Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

fá | Nr. 78 — 25. april 1992 | Einki Imóti EF-limaskanpi -men ikki fyri einhvønn pris -Sjálvur havi eg einki í- móti, at Føroyar fara uppí EF, men ikki fyri ein- hvønn pris. Hetta sigur Fiskasølu- stjórin Bjarti Mohr. Tað er ikki so langt síðani, at sami maður í sjónvarp- inum heitti á myndug- leikarnar at biðja um umsóknarblað til EF. -Hatta var fyrst og fremst sagt fyri at fram- provokera eitt neydugt ordaskifti um Føroyar og EF, eitt ordaskifti, sum eg haldi, at okkara politikarar eisini eiga at vera við i. Bjarti Mohr visir å, at tå hann hevur nevnt spurn- ingin um at fáa umsókn- arblað frá EF, so skal hetta skiljast rætt. Og tað er, at tað við einum slíkum stigi er endamálið at spyrja EF, hvørjar treytirnar eru fyri lima- skapi. -Er prísurin tann, at vit Skulu avskriva okkara fiskigrunnar og alt eftir- litið innanfyri 200 fjórð, so eiga vit so avgjørt ikki at fara uppí EF. Fiskasglustjórin er sum so ikki 6nøgdur við hand- ilsavtaluna vit hava gjørt við EF. -Hon er góð nokk, men kanska nakað lunkað. Hon ger so tað, at vit útseta spurningin um limaskap og sleppur okkum undan at hugsa um hann í ngkur -Men samtíðis mugu vit ikki vera blind fyri, at tað fer fram ein veldugur útviklingur í Europa. Bjarti Mohr heldur tað var rætt av okkum ikki at fara uppí EF saman við Danmark í 1972, men spurningurin er um ikki umstødurnar i dag eru heilt gðrvísi. Stødan broytt -Nú er nevniliga tað við at henda, at júst tey londini, sum vit satsa uppá at selja okkara góðskaðu vørur til, hava í hyggju at fara uppí EF. Her er m.a. talan um Eysturriki, Sweits, Svø- riki, Finland og møguliga eisini Noreg. Her er serliga finski marknaðurin áhugaverdur, tí vit hava økt søluna av góðskaðum vørum til júst Finlands nógv. -Eg meini, at okkara politikarar eru noyddir til at gera sær greitt, at vilja teir ikki fara uppí EF, so mugu teir so sanniliga eis- ini vita, hvat hetta inniber. Skulu vit vera uttanfyri so mugu vit eisini gera okkum greitt, hvussu vit Skulu liva uttanfyri henda felagsskap. Tá mugu vit finna eina rók av einum ella gðrum slagi. Fiskasglustjórin sigur seg annars hava varhugan av, at bretsku, fronsku, sponsku og portugisisku hjálondini hava nógv betri treytir enn vit. Her hugsar hann fyrst og fremst um ta tollunión tey hava við EF, nakað, sum Føroyar eisini átti at fingid, soleidis at allar vørur høvdu fritt at fara og at vit tá eisini høvdu kunnað keypt 3. landsfisk og útflutt til EF uttan nakra forðing. -Tað er slíka tollunións- avtalu vit áttu at havt við EF, og tað undrar meg stórliga, at vit ikki hava fingið eina slíka heldur enn eina handilsavtalu. Uppá fyrispurning um ikki Føroyar, Grønland og Ísland og møguliga eisini Norðurnoreg saman høvdu kunnað staðið sterk uttanfyri EF sigur Fiskasglustjórin, at hetta sjálvandi er ein áhugaverdur og spennandi tanki, men hann ivast í, um hann kann gerast veruleiki, tí hvat hendir tá Noreg fer uppí EF - og hvussu við Íslandi og Grønlandi. -Islendingar eru longu farnir at tosa um limaskap og grønlendingar eru ikki so afturhaldandi longur heldur. Hverjar eru treytirnar -Latið okkum nú fáa samráðingar við EF og vita, hvørjar treytirnar eru fyri limaskapi. Sjálvur dugi eg ikki at síggja nakra vanda, sum stødan er nú. Bjarti Mohr heldur ikki, at tað er rætt at sam- anbera okkum við fiski- vinnugki í EF, sum eru vorðin afturúrsigld eftir at tey eru komin uppí EF. -Vit eru nevniliga nógv meira framkomin, og tað kundi eisini verið hugs- andi, at vit sum limur av EF gjørdist ein týðandi rók í felagsskapinum, nevniliga fiskivinnuser- frødingarnir å ymsum økjum. -Men lat meg endurtaka tað her. Latið okkum síggja treytirnar fyri lima- skapi og so taka eina stóðu. Tá politikararnir siga, at vit mugu ikki fara uppí, so mugu teir so sanniliga eisini siga okkum, hvat tað fer at siga fyri okkum at standa uttanfyri. Innflutnigur | av fiski størsta = v Okkara fiskigrunnar eru so mikið illa fyri, at skulu vit forða fyri einum enn stórri arbeidsloysi og minkandi útflutningi, so er keyp av