Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

——————————— Nr. 76 — 23. apríl 1992 Vaksinera Tað er ikki nóg mikið, at at kalla øll børn nú verða vaksinerað móti barnasjúkunum. Konur, sum ganga við barni, eiga ikki at seta seg í vanda fyri at fáa reyðlingar Seinastu vikurnar hevur seinastu vikurnar ein kam- panja verið móti reyðling- um. Heitt verður á komm- unulæknarnar um at upp- lýsa um sjúkuna og at mæla kvinnum fil at lata seg vak- sinera. Serliga ungar gentur og kvinnur, sum eru í aldri til at kunna gerast við barn. Danska kommunulækna- felagið, heilsustýrið, sjúkrastryggingin og Stat- ens Seruminstitut standa aftanfyri kampanjuna. Før- oysku kommunulæknarnir hava onga serliga åheitan fingid nå um at gera meira fyri at fáa gentur og konur at lata seg vaksinerað. Men fyri tað ber til at greiða frá, hví allir heilsumyndugleik- ar eru samdir um, at tað er neyðugt at vaksinera móti reyðlingum. Síðan 1987 eru at kallaøll børn vaksinerað móti mes- lingum, fárasjúku og reyð- lingum í einum. Vaksinan nevnist MFR. Børnini verða vaksinerað, tá tey eru 15 mánaðir gomul, og tey skulu so vaksinerast aftur, tá tey eru 12 ára gomul. Børn upp til 12 ár kunnu eisini vaksinerast. I fyrstuni var ávís mót- stóða móti hesi vaksinuni, men læknarnir hava víst aftur, at tað skal vera natúr- ligt at fáa barnasjúkurnar. Barnasjúkurnar hava hjá okkum ofta fylgisjúkur, og í menningarlondum doyggja nógv børn av t.d. mesling- um. Av tí at tey flestu smá- børnini nú verða vaksinerað móti teimum trimum barn- asjúkunum, ganga hesar sjúkur ikki longur. Men tann, sum ikki er vaksinerað ella ikki hevur havt sjúk- urnar, er kortini í vanda fyri at verða smittað, tí sjúkur- nar ganga í nógv londum fjart frá okkum. Merkja ikki reyðlingarnar Reyðlingar í sær sjálvum eru ikki nøkur ålvarslig sjúka. Oftast vísir sjúkan seg við fepri, krími og út- broti í nakrar dagar. Vaksn- ar konur, sum fáa reyð- lingar, kunnu aftaná leingi hava ilt í liðunum. Tað er ikki altíð, fólk merkja so væl til sjúkuna, og tí eru øll ikki greið yvir, um tey hava havt reyðling- ar. Tó hava føroyingar fylgt rímiliga væl við, nær barna- sjúkurnar hava gingið, nær barnasjúkur hava gingið. Tað álvarsligasta við reyðlingum er, at um ein barnakona fær reyðlingar, kann fostrið fáa skaða. Longu fyri 50 árum síðan kom fram, at nøkur børn vóru fødd við gráum steri, tí mamman hevði havt reyð- lingar, meðan hon gekk við barninum. Børnini kunnu eisini vera deyv ella hava hjartabrek. Dømi eru eisini um børn, sum eru fødd mentalt brekað. Fær barnakonan reyð- lingar tveir teir fyrstu mán- aðirnar reyðlingar, er 40- 60% vandi fyri, at barnið verður brekað, ella at hon missir barnið. Í triðja mán- að fær 1/3 av bømini hjartabrek, ella tey verða deyv. Eingi nýggj dømi Síðan farið varð at vaksi- nerað øll bøm við MFR- vaksinuni er í Danmark einki barn skrásett við breki, tí mamman hevur havt reyðlingar. Tað kostar einki at lata børn vaksinerað, til tey eru 18 ára gomul. Í Danmark er tað eisini ókeypis at vaksi- Síða 7 Málið er, at øll skulu verða vaksinerað móti barnasjúkunum, eitt nú reyðlingum. Småbørn verða vaksinerað 15 mánaðir gomul, og so aftur 12 ára gomul. Størri børn ganga til kanningar hjá skúla- lækna og -sjúkrasystir, sum mæla børnunum til at talat