Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-15, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. apríl 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 ' tíðindablaðið Nr. 74 — 15. apríl 1992 Her liggja borgirnar og landa. Mynd: Arni Johannesen Poul Johannus Zachariassen, Polarfrost: Vit skulu arbeiða --Men nú legudagarnir eru verður onki at gera, sigur setti leið- arin á Polarfrost Í gjár, tá klokkan slerdi fimm fór arbeiðsfólkin á Polarfrost aftur til hús, hesuferð er orsøkin, at ongin fiskur er á virkinum. Mánadagin landaðu Akraborg, Nesborg og Jákup Mikkelsen Varborg 70 tons tilsamans á Polarforst. Vit rokna við at vera liðug at arbeiða fiskin, í dag, segði fyribilsstjórin á Polarfrost, Poul Johannus Zacharias- sen. Poul Johannus er settur sæst her vid einum formi vid tveimum fiskapøkkum í: Mynd Arne Johansen av Sjóvinnubankanum at skipa fyri arbeiðinum, til endaliga sølan av virk- inum er avgreidd. Poul Johannus leiddi eisini arbeiði í Skopun, tá flaka- virkið har var farið á húsagang. Poul Johannus er Heimansandsmaður. --Alt virkar á virkinum og arbeiði hevur gingið væl. Aftaná høgtidina ver- ur aftur arbeiði á virk- inum, sigur Poul Johannus Zachariassen. jústinus Á Vektarmaðurin Niclas Thomasen tykist vælnøgdur at koma aftur til arbeidis. Mynd: Arne Johansen Betty Joensen, Vågur: Í|Gott at vera millum fóll aftur —Vit bíða spent eftir søludeg- num hjá Polarforst, sigur hon. Betty er aftur á gamla árbeiðsplássinum, Polarfrost, har hon hevur starvast seinastu 12 árini. Mynd: Arne Johansen Seinasta hósdag fekk Betty Joensen úr Vági aftur arbeiðsboð. Hon skuldi meta á flakavirkinum. Arbeiðsboð hevði hon ikki fingið í longri tíð, ikki síðan hin minniliga dagin í februar, tá Polarfrost fór í sjålvbodna likvidation. Hendan dagin lat nógv tað stórsta arbeiðsplassin í Vági aftur, gólvini vórðu spulaði og Sjóvinnubankin, sum stórsti kredittorur fekk alla ábyrgdina av virkinum. --Tað er gott at koma til arbeiðis aftur. Tað er neyðugt at hava arbeiði hvønn dag. Eg havi arbeitt á Polarfrost síðan virkið byrjaði í 1979, sigur hon. —Vit eru spentar um skipini vera verandi í Vági. Tey eru grundarlagið undir virkinum, sigur hon. Hvat hevur tú fingið tíðina at ganga við, nú tú hevur verið arbeiðsleys? Tað er altíð okkurt at takast við, kett meg havi eg ikki, sigur Bettu Joensen. jústinus