Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. apríl 1992síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

2 Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — ivamål? Ein spurningur, elta tíðindi, so ring til okkara. - Vit exu til reidar! Telefon 118 20 Lågtrystid i útsynning úr Íslandi hevur seg eysturyvir og eitt brúgvalag vestaneftir fer væntandi skamt framvið Feroyum fríggjadagin. A VS; BR Hvassur vindur ella skrið, 15—18 m/s, í skift- um upp í storm, 23 m/s, av landsynningi sunn- an, ádrigið, toluligt sýni, men regn. Út á kveldið nakað minni vindur av suðri. Hitin millum 7 og 10 stig. rd DP PP Leygardagin Strúkur ella hvassur vindur, 13 m/s, av út- synningi sunnan, ádrig- ið og ælingur, men tolu- ligt sýni. Hitin millum 6 og 8 stig. Sunnudagin Ur frískum loti upp i strúk ella hvassan vind, 8—13 m/s, av suðri og útsynningi, ádrigið og ælingur, men toluligt syni. Hitin millum 6 og 8 stig. Mánadagin og týsdagin | Friskt lot upp í strúk ella hvassan vind, eingir m/s, av útsynningi, men minni vindur seinni í tíð- arskeiðinum, ádrigið og regn í skiftum ella æl- ingur, men toluligt sýni. Hitin fyri tað mesta millum 6 og 8 stig. Telefax 147 20 Lurta væl ÆR Lýsingar Lýsingarfólk okkara er ráðgevari hjá fyritskum eftir djoralæknanum Nógv fólk hava verið á fundinum, sum Jústines Olsen, djóralækni, hevur havt kring landið um fyribyrging og viðgerð móti sjúku hjá seyði og einstaklingum I lysingarspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran Telefon 118 20 - Telefax 14720 Tey fyrstu smålombini eru ni at siggja å trødunum og millum húsini Í fjór fingu bøndur í Vágum tað hugskot at biðja Jústines í Olsen, djóralækna, um at koma at siga teimum frá seyðasjúkum, fyribyrging og viðgerð. Hesum uppskotið loftaðu aðrir bøndur, og í vetur og í vár hevur djóralæknin verið víða í landinum og greitt frá. Gjárkvgldið skuldi fundur vera á Eiði. Áhugin fyri hesum fund- um er sera stórur. Higartil hava tilsamans umleið 900 fólk verið og lurtað, hvat djóralæknin hevur at siga. Tað er so nógv, ið kann baga seyði. Summum sjúk- um ber til at vaksinera ímóti, aðrar sjúkur krevja viðgerð. Tað valdast árstíð, hvar seyðurin gongur 0.S.v. Djóralæknin greiðir frá teimum vanligastu orma- og garnasjúkunum. Eisini greiðir hann frá, hvør heilivágur finst, hví, hvussu og nær, seyðurin skal hava heilivág. Hesa vitan hava øll ikki møgu- leikan at fåa, ti eingin frå- greiding er nakrantid givin út. Nú verða ikki fleiri slíkir fundir í vár, men onkrir hava longu bíðið djóra- læknan koma næsta vetur at halda fund. Annars er so smátt farið at lemba nú. Seyðurin er ikki líka væl fyri sum somu tíð í fjør, ti tá var veðrið sum um summarið. Veðrið í vetur hevur verið so skiftandi, avfallið nógv, og góð líkindi hjá snultarum. randi Í fongsul Ein ungur maður varð í gjár dómdur fýra mánaða fongsuls- reysing fyri at hava smuglað hash til Føroya Vestfalskyrrindi Vágafirði Suðuroyar-/ | Vestmanna- Føroya Rættur dømdi í gjár ein 22 ára gamlan dana at sita fýra mánaðir í fongsli fyriathavasmuglað hash til Føroya. Maðurin varð tikin i toll- inum á flogvgllinum í Vág- um 10. apríl. Hann hevur siud avbyrgdur í tvær vikur. Hann hevði 750 gramm av hashi í vidførdinum, tá hann varð tikin. Maðurin hevur einki beinleiðis tilknyti til Før- oya, men fór til Føroya við tí fyri eyga at selja hash og sundi harvið skjótt vinna sær pengar. Hevdi hann ikki verið tik- in, hevði hann eisini fingið nakað burturúr, ti keyps- prísurin í Danmark fyri hash er 22-24 krónur grammið, og tað kann selj- ast aftur í Føroyum fyri 100 krónur grammið. Men hann fekk einki burturúr uttan fýra mánaðir í fongsli. Hashsmugling = verður væl harðari revsað í Før- oyum enn í Danmark. Hevði hesin maðurin verður dømdur í Danmark fyri at hava smuglað 750 gramm av hashi, var dómurin 60 dagar. Í Føroyum fekk hann 120 dagar. Maðurin verður kallaður inn at sita í fongsli í Danmark. randi D fp. 7 17. apríl: Fullmáni HT . le 24. april: Seinna kvarter 25. apr 0210 1446 0410 1646 0025 1301 0225 1501 0110 1346 il: 5 0125 1401 25. april: Månin longst frå jørdini 26. apr 0305 1524 0505 1724 0120 1339 0320 1539 0205 1424 0220 1439