seg vaksinerað, hava børnini ikki havt reydlingr og heldur iki eru vaksinerað. Sjålvt um onkur skuldi havt reyðlingar áður, uttan at vita av tí, er ikki vanda- mikið at verða vaksierað (Arkivmynd) nera vaksin fólk, men tað er eitt sindur ógreitt, hvussu er við hesum í Føroyum. Kommunulæknarnir = eru ikki heilt samdir, um teir hava rætt til at vaksinera vaksin og ikki krevja peng- ar afturfyri, tí eingin játtan er ul at vaksinera vaksin fólk, og slík vaksina kostar nógv. Eingi hagtal Eingin veit at siga við vissu, hvussu nógv verða vaksi- nerað í Føfoyum eldri enn 15 mánaðir gomul. Hagtøl eru ikki at finna. Kommunulæknar og heilsusjúkrasystrar, Sosial- urinm hevur tosað við, halda, at flestu stór børn eis- ini verða vaksinerað. Skúla- læknin og skúlasjúkrasyst- irin, spyrja børnini, tá tey koma til kanningar, um tey eru vaksinerað, og eru tey ikki tað, verður mælt til at fáa hetta gjørt hjá komm- unulæknanum. Allastaðni uttan í Havn er skúlalæknin samstundis kommunu- lækni. Í Havn er eingin skúlralækni, so ábyrgdin hvílir á skúlasjúkrasystr- unum. Nýggj leiðsla Felagið Sinnisbati fær í næsta formann Einaferð í næsta mánaði fer nevndin í felagnum Sinnisbata at skipa seg, og tá skal nýggjur for- maður peikast út. Felagið hevði aðal- fund beint fyri páskir, og tá boðaði Svenning av Lofti frå, at hann ikki hevði orku til at halda fram í nevndini. Hann hevur verið í nevndini í seks ár, fýra ár sum formaður. Svenning av Lofti átók sær tó at halda fram sum formaður, til nýggja nevndin hevur skipað seg Magnus Isaksen bar seg eisini undan aftur- vali. Nevndin er nú henda: Marjun Smith, Óli Ja- cobsen, Vilgerð Modi, Jórun Joensen og Mar- greta Poulsen. Svenning av Lofti og Marner av Lofti eru tiltakslimir. Í ársfrágreiðing síni tosaði Svenning av Lofti mánaði nýggjan m.a. um fritidarhølid, sum felagið hevur í Eysturstræti í Havn. Frí- tidarhølid hevur sein- asta árið verið opið hvort mikukvøld, men undirtøkan hevur verið misjøvn. Nevndarlimir- nir hava fingið góða hjálp frá starvsfólki á psykiatrisku deildunum á Landsjúkrahúsinum og frá búfólki á Sólteigi 11 ul hesi kvøldini, men tað má gerast meira miðvíst arbeiði fyri at fáa fólk at koma til hesi kvøldini, segði Svenn- ing av Lofu Hann nevndi eisini ognina í Eysturstræti i Havn. Henda húsaogn er sjálvstóðugur stovnur. Ætlanin er at fara at umbyggja í summar, og har skulu verða fýra íbúðir í miðhæddini og ein í kjallarahæddini randi Feroyingar Í Senderborg! Í blaðnum í gjár varð greitt frá ætlanini at stovna eitt føroyingafelag í Sønderborg í suðurjútlandi. Nú er so sjálvur stovningar- dagurin ásettur. Hann er 2. mai og verður stovnandi aðalfundurin hildin á bókasavn- inum í Sønderborg. Bilur til sølu VW Golf CL, nýlakkeraður við sóltaki og sportsfelgum — til sølu. F.J. Bilskaðar Tlf. 21605 ella 21560 Spyrja vaksnar Kommunulæknarnir spyrja eisini ungar gentur og konur i aldri til at fåa børn, um tær eru vaksineraðar móti reyðlingum, ella um tær hava havt reyðlingar. Eru tær ikki vísar í, at tær hava havt reydlingar, mælir ikæknin teimum til at lata seg vaksinera. Tad skilu ganga triggir månadir, fri ti tær verða vaksineraðar, til tær gerast við barn, tí tað kann vera, at vaksinan skaðar fostrið. Prógv finn- ast kortini ikki fyri ti vanda- num. randi