Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7 AG po aggfllð Síða 14 tíðindablaðið Egil gjørdi útslagið I síðstu minuttunum eydnaðist VB at vinna dystin á heimavølli móti NSI VB-NSI 2-1 (1-1) 1-0: Rúni Nolsøe 1-1: Amfinn Langgard 2-1: Egil Steintórsson Tad var á einum våtum og sera hålum vølli, at våg bingar i sinum fyrsta dysti landskappingini møttu runavikingum å heima vølli At vøllurin var so hálur kom tó hvørgum partinum ul góða, og serliga úti í við baklinjuna máttu spælarar ansa sær so teir ikki fóru sendandi út í girdingina um vøllin Men hóast váta veðrið bardust báðir partar fyri at Í síðunum og ia sum frægast burturúr. Í fyrstani var serliga VB framvið nakrar ferðir, so tá heimaliðið kom á odda longu í fimta minuttinum, var hetta ikki at undrast á. Vágbingar ídnari Vágbingar høvdu frå byrjan av verið meira ídn- ir, so heldur seina NSI- verjan i fyrstuni fekk ikki fatur á einum sera skjótum lan Allan Miller og Egil Yteintorsson vfarakæti eftir at Egil hevur sent bóltin i NSI- Mynd: Hilmar Jan RS Poul Thorsteinsson, tá hes in fór strúkandi igjøgnum í høgru síðu fyri at leggja bólun inn fyri málið efur jórð, har Rúni Nolsøce kundi seta hann í tóma NSI-málið, eftir at Trygvi Mortensen ov stuttur hevði kastað seg út frá málinum fyri at fáa bóltin. Løtuna efur málið varð pressað meira frá VB, og við meira hepni kundi okkurt av álopunum havt givið mál Men í staðin varð tað NSI, sum eftir eitt mál- mansdropp frá Bjarna Jo- VB-målinum kundi fylgja upp og koma upp å javnleik. Fyrst royndi Jack Jacobsen seg við einum skoti, 10 Bjarni ikki fekk fatur á, men við hepni fekk sparkað av målstrikuni. NSÍ-álopið var tó ikki av, og triðja royndin mót málinum gav úrslit, tá Arnfinn Lang- gaard smekkaði leðurkúl- una upp í trikantin til 1-1. Restina av fyrra hálv- leiki gekk hampuliga javnt á, hóast VB tóktist heldur meira vandamikið. Sera defensivt spæl Í seinna hálvleiki var tað NSI, ið byrjaði betur, og í eitt korter var VB lítið við í spælinum, til tað so hansen i vendi, og NSI aftur trekti seg longur aftur á vøllin at verja tað eina stigið. Sera defensivt spæl forðaði eis- ini VB at skapa tað, áskoð- ararnir allarmest vildu síggja: Mál! Men so varð Egil Stein- tórsson settur inn í álopið fyri Poul Thorsteinsson, ið hevði tænt fyri seg, og tað var beinanvegin, at VB gjørdist vandamiklari fyri NSI-målinum, og fleiri ferðir noyddist Trygvi út í felud at boksa bóltin burt- ur. Tad sera, sera defensiva spælid hjå NSI eydnadist eisini, til bert tveir minuttir vóru efur av spælitíðini. Tá fekk VB eitt frispark í høgru síðu nærhendis horninum á brotsteiginum. Skotið varð innfyri málið, og har var Egil Steintórsson brádliga uppi við høvdinum og plaseraði bóltin dygst út við stongina til 2-1 leiðsluna. Frøin á vágbingunum var stór, og ei undur í, nú dysturin var vunnin. Og á hinari helvtini av vellinum stóðu argir runavíkingar, tí teirra verjuætlan í síðstu løtu miseydnaðist við tapi sum fylgju. Jan Allan stútaði VB kundi annars verið komið á odda 2-1 longu í fyrra hálvleiki, tá Jan All- an Miller stútaði bóltin úr hondunum á Trygva Mort- ensen, men dómarin Birgir Sondum góðkendi ikki málið, tí eftir hansara met- ing hevði málmaðurin tamarhald á bóltinum, tá Jan Allan stútaði, og ti spurdist einki burtur úr hesum eitt sindur ser- merkta málinum. At vágbingar sótu eftir við báðum stigunum var helst einki at siga til, tí hó- ast kanska ikki so væl gekst, var VB meira skap- Nr. 75 — 22. apríl 1992 andi liðið í dystinum. Og málkjansirnir hjá VB vóru eisini væl fleiri enn teir hjá NSÍ. í hesum annars rættiliga javna dysti. hj. Tveir av málskjúttun- um, Rúni Nolsøe, VB og Arnfinn Langgaard, NSÍ. Mynd: Hilmar Jan Føroyameistararnir fótaðu sær Ristu hvøkkin av, tå SIF javnadi midskeidis i 2. hålvleiki 1. deild: KI—SIF 3—1 (1—0) 1—0: Kurt Mørkøre 1—1: Jonhard Joensen 2—1: Kurt Mørkøre 3—1: Olgar Danielsen Sandavágsmenn vóru um reppið at fáa stigið vestur aftur við sær, teir vóru komnir til Klaksvíkar við. Feroyameistararnir vóru á odda 1—0 í hálv- leikinum. Málið drenaði Kurt Mørkøre klokkureint í handara tríkantin eftir at innlegg úr vinstru av SÍF verjuni varð sent út um brotsteigin. KÍ var allan 1. hálvleik ágangandi. Opnu megu- leikarnir vóru ikki so nógvir, men við einum sindri av hepni kundu tvær langskotsroyndir borið mál við sær. Úr 20 metra fjarsteðu smekkaði Allan Merkere í tríkants- samankomingina, og úr umleið sama stað brast roynd frá Harley Bertholdsen í tvertræið og niður á Álv í málinum. Í aðru atlogu fekk hann tak á bóltinum. Skelkaðir menn komu fyri seg Nógva regnið og kaldi vindurin mundi gera sítt til, at KÍ fyrstu ietuna eftir steðgin var minni ágangandi. Leikferðin varð sett niður, og tað kom væl við hjá útilið- num, sum flutti seg eitt vet fram á vellin og hevði einstakar royndir at javna. Tað eydnaðist tá 2. um- far var hálvleikt. Álop verður spælt ígjegnum í vinstru. Jonhard er undan KÍ verjini á innlegginum og potar framvið Jákupi. Javningin setti ferð í heimaliðið. Eftir innlegg úr vinstru verður brots- spark demt fyri hands. Kurt misnýtti skammi- liga, og tað er at undrast á, at maður í venjingar- steðuni, sum liðformaður- in tyktist vera í, verður settur á slíkan post. Lítla letu seinni javnaði Kurt mistakið. Jan leggur horna úr høgru og í stríði í luftrúminum við málverja og verjuleikarar vísir KUrt sítt spesiali — at vera neyvur i upplopi og stútingini, og so er 2—1. 3—1 málið var frálíkt: Harley er arkitektur aft- anfyri uppspæl í høgru, smekkar inn fyri, har Olg- ar er fremstur. Væntaði = sigurin til heimaliðið, men vánaligu líkindini bera ikki grund- arlag í sær at meta um fót- bóltsligu dygðirnar. (-nn-) Janus Sørensen ger hervið vart við, at hann frásigur sær alla ábyrgd av tí óhappi, ið hendi undir fimleika- framsýning á Hálsi, og sum er umtalað í Sos- ialinum leygardagin 11. apríl 1992, har teir báðir Dánjal Húsgarð og Jóhan Restorff Jac- obsen ávikavist brutu beinið og armin. Janus Sørensen