Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. apríl 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í ár skal tað verða B36 1 Stovnað: 28 Felag deild kvinnur mars 1936 Búni: Hvitar troyggjur, svartar brøkur | | Høvudsstudul: Sjóvinnubankin Venjarar: Jákup í Stórust. og Birgir Sondum byrjað varð 1985 i ær vunnu fyrsta árið, HB næsta og B36 aftur í 1987 Næstu árini vann HB, men í harðari kapping við B36. Havnarliðini vóru mest sum einaráðandi í toppinum til eysturoyar- liðini Skála og ÍF fóru at blanda seg í 1990 og 1991. At B36 skuldi enda á fimta plássi í fjer, var eitt vánaligt úrslit, sum felagið í ár ætlar at betra. Venjarar hjá 1. og 2. deild eru Jákup í Stóru- stovu og Birgir Sondum. Jákup vandi 2. deildarlið- ið, sum vann deildina tjór Jákup sigur, at uppmøt- ingin til venjingina er góð og áhugin er stórur. Teir hava 30 leikarar at velja í millum til bæði liðini. Byrjað varð at renna fyrst i februarmånad. Tó eru nakrar givnar frá í fjør. Marjun Kristiansen og Marjun Hansen, sum báðar leiktu í verjuni, verða ikki við í ár. Vivian Larsen er farin niður. Hon og tvær aðrar føroyskar gentur venja við 1. liðnum hjá Brendby. Somuleiðis Kára Magnussen tekur frí hetta kappingarárið. Jákup skoyti upp í, at meguliga fara onkrar av gentunum uttanlands í skúla, talan er um einar tríggjar leikarar. Av nýggjum leikarum kunnu nevnast Hildur Nielsen úr IF og Judith Joensen, sum er úr ung- dómsdeildini hy B36 Hon er bert 15 ár, me Jákup Sigur at hann hevur hoyrt, at Fótbólis sambandið ætlar at broyta aldursmarkið fyri undantaksloyvi frá 16 til 15 ár. Og tað kemur væl við hjá teimum, tí Judith er sera skjót og ein evna- ríkur leikari. Hon gjerdi trý mál í venjingardysti móti Skála herfyri. Annars verður liðið bygt upp um Súnu Merk sum spælfordeilara á mið- vellinum og Hildur Niel- sen, sum eisini verður á miðvellinum. Súna er eisini ein framúr góður leikari, su.n Jákup væntar sær nogv av. Jákup hevur hug at fýl- ast á venjingarumsteður- nar í Havn. Tær venja tríggjar ferðir um vikuna, og tvær ferðir hava tær brt hálva vell at venja á. Jákup sigur, at ikki fyrr enn niðari vellur verður liðugur, fáa feløgini nóg góðar venjingarumsteður. Jákup sigur, at tað hev- ur gingið væl í venjingar- dystunum. Kappingin um at koma á 1. liðið er herð og nógvar eru um boðið. Fólkið er gott og breidd- in í kvinnudeildini hjá B36 er góð. Hann hevur av- gjørt góðar vónir til árið. Tað kundi ljóðað, sum um B36 ikki ætlar av við Dagblaðssteypið, ið tær vunnu í fjer. Somuleiðis halda tær at nú er tíð aftur fyri einum meistaraheiti. áh Ongar stjørnur Felag: VB 1. deild kvinnur Stovnað: 5. juni 1905 Buni: Reydar/hvitar troyggjur, hvitar brøkur Høvudsstudul: Venjari: Jóannes Jakobsen Framhald å sidu 19 Nógvir eru ikki vid HB Stovnað Bu 17.10.1904 Manningin hjá HB er ikki I ar laånn sama, sum i Tør. Fleiri av føstu spælarunum eru farnir burturav og eru ikki við í ár ikki enn. Teirra millum eru spælarar sum Jónle:f Solsker, Andreas F Hansen, Niklas Johannesen, Rói Årting og Ingi Rasmussen. >Ég havi ukid mær 15 spælarar út ul 1. deildar- hópin, og teimum er tað so, at vit arbeiða við nú,< sigur Sverri Jacobsen, venjari hjá HB. >Kortini er stamman á liðnum stórt sæð tann sama, og onkur er komin aftrat. Heðin Askham, ið hevur spælt við SIF, er komin aftur, og so hava vit fingið Jens Er- ik Rasmussen við. Eisini er onkur yngri spælari við, ið er higani úr felagnum, millum annað Hans Petur í Brekkunum.