Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Kristiligi Fólkaflokkurin: Veit fleiri Uppskot Kristiligi Fólkaflokkurin heldur seg hava uppskrift- ina, hvat gerast kann fyri >, aftur at fáa javnvág á fíggj- arlógina Vithava lagt fleiri upp- skot fram, sum kundu verið við ul at rætta upp á búskapin í landinum, sigur Niels Pauli Dan- iclsen, formaður i Kristi- liga Fólkaflokkinum. Hann vísir fyrst og fremst ul uppskotið hjá flokkinum um at taka 200 mió. krónur í láni til alivinnuna. Alivinnan stendur fyri fimtingi- num av útflutningi landsins, og teir peng- arnir verða skjótt vunnir inn aftur við øktum út- flutningi, fólk fáa inn- tóku og gjalda skatt og skulu ikki hava forsorg- arhjálp, sigur Niels Pauli Danielsen. Tað hevði eisini hjålpt um vit fóru at klekja toska- og hýsuyngul og seta á havbit, sum danir og normenn gera, heldur hann. Eitt triðja uppskotið er at friða gýtingarleiðir- nar og uppvakstrarøkini hjå fiskinum, so hann nørist og meira fiskur verdur at fåa komandi årini. Partrolingin skal burtur, og trolingin ann- ars avmarkast, og heldur hava annan fiskiskap, ið evur meira arbeiði., sig- ur Kristiligi Fólkaflokk- urin. Mammurnar heim Niels Pauli Danielsen heldur tað loysa seg at ð ð. leingja barnsburdarfar- loyvið hjá kvinnum Tá tær eru heima, kunnu onnur koma í arbeiði. Eisini heldur hann fast við skipanina um at stuðla fólki ul at vera heima hjá børnum sínum fyri at minka um trystid å arbeiðsmarknaðin. Eitt annað uppskot hjá flokkinum er at lækka pensi6nsaldurin. Niels Pauli Danielsen vil ikki hoyra um meira skatt. Tvørturim6t vil flokkur hansara lækka skattin, so fólk fáa meira til avlops, og hesir peng- ar kundu bæði verið brúkur til íløgur og til at gjalda fyri tænastur, tí tað gevur arbeiði, og meira kemur inn í skatti. Tað kemur meira inn í skatti, t.d. við at fólk oftari klippa sær, heldur Niels Pauli Danielsen. Hann er fyri nøkrum sparingum. Tað eru pengar at spara við at rationalisera, effektivi- sera og í summum før- um privatisera almennu umsitingina Niels Pauli Danielsen er ímóti ognarskatti. Sum er hava vit upp- sparing í landinum, og verður pilkað við hana, er vandi fyri, at uppspar- ingin flytir av landinum, sigur hann. randi Skipanir, ið eggja mammunum tl at vera heima hjá børnunum, hjálpa til við at minka um trysud á arbeiðs- marknaðin, heldur Niels Pauli Daniel- sen. formaður í Kristiliga Fólka flokkinum Tjóðveldisflokkurin: Nr. 78 — 25. apríl 1992 Lat okkum royna eina stóra kreppusamgongu -heldur enn eitt landsstýrið, sum leggur størsta dentin á at loysa luxusproblemir Finnbogi Isakson, formað- ur tjóðveldisfloksins er ikki sinnaður at geva ver- andi landsstýri góð ráð. Hann heldur tað vera nyttuleyst, tí við Javnaðar- flokkinum og Fólkaflokk- inum í landsstýrinum vera veruligu trupulleikarnir als ikki loystir. - Vit hava eitt landsstýrið, sum mest av øllum tekur sær av at loysa luxus- problemir, og tad hava vit ikki råd til. Betri var, um landsstýrið nýtti alla sina orku at loysa stóru figgjar- ligu trupulleikarnar, heldur enn at tosa um undir- sjóvartunnil, kommunu- samanlegging og ferða- Finnbogi Ísakson vil hava fleiri flokkar upp í landsstýrið ætlanir, sigur Finnbogi Ísakson. Formaður tjóðveldis- floksins sigur seg íkki rokna við, at nakar flokk- ur, hvørki í landsstýri ella andstødu, er serliga sinn- aður fyri einum vali nú, og tí heldur hann tað vera eitt hugskot at royna eina breiða samgongu. Eina kreppusamgongu, sum hann tekur til. tór.- Sambandsflokkurin: Tættari EF-samband er treyt fyri menning -net til skattahækkingar, burtur við iløgum og almennar stovnar er boð sambandsfloksins Vit mugu hava eitt tættari samband við EF. Hetta fer at stimbra okkara kapp- ingarføri, vit fáa lættari at keypa råvøru til tilvirk- ingar, og vit fáa fleiri hendur í vinnu. Hetta fer eisini at lætta um trýstið á okkara fiskastovnar. Hetta sigur Edmund Jo- ensen vera ein part av receptini hvussu vit lekja samfelagið. Formaður sambandsflok- Eitt tættari samband við EF hevði givið nógv arbeiði sigur Edmund Joensen, formaður sambandsfloksins sins sigur kortanei til skattahækkingar av nøkr- um slag. Líkamikið um talan er um vanligan skatt, rentuskatt, arvaavgjøld ella oljugjald. Edmund Joesnen heldur, at tað hevði verið beint at útsett allar nýgerðir í sam- ferðsluna í Føroyum. Her eru einar 280 milliónir at spara, sigur hann. Har- aftrat eigur hin samhalds- fasti at verða avtkin, og vit áttu heldur at. fingið bundnu uppsparingina inn aftur. Sambandsformaðurin heldur eisini, at hugburður eigur at broytast mótvegis almennum stovnum. Pri- vata vinnulívið er við at laga seg eftir nýggju um- stødunum, og tað eiga almennu stovnarnir eisini Minnist til haldaragjaldið! broyting innan at gera. Hann heldur, at almennu stovnarnir eiga at laga seg eftir útboði og efurspurningi. Edmund Joensen heitir annars á landsstýrið um at hyggja í fíggjarlógarupp- skotið hjá Sambandsflokk- inum, tí av tí kundu teir lært nógv.