mikudagur 22. apríl 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Ábyrgdsrblaðstjóri: Jen Miller Blaðfólk: Randi Jecobsen - Tárfinn Smith Útgevari; — FF Sosishein
! XM - Fyritaksstjóri: Krisjen Dat Hilmar Jan Hansen - Uppsstíng: PA Sosialurin Argjum 118 Torstaren
| Ljósmyndari: Købmær Lindenskov ÍJústkus Eldasgasrd Prent: Pit Pressan 1981 Tølefon: — 11820 Telafax: 1474
LL = nn a = — 2 ;
Påskaprædikur
PÅSKIRNAR eru nu farnar aftur um
bak og vanligi gerandisdagurin er
byrjadur aftur. Hesa frivikuna hava
helst mong hoyrt eina ella fleiri av
teimum någvu prædikum, sum
hava verið kring landið, í kirkjum, í
samkomuhúsum og eisini í sjón
varpi og útvarpi.
HÓAST tilfarið ikki trýtur og nógv
er at taka av, tá prædikast skal yvir
páskahátíðina, sum jú fevnir um
tveir av teimum mest týðandi til
burðunum í okkara kristnu trúgv
nevniliga Jesu deyð og uppreisn, so
dittaði onkur sær eisini at nema
meira við samtíðina og tað, sum
hendir her og nú, enn annar.
VAR tú so heppin at síggja enska
sjónvarpið Langafríggjadagsmorg-
un, so var har sera forvitnislig og
óvanlig sending og prædika úr Sud-
urafrika. Tað var eingin minni enn
Desmond Tutu, erkabiskuppur og
vinnari av Nobelvirdislønini, sum í
góðan tíma talið um Jesu krossfest-
ing og tók fram líknilsi frá okkara
egnu samtíð, nevniliga støduni í
Sudurafrika, har tey svørtu nú í eitt
mannaminni hava verið trælkað
undir teirri grundlógarfestu apart-
heidskipanini.
TAÐ var ein sidiligur og fryntligur
Tutu, vit sóu og hoyrdu henda
morgun saman við sangi, livandi
myndum úr Suðurafrika og eini
teknirød yvir temaid Jesu kross-
festing. har hon varð sett í sam-
band við líðing teirra svørtu í Suður
afrika, sum hevur gjørt mest fyri at
kunna sínar egnu landsmenn og
umheimin um ta órættvísu og
rasistisku apartheidskipanina Fyri
arbeiði sítt fekk hann enntá Nobel-
friðarheiðursignina, og må sigast,
at hon var væl latin.
HESIN maður, prestur og seinni
erkabiskuppur, hevur halgað stóran
part av lívi sínum at stríðast —
prædika — ímóti apartheid. Sjálvur
heldur Tutu ikki, at hetta er at fara
út um mark, hvat viðvíkur tí at præ-
dika Jesu læru. Tverturímóti metir
hann tað vera eina skyldu hjá ein-
um presti i Suðurafrika at prædika i
móti ti ónda. Og apartheid er av ti
énda, ti henda skipan ger mun å
svørtum og hvítum, og tað stríðir
ímóti Jesu læru og kærleika.
SVARTI Tutu hevði alt gott at bera
teimum mongu í Suðurafrika, bæði
svørtum og hvítum, sum arbeiða
fyri at skapa øllum borgarum somu
kor at liva undir. Hann bað til, at
svørt og hvít kunnu liva lið um lið
og saman vera við til at byggja upp
eitt meira rættvíst og menniskjans-
ligt Suðurafrika.
EISINI her heima hjá okkum vóru
tað prestar, sum í prædikum sínum
beinleiðis nomu við okkara samtíð
og tað, ið rørist í henni, eitt nú bú-
skaparligu kreppuna í Føroyum.