< í hvussu er Svartar brekur og reyð/svert troyggja Hevuðsstuðul: Føroya Sparikassi Venjari: Sverri Jacobsen Sverri sigur, at hóast 2 deildarhópurin hjá HB er góður, so er tað ikkki akkurát stødi ul 1. deildar- fótbólt — í hvussu er ikki enn. Men hann útilokar ikki, at onkur av spælarun- um á 2. deildarliðnum kanska seinni kann koma inn í myndina. Við verandi manning fer HB í hvussu er at leggja seg eftir einum eitt sindur varnari spæli í ár, enn eitt nú í fjør. »Vit hava nógvar spæl- arar, ið dáma væl at spæla álopsfótbólt, men ansast má eftir, at ikki verður ov nógv av tí góða, tí eitt nú í fjør vóru fleiri dómi um, at álopshugurin gjørdi Sitt til, at menn seldu seg í verjuni og góvu møtstødulidunum fritt spæl,« sigur Sverri. »Men sjålvandi vil hetta ikki merkja, at HB ikki fer at spæla álopsfótbólt, men vit mugu royna at menna og styrkja verjuna, so hon betur kann bera, at liðið Nr. 75 — 22. apríl 1992 annars fer í álop, uttan at opið verður aftanfyri.< hj. Verða verandi Vágoyggin er aftur umboða í fremstu rød, og sandavágs- menn ætla at gera alt fyri at verða verandi í 1. deild. Felag: SÍF, 1. deild menn Stovnað: Buni: Hvítar troyggur og brøkur Høvudsstudul: Sandavågs Timburhandil Venjari: Påll F. Joensen SIF er aftur i 1. deild sam- an vid B71 eftir eitt år i 2. deild. B71 og SIF fluttu nidur i 1990. Kappingin hetta árið var sera jøvn og var ikki avgjørd fyrr enn seinasta umfarið. Júst hesi bæði liðini kláraðu seg nógv best í 2. deild í fjør. Serliga seinna helvt hjá SÍF royndist væl. Páll F. Joensen er aftur venjari hjá SÍF. Hann vandi felagið árini 87. 88 og 89, meðan ein íslend- ingur var leikandi venjari í 90 og 91. Hesi bæði árini hevur Páll vant hini bæði vágaliðini. Manningin er eisini nakað tann sama sum undanfarin ár, tó verður Ari Thomassen, sum hev- ur gjørt vart við seg á A- landsliðinum, ikki við hetta kappingarárið. Hann fer út í heimin at fjakka. Heðin Askham verður heldur ikki við, hann fer at leika við HB hetta kappingarárið. Av nýggjum monnum á liðinum er bert Eyðfinn Davidsen, sum er av- bygdarmaður. Hinir eru allir ungir leikarar úr fe- lagnum. Torkil Nielsen venur somuleiðis, hann hevur havt skaðar í fótinum, men er tó klárur til kapp- ingina. Torkil sigur, at áhugin at venja fótbólt í Sanda- vági er stórur. Tað eru nógvir ungir leikarar, sum banka upp á dyrnar á 1. liðnum. Tó eru royndir leikarar sum Jonhard Joensen, Jákup Olsen og Emil Hentze framvegis lyklaleikarar í eini 3-5-2 uppstilling. Í venjingardystunum og fyrsta umfari í steypa- kappingini hevur gingist væl hjá SÍF. Teir vunnu 1—0 á Skála í Sandavági. Torkil sigur, at teir fara at royna at verða leysir úr botninum. Hann væntar eina javna og spennandi kapping, har øll uttan eini fýra lið fara at berjast undan niðurflyting. Hann skoytir upp í, at liðini eru júst tey somu sum tað ár- ið, teir fluttu niður. áh