fiski úr ødrum londum tann einasta bjargingin. Hetta heldur stjórin á Føroya Fiskasølu, Bjarti Mohr, sum annars var ein av stigtakarunum til, at EF-skip herfyri komu til Føroya at landa fiskin heldur enn at fara til stóru uppbodssølurnar i EF við fiskinum. Fiskasølustjørin er ikki Sørt errin av, at tað hevur eydnast honum saman við ødrum at fáa fremmand | avbjóðingin skip at landa fiskin her. -Hetta er júst tað øvugta av tí, sum nógv bóru ótta fyri, tá toilurin á feskum fiski til EF hvarv við handilsavtaluni frá 1. jan- uar. Tá roknaðu nógv við, at okkara egnu skip fóru at landa alla fiskin í EF- havnum. Nú síggja vit, at hetta er ikki hent, men harafturímóti eru tað nú EF-skip, sum landa sín fisk her hjá okkum. -Hetta meti eg sum ikki sørt av einum sigri í fyrsta umfari leggur Fiskasølu- stjórin aftrat. Ikki leypa framav Hann leggur t6 aftrat, at tað er sera hørð kapping um fiskin, og tað ræður ti at arbeiða spakuliga fram og ikki leypa fram av. Tað ræður um at finna teir røttu leverandørarnar við ti rætta fiskinum. Og her sipar hann sjålvandi til tann frysta fiskin, sum vit skulu keypa ur ødrum londum. Hvat EF-skipunum við- víkur, so heldur Bjarti Mohr, at tað eru srea góðu umstødurnar vit hava i Føroyum og lagaligu treytirnar at landa fiskin her, sum eru avgerandi fyri, um EF-skip vilja koma til okkara heldur enn at fara inn å meginlandid vid fiskinum. Sjålvandi hevur siglingartíðin nógv at siga, men vit eiga á ongan hátt at undirmeta týdningin tað hevur, at hesi skipini fáa góðar sømdir: at vit gera tað so attraktivt sum gjør- ligt at landa her. Her liggja vit nokkso væl fyri geografiskt, útreiðslurnar hjå skipunum er minni her hjå okkum Feskt og fryst Bjarti Mohr sigur, at framtidin hjå okkum er bæði at keypa frystan fisk úr útlandinum og feskan frá útlendskum skipum. Tað vísir seg nevniliga at vera líka góð forrætning at hagreiða henda fiskin sum tann, ið kemur undan Føroyum. Tá råvøran við Føroyar svíkur, so er einki annað at gera enn at fara eftir fiski aðrastaðni. Og tað vísir seg eisini, at fyrsta ársfjóðring í ár hevur fimti hvør fiskur landadur Før- oyum verið útlendskur. -Allir søgdu, at tað ber ikki til. Tað var jú heilt burturvið at keypa fisk heilt úr Alaska varð sagt. Men tå japanarar kunnu innflyta rágummi og fáa bildekk burtur úr og útflyta hesi, so má tað lata seg gera hjá okkum at innflyta heilan fisk og framleiða eina lidugvøru burturúr sigur Fiskasølu- stjórin. -Málið má vera at gera meira burtur úr okkara egna fiski og so innflyta feskan og frystan fisk. Hetta er okkara einasu út- vegur burtur úr kreppuni heldur Fiskasølustjørin. Málið er so eisini at koma so langt út úl brúk- aran sum gjørligt vid lidnu vøruni. Vit mugu royna at framleiða og selja ødrvisi enn aðrir gera tað. Antiblokmaður Bjarti Mohr er ikki bangin fyri at viðganga, at hann er antiblokkmaður, tvs. at hann ynskir at broyta gamla framleiðslu- og sølupolitikkin hjá Føroya Fiskasølu og limum henn- ara. Higartil hevur Fiska- sølan nevniliga fyri tað mesta framleitt frystan blokk, sum er seldur av landinum til fyritøkur í útlandinum at saga upp og góðska víðari. -Tað er rætt, at vit sum blokkframleiðari eru at meta sum eitt U-land, tí har verður veran styrd av einum heimsmarknaðar- prísi, sum vit onga ávirk- an hava á. -Vit mugu koma totalt burtur frá at framleiða blokk sum vit hava gjørt higartil. Men harfyri mugu vit framleiða blokk til egna nýtslu, soleiðis at skilja, at vit sjálvir kunnu saga hann upp og gera lidugvørur burtur úr. Hóast útflutningurin av feskum flaki vindur uppá seg, so heldur Bjarti Mohr, at tað verða tær meira góðskaðu vørurnar, sum fara at hava størst týdning fyri okkum í framtíðini. Sjálvandi skulu vit byggja útflutningin á bæði feskt og fryst, men tað er sjálvandi ikki alt, sum er egnað til at útflyta feskt, tí skulu vit hava fleiri møguleikar. -Skulu vit gera okkum nakra vón um at økja um útflutningin, so mugu vit gera meira við fiskin i Føroyum. paneraðar ella ópaneraðar lidugvørur, har øll stykkini viga lika er ein gongd leið. Framhald á síðu 16