Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 1 Scansat/TV 3 Fríggjadagin kl. 18.35 Wedding Day Blues 0 á. 25 5 Michele Greene. Am. sjónvarpsfilmur frå 1988 Margo Roberti og Jeff Callisher eru vorð- in góð, og tey hava ætlanir um at giftast. Men familjan Robert og familjan Calis- her hava ikki nógv felags, og tey eru ikki fegin um giftarmálið. Margo hevur bara sína, sum hevur stríðst fyri at báðar detur hennara skulu fáa tað gott, meðan Jeff kemur úr einari ríkari familju í San Fransisco. Besti vinmaður hjá Jeff, Norman, skal verða forlovari, og skal eis- ini gera okkurt annað í sambandi við brúdleypið. Tey rigga til eitt vikuskifti, og mamma Jeff gremur seg allastaðni, hvussu kedd hon er um hetta. Meðan mamma Margo ivast um hon skal taka eitt lán, so at hon betri kann sammetast við hina familjuna. Systir Margo er horm um, at systir hennara er ikki bert vakrari enn hon, men eisini um at hon skjótt verður gift við einum millióningi. Nor- man fær trupulleikar, hotellið er fult av japanarum, og obodnir gestir koma eis- ini. Eisini fyrra gentan hjá Jeff, sum Marg eigki veit um. Og ein, sum kennir Jeff, kennir Margo aftur frá einari mynd í Playboy. So hvussu verður við ætlaða brúdleypinum? mammu Friggjadagin kl. 22.55 Kojak Ein ung kvinna, sum er fyribils utskriv- ad av einum sinnissjåkrahusi, hevur ilt við at klára seg uttan fyri sjúkrahús- veggirnar. Og steðan gerst ikki betri av, at hon hevur ein >forstýraðan< vinmann at verja seg. Hann heldur seg gera henni eina tænastu, tá ið hann drepur tann, sum kemur henni nær. Kojak roynir at hjálpa gentuni og at finna vinin, sum drepur fyri at »verja«. — Leygardagin kl. 17.00 Airwolf Hawke og Dominic royna at verja syst- kinabarnið Dominic móti einum vanda- miklum narkotikahandlara. Caitlin O'Shannesy fer til Hawke at biðja um ar- beiði, eftir at hava havt frí úr arbeiði eitt ár hjá Texas Highway Patrol. Leygardagin kl. 19.30 Heaven's Gate Am. filmur frá 1981. Filmurin er bygdur á eina dapra tíð í søgu Amerika og byrjar í 1870, tá ið tveir floksfelagar, Averill og Irvine, gevast at lesa á Harward. Tá vendir myndin sær til Johnsen County í Wyoming 1891. Averikk er tá sheriffur. Irvine er drykkjumaður og limur í Stock Growers Association... Sunnudagin kl. 19.30 The Endless Game George Segal, Albert Finney og Monica Guerritore. Ensk/Italskur filmur í tveimum pertum frá 1989 við Albert Finney í hovuðsleik- lutunum. Ein morðsega byrjar á einum ellisheimi í einari enskari bygd. Ein einsamell gomul kona býr innan fyri teir tjúkku múrarnar. Hon fær ongantíð vitj- an, og hon hevur onga familju og ongar vinir. Men ein dagin kemur ein ungur maður at vitja. Hann sigur seg vera syst- kinabarn við konuna, og sjúkrasystirin letur hann fara inn og letur tey verða einsamøll. Tá ið hon kemur aftur, er mað- urin farin og miss Nicolson, konan, er deyð. Kanningar vísa, at hon er eitrað við DS-7, einum eiturslagi, sum nazistarnir brúktu undir krígnum. Hver var henda gamla konan, og hvat hildu tey hana vita. Og hver myrdi hana fyri at varð- veita ein loynidóm 40 ár aftaná kríggið? Sunnudagin kl. 22.30 Married With Children Marcy og nakrir grannar siga Peggy, at ein »hyggjari« er har um leiðir. Tá ið Peggy uppdagar, at hon er tann einasta, sum ikki hevur havt vitjan av »hyggjara- num«, og tí er hon sannførd um, at hon er helst ikki nóg vekur. Steve sigur Al, at hjúnarlagið hjá honum er í vanda orsak- að av hesum >hyggjara<. Men hjúnalagið hjá Al rillar eisini, og onkursvegna noyð- ist hann at sannføra hana um, at hon framvegis er vekur... Mánadagin kl. 22.35 | Edward Woodward. Rick hýrir McCall at hjálpa pápanum, Frank Donoghue. Frank er uppfinnari, og hann hevur uppfunnið eina bensin- pumpu, sum minkar um bensinnýtsluna. Nú er fyritøkan Penatrax farin at gera eina líknandi pumpu, eftir at hava sagt nei at gera pumpuna hjá Frank. Týsdagin kl. 18.00 Grannar Mrs. Mangel er ímóti at Malcolm og Eileen ætla at giftast. Eileen vitjar hana, tí hon skal biðja hana gera nakað fyri seg. Av tilvild uppdagar Sally brúdleyps- ætlanirnar og heldur at tað er við vilja, hon er hildin uttanfyri. Madge er glað um at vera heima aftur. Týsdagin kl. 22.25 McCall Pete og Lenny eru vindeygavaskarar, og teir seta seg i samband vid McCall. Platt- formurin, teir brúka, er skaddur, onkur hevur gjørt seg inn á hann, og tað mundi endað við einari vanlukku, tá ið teir fóru til arbeiðis aftur. Hesir báðir vilja sleppa upp í eitt fakfelag, men tað vil stjórin hjá teimum, Mike Reigert, ikki. Barney Miller Dagurin hjá Barney Miller byrjar illa. Kona hansara, Elizabeth, vil fegin, at tey flyta til eitt betri og tryggari umhvervi. Samstundis er ein ungur narkotikamis- nýtari tikin og koyrdur á løgreglustød- ina. Tá ið hann verður hoyrdur, eydnast tað honum, at stjala ein revolvara... Hósdagin kl. 18.00 Grannar Tá ið Eileen uppdagar at Jaime er horv- in, ætlar hon beinanvegin at ringja til legregluna. Malcolm roynir at sissa hana, og tíbetur kemur Des og greiðir henni frá støduni… Hósdagin kl. 2225 - McCall Mitchell hevur fingið 36 tímar at lata nakað víðari, hann hevur fingið. Men hann veit ikki, hvat »nakad« er og biður McCall hjálpa sær. Mitchell er ein >play- boy«, og McCall kannar hverjum hann hevur verið saman við. Mitchell minnist at hann fekk eina svávuldós frá Vicki, men legði hana í íbúðini hjá Theresu. So finna Theresa, McCall og Mitchell Vicki dripna... Morgunlestrar í Útvarp Foroya 27.—2. mei 1992. Hesa vikuna lesur Anna Rúna Jakobsen úr Kollafirði Sálmar: Mánadagur 27. apríl nr. 515 Guðs náði altíð er mær hjá Týsdagur 28. apríl nr. 282 Guðs endurføddu, nylivnadu sålir Mikudagur 29. apri! nr. 292 Eg livi og veit við fullgóðum treyst nr. 300 Sum døgg å slignar eingir Hósdagur 30. april nr. 338 Kom halgi andin bjart nr. 267 Eg veit, hvar góð er grundin Friggjedagur i. mei nr. 232 Titt orð er, Gud, vårt arva- góðs nr. 13 Guðs kirkjulið, gitnan ger skapara tín Leygardagur 2. mei nr. 21 Algóði Faðir! tú yndismilt bendir nr. 516 Ljósið rann av kærleiks runni