Langafríggjadag prædikaði Kjartan
Mørkøre í Vesturkirkjuni og har
kom hann eisini inn å samtidar
vidurskifti og nevndi buskapar-
Bústaður: Argiavegi 28 Postsdressn: Postunogu 76
kreppuna, sum rakar okkara land,
men tó so ymiskt. Hann helt fyri
nakað soleiðis, at tað í dag eru tey
ungu, tey arbeiðsleysu og tey
gomlu, sum bera hevuðsbyrðarnar
av kreppuni og helt tað vera rímu-
ligt, at tey 80% av okkum, millum
annað tey. sum hava stóra og fasta
løn, í størri mun verða við til at bera
sín part av kreppuni
PÁSKADAG hevði sjónvarpið sam-
rødu við ein av okkara yngru prest:
um, Marjun Bæk. Heitið á hesi
sending var „Kirkjan og tær ringu
tíðirnara og var ætlanin at fáa
kvinnuliga prestin at tosa um tank-
ar, sum hon sum prestur og menn-
iskja ger sær um tær ringu tíðirnar.
Har vísti hon m.a. á, at prædikan
skal eisini siga nakað um ta samtíð,
vit liva í. Hon helt, at vit øll hava
húsast illa, og at vit ikki kunnu burt-
urforklára neyðina, sum serliga er í
3. heiminum, har vit í Vesturheimin
um hava tiltuskad okkum ov nógv.
sum skuldi vera til øll og samanbar
hon kreppuna í 3. heiminum við
okkara kreppu sum eina luksus-
kreppu. Hon eftirlýsti størri solidari-
teti millum manna.
TAÐ er greitt, at fólk eru ójgvn á
máli um, hvussu nógv prestur í
prædikum sínum eigur at nema við
okkara samtíð, um órættvísi og 6
menniskjansligar samfelagsskipan-
ir. Og tað er tí eisini ymiskt, hverja
stødu prestar og onnur, sum røda í
kirkjum og samkomum, hava til
umrøddu spurningar. Hóast eingin
ivi er um, hvat sjålvt grundarlagið
undir boðskapinum er, so vil tað
vera ymiskt, hvat hver einstakur
leggur dent á í síni prædiku.
VIT hava so valt at tikið umrøddu
prædikur og orð fram her fyri at
vísa á, at tað eru tey, sum halda, at
innihaldið í boðskapinum eigur at
verða tengt at okkara samtíð í stórri
mun. Nú er tað ikki rætt at saman-
bera vidurskiftini í Suðurafrika við
tey her heima. Har hava tey heilt
aðrar grundleggjandi trupulleikar at
dragast við. Men hvat kjarnanum í
málinum viðvíkur: at prædikan eis-
ini kann fevna um gerandisvidur-
skifti og teir trupulleikar, sum eru
frammi i okkara samtid, tå eru um-
stødurnar sum so tær somu, hvar
enn vit eru stødd i heiminum.
Spurningurin er bara, hvussu vit
gera kirkjuna og bodskapin, hon
hevur at bera fram, til ein meira
integreradan part av okkara egnu
samtid — og nettup kunna taka vid
i prædikuna tann fundamentala
tørvin hjå okkum menniskjum i
dag, sum eigur at byggja å størri
rættvísi, mannakærleika og soli-
daritet manna millum.
TAÐ var tann tíð, tå tydningurin av
friðararbeiði eisini varð tikin upp i
prædikum. Í dag, har størsta heims-
hóttanin ikki tykist vera heims-
kriggj millum stórveldi, men heldur
dálking av okkara umhvørvi og jørð
okkara og harvið livsgrundarlagi
okkara, hevði verið hugaligt um
okkara prestar, okkara kirkjur og
samkomur, góvu júst hesum álvars-
spurningi stórri ans.
Aftursvar til Finnboga Arge:
Latið okkum nú
stimbra og menna
almenna orðaskiftið
Nú páskahátíðin er farin
aftur um bak standa blød-
ini aftur tilreidar at luttaka
í og hýsa tí almenna orða-
skifunum.
Fyri páskir skrivaði
undirritaði tveir leiðarar í
Sosialinum, har eg royndi
at vísa aftur nøkrum av
sera órímuligu
skuldsetingunum hjá
sambandstingmanninum
Finnboga Arge móti
Sosialinum, einum av
blaðfólkum okkara og
móti einum búskaparfrgð-
ingi og embætismanni,
sum úttalaði seg til Sosial-
in.
