teir konservativu vunnu enn ein
stórsigur — og fjórða valið á rað, og tað
kann ikki sigast annað enn at vera eitt
bragd. Hetta er ikki hent áður í bretsk-
ari segu. Hóast flokkurin misti nógvar
tingmenn, so hevði hann kortini so mik-
ið nógv at taka av, at flokkurin kortini
einsamallur fekk avgjørdan meiriluta
og kann ti stjórna Bretlandi i enn eitt
fimm ára skeið.
VIT eru millum teirra, sum eru vónsvik-
in av bretska valúrslitinum. Tað hevði
verið gott og sunt fyri Bretland, um aðr-
ir flokkar komu til valdið. Og eftir okk-
ara tykki hevði ein samgongustjórn
millum Labour og teir liberalu verið eitt
gott tiltak, tí tá hevði demokratiið verið
betur umboðað í landinum. Sum stødan
er í dag. halda vit, so virkar demokratiið
ikki sum tað eigur í Bretlandi. Valskip-
anin er ein fornleivd, sum teir konserva-
tivu bretarnir tó ikki hava megnað at
broytt. Við hesi skipan ber til hjá einum
flokki, sum hevur nógv minni enn helvt-
ina av samlaðu atkvødunum, einsa-
mallur at fáa alt valdið. Órættvísa val-
skipanin ger, at ein flokkur sum teir
liberalu, ið fekk 18% av øllum atkvød-
unum, kortini bert fær 20 tinglimir.
Hevdi valskipanin verid sum hjå okkum
i Norðurlondum t.d., so høvdu teir libe
ralu fingið langt oman fyri 100 tinglimir.
Taka vit t.d. Labour, so fingu teir bert
dupult so nógv av atkvgðum í % í mun
til teir liberalu, men teir fingu næstan 15
ferðir so nógvar tingmenn.
NU kann ein sjálvandi siga, at tá bretar
so trúliga velja tann konservativa flokk-
in og ynskja, at hann einsamallur skal
stýra, so má tað vera tí, at teimum
dáma núverandi valskipan. Høvdu velj-
ararnir ynskt hesa skipan broytta, so
høvdu teir bara kunnað víst tað á valin-
um. Og ti kann sigast, at bretar sjálvir
eiga skyldina i, at stødan er sum hon er.
HETTA er sjálvandi eitt sjónarmið. Men
spurningurin er neyvan so einfaldur,
sum tað kann ljóða, tí veljarin fer ikki til
val uppá at broyta valskipanina. Valið
snýr seg heldur um vanlig politisk og
samfelagslig mål. Tað er spell, at eitt
land sum Bretland, sum føroyingar
hava so nógv samskifti við bæði so og
so, og har demokratiið annars tykist at
vera ein av grundarsteinunum, í veru-
leikanum skal hava eina so ódemokrat-
iska og órættvísa valskipan. Tað kann
ikki vera rætt, at ein flokkur við t.d.
40% av veljarunum skal kunna stýra
fullkomiliga einsamallur. Við ødrum
orðum — tey 60% av veljarunum, sum
ynskja ein annan politikk, hava í veru-
leikanum einki EINKI at siga
Henda skipan vildi verið eins órættvís
og ódemokratisk, um tað var Labour,
sum vann avgjørdan meiriluta í ting-
mannatali, men hevði nógv minni enn
helvtina av samladu atkvgðunum.
NÚ kann ein so siga, at tað má vera
betri fyri eitt land, at tað hevur eina
Páskaprædikan við P. M. Rasmussen, prósti
Matteusevangeliið 28,1-8
Páskadagur og langifríggjadagur eru
soleiðis tengdir saman, at hver fyri
seg gevur hvergin nakra meining. Tí
má altíð nakað av eini páskaprædiku
vera við langafríggjadag, og nakað
av eini langafríggjadagsprædiku
vera við páskadag.
Og somuleiðis mugu báðir dagarnir
gerast galdandi sum ein talu inn í
okkara nútíð, inn í dagin í dag. Langi-
fríggjadagur er ákæran, reist verður í
dag móti tær og mær. Og páskadag-
ur má vera eitt svar í dag, sum merk-
ir fríkenning, so tú og eg kunnu byrja
lívið av nýggjum.
Í kirkjuárinum halda vit hesar báð-
ar dagar einaferð um árið. Men í
veruleikanum er hver dagur í lívinum
ein langafríggjadagur og ein páska-
dagur.
