mikudagur 22. apríl 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Framhald av síðu 2
hvussu hann fór at føra
seg fram i tjakinum - hó-
ast grundleggjandi ósamd-
ir í mongum.
Men hvat fingu vit. Jú
vit fingu ein tingmann,
sum í ein ávísan mun hev-
ur adopterað skrivingina
hjå Ola Breckmann - har
høvudsstrategiin nettup
ikki er at fara eftir bólt-
inum men eftir
manninum: undirritaða,
einum blaðmanni á
Sosialinum og einum
embætismanni.
Finnbogi Arge ger
nevniliga ta skeiva, eftir
mínari hugsan, at hann
ístaðin fyri at umrøda og
debatera innihaldið í
teimum úttalilsum og
referatum hann sipar til,
fer at tosa um
manipulering, vánaligt og
bilagt journalistiskt
arbeiði og ein
tendensigsan og óheið-
urligan sosialistiskan
embætismann.
leiki:
Nær:
Innihald:
aður.
Gott íkast til
orðaskiftið
Eg vil framvegis pástanda,
at endurgeving okkara av
tjakfundi við Skak Nielsen
var eitt sobert og gott
journalistiskt arbeiði, sum
Finnbogi Arge átu at
takka heldur enn at lasta
okkum fyri. Endamálið
var nettup at geva
monnum sum Finnboga
Arge nakað at hugsa um,
kommentera og debatera
út frá. Hetta skuldi vera
eitt íkast til orðaskiftið.
Hetta skuldi vera okkara
lutur í eini roynd at fylla
út karmarnar fyri einum
framhaldandi og
neyðugum almennum
orðaskifti um trupulleik-
arnar í samfelagnum. At
ein yvirskrift so kundi
verið ødrvisi broytir ikki
innihaldið munandi, sum
Skak Nielsen eisini sjálvur
segði frá. Tað tykist sum
tú í hesum máli bara vil
síggja tað, sum tær nú
hóvar at síggja.
Endamálið við samrød-
Føroya DataSkúli fer í viku 18 at hava eitt skeið í Com-Data
Bókhalds- og roknskaparskipanini LUNDIN.
Forkunn- Tað verður ikki kravdur nakar serligur kunnleiki til
LUNDAN, men ein fyrimunur er at hava grund-
leggjandi kunnleika til bókhald.
Tekning: Tekning og upplýsing fer fram á tlf. 16173.
FØROYA DATASKULI
um okkara við búskapar-
frødingin og landsbanka-
stjóran Sigurd Poulsen var
eisini at lýsa støðuna frá
enn fleiri síðum. Har lå
einki fórútinntikið og bi-
lagt arbeiði frá okkara
síðu.
Hverja viðmerking he-
vur ein av landsins mest
framstandandi búskapar-
frødingum til úttalilsi
Fiskasølustjørans um, at
Føroyar eiga at fara uppí
EF við tað sama, og hvat
sigur landsbankastórin til
kreppuna! Hetta var tað
vit vildu, og hevði
Finnbogi Arge ikki verið
so mistonkiligur og
ósakligur, tá hevdi hann
eisini dugað at innsæd
hetta. Men tad vildi hann
ikki, ti hetta passadi
honum opinbart væl, tí
hetta kundi brúkast í
hansara egna politikki fyri
ikki at siga polemikki í
royndini at skaffa sær
atkvødur ella eri eg skeiv-
ur!
Var tú ein maður, ja var
tú veruliga ein av teimum
Com-Data
Bókhalds- og
roknskaparskipanin
FANN
ll
[ll
Skeiðið er i triggjar dagar, og verður í døgunum: |
mánadag 27., týsdag 28. og mikudag 29. apríl.
Vit byrja kl. 9, og vit gevast kl. 16.
Grundleggjandi hugtøkini í LUNDANUM verða
gjøgnumgingin.
Ætlanin er á skeiðnum at stovna eitt bókhald, og
gera alt vanligt bókhaldsarbeiði, so sum konto-
røkt, bókingar, kontoavrit, saldolistar, journal,
renturokning, og skifta tíðarskeið.
Triðja dagin verður ein roknskapur uppstill-
Brekkutún 1
Hoyvík -
TIf.16173
*
Nr. 75 — 22. apríl 1992
nýggju politikarunum,
sum mong sóknast eftir,
so hevði tú ikki borið teg
at, sum tú gjørdi.
Tú átti heldur at fegnast
um, at blødini royna at
vera við til at halda orða-
skiftinum á lívi og royna
at innheinta úttalilsi og
meiningar frá ymsum síð-
um.
Tú ger tað øvugta. Við
metodum, sum líkjast ikki
sért teimum stavnamaður
fólkafloksins plagar at
brúka í sínum haturi móti
javnaðarfólki og sosial-
istum, leypir tú á blað,
blaðstjóra, blaðmann og
embætismann og leggur
hesi undir at vera partur
av eini sosialistiskari sam-
ansvørjing.
Tað er hetta undirritaði í
oddagreinum í Sosialinum
hevur roynt at vísa aftur
og her ger tað enn eina-
ferð, hesaferð undir full-
um navni, nú tú er farin at
blanda mín persón uppí
innihaldið í oddagreinun-
um.
Land okkara er lítið.
Tað er avmarkað, hvat vit
hava av útbúnum og kvali-
fiseraðum fólki at úttala
seg um, hví stødan í sam-
felagnum er tann, sum hon
er og hvussu framtíðin fer
at síggja út. Fólki, sum
kunnu vera við til at á-
virka gongdina tann rætta
og positiva vegin.
Meiningar
Tú sigur, at embætismenn
skulu ikki siga sína
hugsan alment. Vit svara
aftur og spyrja teg, um tað
er berufsverbot tú ynskir.