Kann vera at ein
gjørdist ov heitur ul tíðir
og tók í so hardliga til
orðanna við ov mongum
superlativum. Viðgangi
hetta fegin og biði um, at
tey verða dømd deyð at
vera. Men eftir stendur
greiða nidurstødan: at
illgitingar um mani-
pulatión og misbrúk av
keldum okkara ikki kunnu
góðtakast.
Umrøddu leiðarar hava
notið fast hjá sambands-
monnum - ja hava fingið
ilt í fleiri teirra skulu vit
dóma .eftir Dimmalætt-
ingini fyri páskir.
Síðu um síðu gera teir
báðir framstandandi sam-
bandsmenninir Finnbogi
Arge og Trygvi Guttesen
eitt frontalt skjótálop á
undirritaða serliga og
sjálvandi eisini á Sostalin
og javnaðarflokkin.
Eg helt tað vera rætt at
loyva lesarum Dimmalætt-
ingar at sodna orð teirra
alla pásakvikuna, áðrenn
eg svaraði aftur.
Snildur!
Fyrst hesi orð til Finnboga
Arge. Ivaleyst man onkur
halda teg duga væl og
vera snildan, tá tú leitar
Jan Miiller,
blaðstjóri
skrivar
fram í bókahyll tíni
úttalilsi hjá undirritaða um
journalistik og pressuctik
og metir hesi orðini um
sakligheit og sidiligheit í tí
vanliga journalistikkinum
vera mína egnu
boomerang. Reint taktiskt
ikki nakað vánaligt vápn
at brúka.
Fyrst skal tú vita, at eg
standi við hvort orð í fyri-
lestrinum, tú sipar ul. Men
eg haldi ikki, at tað er
rætt at seta innihaldið í
umrødda fyrilesiri upp
ímóti leidarunum í
Sosialinum, har tað júst á
leiðaraplássi og ikki í
journalistiskari grein
rættiliga hvassorðað
verður funnist at tær og
tínari skriving.
Tó viðgangi eg, at onk-
unstaðni var farið út um
mark, hvat orðalagnum
viðvíkir. Við hesum taki
eg nakað av tínum atfinn-
ingum til eftirtektar.
Eftir standa vit við
kjarnanum í sjálvum mál-
inum. Tað snúði og snýr
seg um, at tú fyrst skuld-
setir Sosialin fyri at mani-
pulera í sínum samrødum
og reportasjum, at tá
blaðmaður á Sosialinum
fer út í markina og endur-
gevur Skak-Nielsen frá
fundi, ger hann = eitt be-
stilt arbeiði og manipuler-
ar við innihaldinum, og at
enda bíleggur Sosialurin
sosialistisk úttalilsi frá
einum føroyskum embæt-
ismanni, sum heldur
skuldi hildið munn.
Hetta vóru tínar grovu
Skuldsetingar móti blaðn-
um, blaðmanni og embæt-
ismanni.
Og tað vóru hesar tínar
skuldsetingar vit hildu
vera órímuligar og ósak-
ligar og ti vístu teimum
aftur í tveimum odda-
greinum.
Hetta fær teg Finnboga
Arge at leggja eftir ikki
bóltinum men manninum
tvs. undirritaða.
Lat tað fara. Eftir stend-
ur framvegis greiði boð-
skapurin í einvísu álopum
tínum: skuldsetingarnar
móti umrøddu, sum vit
framvegis ikki kunnu góð-
taka og tí hetta svar aftrat
fyri, at eingin miskiljing
skal vera.
Nýggir politikarar
Ein kann ikki siga, at
álitið á okkara "gomlu"
politikarar er serliga gott í
hesum krepputíðum. Tað
var tí við nakað av
forvitni, at ein eygleiddi
"nýggjar" politikarar við
síðsta val. Ein spurdi seg
sjálvan: var hetta nýggja
ættarlið av politikarunum,
sum skuldu taka vid og
reka ein annan politik,
nakað av tí rætta!
Finnbogi Arge var ein
teirra og eingin ivi um, at
sambandsmenn, tað vil
Trygvi Guttesen í hvussu
er vera við, sóu nakað gott
og nýtt í honum.
Eisini undirritaði sum
vanligur borgari var
spentur, hvat hesin nýggi
maðurin fór at avrika, og
Framhald á síðu 8