Rettens spir det er alt brækket,
kærlighed er blevet kold,
al retfærdighed er svækket,
uskyld lider last og vold;
løgn er ført i sandheds dragt,
sandhed er i støvet lagt,
uret klæder dommens sæde,
stene må derover græde.
Soleidis syngur Kingo um tad, sum
hendir langafriggjadag, ikki hendi,
men hendir. Allur óndskapur í hesum
heimi, alt tað ljótasta í menniskja-
num reisir seg móti tí sakleysa og
verjuleysa Jesusi, sum einki hevði at
verja seg við uttan orðið um Guds
gevandi og fyrigevandi og offrandi
kærleika til okkara fyri at gera lív
okkara vert at liva og vert at takka
fyri.
Rettens spir det er alt brækket.
Hjá okkum er fasadan sum oftast
toluliga snegg, men lógirnar verða
smíðaðar soleiðis, at tær nøkta tervin
nú hjá hesum, tá hjá hasum. Og at-
kveðurnar eru í heinta.
Kærlighed er blevet kold. Ein post-
åvising við nøkrum krónum er góð at
fáa, men menniskjað er krógvað aft-
anfyri eina sjálvuppgávu — og nú
sleppa vit ikki so frægt sum sjálv at
seta talið á hana. Í tinginum verða
gávur býttar út, sum onnur skulu
gjalda — eisini tey, sum onga daglen
vinna sær.
Segan hjá Kingo er ikki ein sega
um ein dag fyri tveimum túsund ár-
um síðani, men hon er segan um tað,
sum hendir í dag. Tað er nú, at sand-
het er i støvet lagt; tað er nú, at uret
klæder dommens sæde; tað er nú, at
Útgevari; — P/F Sosiskurin
Uppseting: Pit Sosiekorin
Prent: Pit Pressan 1981 Tøleton:
Bústaður: Argjevegi 28 Postsdresss: Postsmogu 74
110 Tórshærn
1572
Argjum
1182 Telefax:
stabila leiðslu, sum er før fyri at taka
avgerðir, sum halda og ikki noyðist at
kompromissa seg fram til aðrar flokkar,
sum vit kenna tað úr ødrum londum.
Eftir okkara tykki má tað vera rættvís-
ari og meira demokratiskt, um veruligu
valynski veljarans verða avspeglað í
aftur landsins stjórn. At tey 60% av velj-
arunum, sum hesaferð atkvøddu ímóti
teimum konservativu og teirra politikki,
eisini fingu nakað at siga, tá tað snýr
seg um framtíð teirra.
MEN hvussu er og ikki, so er bretska
valskipanin eftir okkara tykki bæði
órættvís og ódemokratisk. Í veruleikan-
um minnir hon ikki sért um tey mongu
einflokkastýri, sum eru ymsa staðni í
heiminum. Onkur vil fara so langt sum
at siga, at hon er einki ødrvisi enn tær
totaliteru einflokkaskipanir, sum vit
kenna tær frá kommunistisku londun-
um. Sjálvandi kann hetta ikki sammet-
ast, men í ávísum forum er samanburð-
ur logiskur, tí valskipanin gevur tær í
veruleikanum einki val.
VIT sóu heldur eina nýggja valskipan
og eina tveyflokkastjórn, sum tá í størri
mun kundi tikið hædd fyri áhugamálun-
um og ynskjunum hjá meirilutanum av
fólkinum. Sum nú er verður Bretland
stýrt av einum flokki, sum als ikki hev
ur meirilutan av fólkinum aftan fyri seg.
Og vansin við hesum er tann, at rikni
politikkurin og tær kollveltandi broyt-
ingar, sum umreddi minniluti einsamail
ur kann tvinga igjøgnum, í nógvum fær
sera ringar avleiðingar fyri tey mongu,
sum ikki ynskja, at landið verður stýrt
av einum flokki.
VIT dylja ikki fyri, at vit eru vónsvikin
av valårslitinum, tí vit halda ikki, at tað
er gott og sunt fyri bretska samfelagið í
stene má derover græde.
Soleidis var henda verð skikkað
páskamorgun, tá ið tvær vónbrotnar
konur og syrgjandi konur fóru út at
hyggja til Jesu grev. Tær vóru mill-
um tey fáu, sum høvdu fatað eitt
sindur av, at tað var ein nýggj og eðr-
vísi verð, sum lýsti út av Jesu orðum.
Men kertini høvdu tær ikki vænt-
að, at hann fór at rísa uppaftur, tí
tóru tær vælangandi smyrsl við sær,
tað var líkið tær fóru at salva. Tær
fóru út at sita hjá einum deyðum.
