leygardagur 25. apríl 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
52 ár undir
Merkinum
FIMTITVEY ár eru nú liðin, síðan
kæra Merki okkara varð viðurkent
á fyrsta sinni av útlendingum.
HÓAST vit við hesum, eftir einum
degi, hvorki gjørdust betri ella rætt-
ari føroyingar, so stendur hesin
dagur fremstur millum verðsligar
hátíðardagar okkara. Tað, flestir
føroyingar vistu mátti gerast fyri at
vit sum tjóð skuldu hóra heims-
stríðið av, varð brádliga undir
Merkinum einfaldgjørt til mestsum
skyldu — at veida og sigla okkum
burturúr trupulleikunum við Merki-
num fremst.
OG so frægt av heiðuri uttanlands
rukku vit brátt undir Merkinum, at
stórveldaleiðarar høvdu á orði, at
avrik føroyinga undir hesum merki
ongantíð skuldu verða gloymd.
TRENGRI er síðan verðið uttanum
okkum, meguleikarr.r fyri frítt at
fara til verka undir Merkinum á
fremmandum havleiðum skerdir og
hesi inniligu lyfti teirra stóru nú bert
sega.
SPELL kanska, men tá samanum
kemur, man okkara egna virðing og
viðferð av hesum tjóðskaparliga
Ábyrgdarhísðstjóri: Jan MuRer Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Fyritaksstjåri: Krisjen Daht
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hilmar Jan Hansen -
Útgevari: — P/F Sonislurin
Uppseting: P/t Sosinkæi
Prant: Pit Prossen 1981 Tetafon:
Bústaður: Argjavegi 25 Postsdressa. Postsmagu 74
174
Argjum
11820 Telafax:
savningarmerki vera týdningar-
meiri fyri Merkið sum so, enn tað,
útlendingar kunnu væntast at
leggja í tað.
VÆNTA kundu vit heldur ikki, at
fortreytir teirra, sum í flestu forum
høvdu havt egið merki í geldir,
skuldu vera nóg góðar til at skilja
okkara avberu frøi yvir viðurkenn-
ingina av Merkinum fyri fimmtitvey
árum síðan. Sum partur av avbyrgd-
um landi høvdu vit einki — teir
teirra, so meira líuvsneyðugt enn fyri
tjóðir flestar, var hjá okkum at fáa
egið merki.
ÍLLAR tungur hava altíð verið. So
eisini tå, tí ikki so fá skírdu flaggfrøi
okkara sum romantikk burturav, og
ikki vardi tað teir, sum í takksemi
løgdu frá landi á fyrsta sinni undir
nýggja merkinum, at tað av okkara
egnu skuldi verða sølkad og vanvirt
so leingi — bert av átta fyri, at
Merkið kanska fór at birta uppundir
eina hollari fatan av okkum sum
fólki í egnum landi.
SYNDARLIGAST var kanska, at
teir, sum enn vóru í andstøðu móti
Merkinum, aloftast sótu tryggir og
fjálgir heima, meðan missurin av
bestu landsmonnum okkara var álv-
arsligur — av teimum, sum settu
fremst skyldurnar mótvegis landi
og harvið nýggja Merkinum, so liv-
Rættvisari
ast kundi sum frægsat hesi døpru
år
AT vit vid krigslok vóru í broyttari
og betri rikisrættarligari støðu m6t-
vegis Danmørk elvdi beinanvegin
til vidari vidurkenning av Merkinum
og andstødan millum føroysku
dannebrogsmenninar viknadi sum
frá leið.
VIT hava í dag ongan rætt til at
smírast at tí hóvastáki, onkur tá
gjørdi burturúr hesum nýggja savn-
ingarmerki. Saktans eru kenslur
okkara fyri Merkinum gðrvísi og
spakari, nú vit hava livað við tí sum
sjålvsagdan part av føroyska geran-
disdegnum í góða hålva øld, men
verður fatan okkara av Merkinum
so sjålvsøgd og grunn, at vit ikki
longur duga at fegnast um alt tað,
Merkið átti at sagt um okkum sum
fólk — ella longu nú gloymt hvat
Merkið kostaði so mongum av
stríði, sveitta og tárum — vóru
summi okkara kanska eins væl fyri
persónliga merkið fyriuttan, iva-
leyst eisini sum eitt slag av føroy-
ingum, men ikki millum teirra, sum
solidaritetur og samábyrgd
samfelagnum kundi væntast á
MERKIÐ nýta vit nú í øllum høpi, í
gleði sum í sorg, og mínsann um
ikki eisini vit halda, at tað kann
hjálpa okkum á so verðsligan hátt,
um.
sum til sølutiltøk av øllum hugsand
sløgum. Kanska er tað í lagi, men
neyvan man tað fara at vera illa
upptikið, um tað ein dag sum henda
verður mint á tilkomin sum ung, um
at meta um hvert høvi, flaggað
verður, og um bert at nýta Merkið
við teirri spekt, tað besta í okkum
megnar at vísa tí, allari tjóðini átti at
verið kærast.