Vit spyrja eisini, um tað
ikki hevur alstóran
týdning fyri orðaskiftið, at
vit fáa flest møguligar
meiningar fram!
Sjálvandi vita vit, at
embætismenn eisini hava
sínar skyldur mótvegis
arbeiðsgevara sínum, men
at ein landsbankastjóri
ikki skal kunna sleppa at
analysera búskaparligu
støduna og gera nakrar
niðurstøður ljóðar marg-
háttligt fyri ikki at siga
ódemokratiskt í mínum
oyrum. -
Hvat er tað tú vil við
skuldsetingum tínum! Er
tað tann vidagitni og illa
dámdi grein 13 boðskap-
urin hjá undanmanni
tínum tú nú vil sníkja inn
á okkum!
Eg kann ikki koma til
annað, enn at tú skjýtur
langt við síðuna av og at
tú íkki virðir rættin hjá
øllum at kunna siga sína
hugsan.
Nú um dagarnar tók ein
fyrrverandi embætismaður
blaðið frá munninum og
segði sína hugsan um
samfelagsviðurskifti. Orð
hansara vóru atfinningar
móti bæði sitandi og fyrr-
verandi stýrum. Uttalilsi
hansara vóru prentað í
Sosialinum. Óivað hava
tey hóvað tær væl, og
hesaferð var ikki talan um
manipulation ella biløgt
åttalilsi, ti nå samsvaradu
tey helst vid tina egnu
hugsan um niiverandi
lands styri!
Hevdi tað ikki tænt
okkara samfelag og orða-
skiftinum betri, um em-
bætismenn - stjórar og
leiðarar og fólk í týðandi
lyklastórvum í samfelagn-
um - oftari í sínum dagliga
arbeiði - ella aftaná ar-
beiðstíð - søgdu sina
hjartans erligu meining.
Bæði við sínar
arbeiðsgevarar og eisini
sum úttalilsi til pressuna!
Ella fyri tað komu við
góðum ráðum! Hvat hevði
tá ikki kunnað verið
ødrvisi í samfelagnum!
Hvussu mongum skeivum
ílógum og mistøkum
høvdu vit tá ikki kunnað
verið fyriuttan! Kanska
tað hevði tænt bæði
politikarum, samfelagnum
og okkum gllum betri. At
vit fingu eitt minni
afturlatið samfelag - fingu
eitt meira opið samfelag.
Men Finnbogi Arge vil
fara tann gvugta vegin.
Hann vil sleppa at binda
kjaftbandið á somu monn-
um enn fastari, um somu
tíð sum hann sjálvur sum
politikari kann breiða seg
út í Dimmalættingini við
boðskapi sínum. Ogum
somu tíð sum hann tosar
um stórri alment innlit og
betri upplýsingartænastu
frá tí almenna um støduna.
Nei Finnbogi Arge. Tú
hevði vissuliga møguleik-
ar at vera á tí liði, sum
skuldi = endurnýggja
føroyskan politik og eisini
almenna orðaskiftið. Og
pennin hevur tú eisini
góðan.
Men tú valdi tíanverri
ikki at bróta upp úr nýggj-
um. Tú tykist dottin so
pladask í ta breckmansku
veitina, nú tú er farin at
blaka við óhumsku eftir
blødum, blaðmonnum og
embætismonnum, sum eft-
ir førimuni royna at gera
eitt ærligt arbeiði.
Slíkt er tær til lítlan
heiður. Og sambands-
flokkinum enn minni Og
samfelagnum so slettis
ikki.
Lær av mistøkum
tínum, latið okkum
gloyma hesa "episodu" og
lat okkum heldur royna
hvor í sær og í felag at fáa
sum mest burtur úr
teimum kreftum, sum eru
her á landi - latið okkum
fáa eitt breitt og sakligt
orðaskifti - ein dialog -
sum skal royna at beina
samfelagið aftur á beina
kós.
Dialogurin
Latið okkum lurta eftir
fyrrverandi formanninum
í Ráðgevandi Nevndini,
eftir landsbankastjóranum,
eftir alskyns búskapar-
fróðingum, eftir okkara
fiskifrødingum, eftir løg-
tingsmonnum, landsstýris-
monnum, vinnulívsmonn-
um, Palleba og Marsannu,
eftir embætismonnum ja
latið okkum útbyggja og
menna dialogin - orða-
skiftið - heldur enn at
leggja lunnar undir grein
13 ideologiina ella berufs-
verbot.
Og stutt til Trygva
Guttesen. Havi altíð mett
teg sum ein heiðursmann
og ein sidiligan sambands-
mann, sum ein kundi tosa
vid å jøvnum føti. Er tå so
fegin um nyggja tingmann
tin í Suðurstreymi, so átti
tú at gjórt honum tann
beina at givið honum
nøkur góð ráð um, hvat
vanliga hevur eyðkent ein
heiðurligan og sidiligan
sambandsmann og tú átti
at biðið hann farið eftir
bóltinum heldur enn
manninum. Eydnaðist
hetta tá hevði tú gjørt
bæði flokki og fólki eina
stóra tænastu.
Tann dagur kemur
kanska eisini aftur, hvør
veit, tá tað verður
neyðugt hjá sambandi og
javnaði og ødrum við at
samstarva í Tinganesi.
Men harfyri er bæði nú og
til allar tíðir neyðugt við
einum orðaskifti, bæði á
tingi, í Dimmalætting, í
Sosialinum og aðrastaðni,
har meiningar kunnu
sleppa framat. Vónandi
fara eisini Finnbogi Arge
og Trygve Guttesen at
vera við til at menna
umrødda tjak. Okkara
lutur skal so ikki liggja
eftir.
Jan Miller, blaðstjóri