Men tá ið tær komu til grevina, var
einki lík og eingin deyður. Tverturí-
móti uddi alt av lívi.
Eitt nýtt lív var vorðið til, og meira
enn tað eitt nýtt slag av lívi. Halga
bók nevnir ævigt lív.
Hetta er eitt vandamikið orð. Latt
at misskilja. Líkasum vit helst gera
langafriggjadag og páskadag til óvið-
komandi fortíð í staðin fyri at gera
langafríggjadagsdómin til dómin
yvir meg sjálvan og påskadagsfri-
kenningina til mina frikenning, so at
eg påskadag kann byrja at liva av
nýggjum. Soleiðis skjóta vit tað
æviga lívið út í eina óviðkomandi
framtíð.
Tað æviga lívið ella uppreisnarlívið
er nútíð. Øll tey menniskju, sum eru
doypt við kristnum dópi hava fingið
tað æviga lívið sum eina gávu frá
Gudi. Mítt menniskjalív er tað æviga
so mong ár á rað at verða stýrt av ein-
um sera høgravendum flokki, ið hevur
gjørt av at jarðleggja solidariska samfe-
lagið og tess so týðandi funktiónir. Ei-
rindaleys privatisering av øllum samfe-
lagsuppgávum, eisini teimum, sum í
einum vælferðarsamfelag natúrliga
eiga at vera almennar, máar grundarlag-
ið undir hesum sama vælferðarsamfe-
lag, ger munin millum rík og fátæk
stórri og størri og skerjir livilíkindini hjá
teimum veikastu í samfelagnum.
BRETAR hava so valt Major. Men hetta
er bert hálvur sannleikin. Tí tað er so
sanniliga eisini tann ódemokratiska val-
skipanin, sum hevur tryggjað teimum
konservativu alt vald í eitt fimm ára
skeið afturat. Hugaligari hevði tað
verið, um politiska rákið í Bretlandi var
vent og landið fekk eina samgongu-
stjórn, sum kundi avspegla áhugamálini
hjá einum størri parti av fólkinum. Men
nú Major hevur buktina og báðar endar,
so er bert at vóna, at hann fer at verða
meira hóvligur enn undanfarna Thatch-
er og ganga áhugamálunum — ikki bert
hjá 40% av fólkinum — teimum kon-
servativu — men eisini hjá teimum 60%
av fólkinum, nevniliga teimum, sum
ikki atkvøddu konservativt og sum eitt
minstamark ynskja, at stjórnin vísir
hógv og sær til, at hesi ynski og tørvur
ikki verða kveistrað til viks av einum ov
víðgongdum høgrapolitikki.
TAÐ er stórt spell, um næsti granni
okkara, Bretland, skal fara inn í kom-
andi øld við einum politiskum stýri,
sum hevur til endamál at syndra grund-
aiiagid undir einum vælferðarsamfelag,
ne vniliga rættinum hjá øllum borgarum
at verða hoyrd og fáa sin tørv nøktad-
an.
lívið, sum eg eri settur at liva her á
jarð og handan deyða og grøv.
Hjá okkum her á landi er ikki so
neyðugt at tala um tað æviga lívið
handan deyða og grøv — tað skal
kortini eisini gerast — men tað er rót-
grógvið í okkum. Tað er meira neyð-
ugt at leggja dentin á, at tað æviga
lívið, sum varð til páskamorgun, er
tað lívið, tú og eg liva her í verð.
Tá ið vit metast við hús, á arbeiðs-
plássinum, á leikvelli, í kirkjuni, eru
tað menniskju, sum liva tað æviga
lívið her á jorð, ið metast. Vit kunnu
nevna tað kristna menniskjalívið ella
ta menniskjansliga kristinlívið, tað
kann gera tað sama. Tey hoyra altíð
saman. Vit liva ikki eitt mennisk-
jansligt menniskjalív og so við síðu-
na av eitt kristiligt kristinlív. Men
tað er sum menniskju, vit liva krist-
inlívið, og tað er sum kristin, vit liva
menniskjalívið. Eisini tey, sum bróta
»rettens spir«, lata lygnina í sann-
leikans klæði o.s.fr.
Tað er okkum sovorðnu menniskju,
Guds krav ljóðar til: Tú skal elska
Gud og næsta tín! Tað er okkum,
Gud demir langafríggjadag og frí-
kennir páskadag. Ikki einaferð um
árið, men hvenn dag fyri at vit kunnu
vakna til ein nýggjan dag hvenn
morgun, sum nýggj menniskju. Tað
er teað, sum ger lívið vert at liva og
vert at takka fyri.