GJØRDU vit tað — lótu vit henda
tignarliga boðbera á sín egna hátt,
boða tær kenslur og hugløg, sum í
okkum bylgjast, og kanska talaðu
minni afturvið, er einki at ivast í, at
vit oftari nýttu Merkið sum rættast.
AT vit sum einstaklingar ella tjóð,
nakrantíð fara at megna at liva við
fullkomnum reinføri í øllum lutum,
er neyvan at vænta, men tåstani
kundu vit av røttum havt Merkið
við okkum, hvar vit so fóru ella
stóðu — men ikki fyrr.
AT vit sum einstaklingar og tjóð
ikki bert eru ábyrgdaði yvirfyri hes-
um tjóðarmerki, men harvið eisini
krossmerkinum, skuldi bert stuðlað
okkum enn betri til at virða og æra
"hanina ímóti tí, vit øll innast
ni ja — einari tignarligari og
eyd tilveru í hesum landi —
fyri
y
STUDENT ELO SUS SSL
A ———————————————""i
| —
Rokna vit við, at samlaði
rentuvinningurin er um
500 milliónir árliga, geva
tey 30 prosentini lands-
kassanum 150 milliónir.-
ella 120 milliónir meira
enn í dag.
Neyvan ognarskattur
Tað hevur eisini ljóðað,
at arbeitt hevur verið við at
kanna møguleikan fyri
ognarskatti.
Serfrødingar halda, at
her man lítið vera at heinta
i hesum figgjarårinum.
Ognarskattur krevur stórt
fyrireikingararbeiði, c
hevur stórar vansar. M
um annað tað, at pensior
istar, sum hava egin hus
skulu gjalda prosentpart av
tí, ognin er verd, og kanr
hetta hava við sær, at fólk
hava ikki longur ráð til at
sita í sínum egnu húsum.
rentuskatt
-soleiðis at hann, ið hevur millióinir í bankan-
um, kemur at rinda lutfalsliga tað sama sum
smáspararin. Landskassin kann gerast 120
milliónir ríkari, siga serfróðingar
Í dag gevur rentuavgjaldið
landskassanum umleið 30
milliónir árliga. Hesin
skattur verður roknaður
soleiðis, at fólk rinda hálvt
prosent av tí tey eiga
innistandandi. Sostatt rind-
ar småspararin, sum ikki
fær eins høga rentu sum
hann, sum hevur milliónir
í bankanum, lutfalsliga
meira.
Talan hevur verið um at
broyta hesa skipan, so fólk
rinda ein ávísan prosent-
part beinleiðis av tí tey
vinna í rentuinntgku.
Skal landið framhaldandi
hava 30 milliónir í avgjaldi
fyri rentu, skal prosentpart-
urin eftir nýggja rokni-
háttinum setast til millum
6 og 7 prosent.
A hendan hátt fáa vit
eina rættvísari rentuskatta-
skipan, sum eisini er í trá
við dupultskattaavtalurnar,
vit hava við onnur lond.
Hinvegin verður lands-
kassin ikki ríkari av ti.
Skal landskassin gerast
rikari av hesum må pro-
sentid upp, men hvussu
nógv er eisini ein spur-
ningur um, nær vandi er
fyri, at fólk taka pengar
sínar úr føroysku peninga-
stovnunum, og flyta teir í
útlendskar.
Her hava serfrødingar
roknað seg fram til, at
rentuskattaprosentið kann
setast til 30, uttan at fólk
fáa vinnings fyrimun av at
flyta pengarnar av landin-
Arvaskattur gevur
einki
Talan hevur eisini verið í
krókunum um at hækka
arvaskattin, men hetta
halda serfrødingar lítið
um.
Ein hægri arvaskattur
kann geva meira í lands-
kassan, men ikki fyrr enn
um fleiri ár. Hetta kemur
av, at fólk tá vilja lata
børnum ella øðrum arving-
um sínum pengarnar ella
Ognirnar sum gávu.
Og tá verður einki at
arva, og tí als einki at
gjalda í arvaskatti.
Fyri at nøkur meining
skal vera í at hækka arva-
skattin, má ein serligur
gávuskattur ásetast.
Hetta halda serfrødingar
eisini vera sera órealistiskt,
tí í somu løtu fólk frætta
um at tílíkur gávuskattur er
á veg, fara tey at geva
sínum komandi arvingum
gávurnar beinanvegin, og
sleppa tí eisini undan
hesum gjaldi.
tór.-
Telegrafistur
Starv sum telegrafistur á Telegrafstoð-
ini er leyst at søkja.
Arbeidid fevnir um alt vanligt telegraf-
istarbeidi herundir nakað av teknikkara-
arbeiði. Arbeiðið er skipað í vaktum.
Løn og starvssetan er sambært sáttmála
millum Feroya Landsstýri og Starvs-
mannafelagið.
Umsóknin verður at senda til Telefon-
verk Føroya Løgtings, boks 27, 110
Tórshavn.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Telegrafstødina, tlf. 12965.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 10. mai 1992.
Telefonverkið