Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. apríl 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

#3 Nr. 78 — 25. apríl 1992 verða Kl-stuðul Vidurskiftint viðvíkjandi einum sáttmála millum KÍ og Føroya Fiskasølu er greið, men hann verður ikki undirskrivaður, fyrr enn aftaná at KÍ hevur meldað seg til Europa Cup-kappingina fyri meistaralið í juni Tad liggur púra greitt, at tað verður Føroya Fiska- søla, ið skal vera høvuds- studul hjå føroyameistar- unum ur KI, tå teir seinni i år fara upp i Europa Cup- kappingina fyri meistara- lið. >Samráðingarnar mill- um okkum og fiskasøluna eru fyri nakað av tíð síðani lidnar, og eru partarnir vorðnir samdir um, at sátt- máli skal undirskrivast, tá tað er greitt, at øll viður- skifti viðvíkjandi luttøkuni eru avgreidd fyri okkara viðkomandi eru komin í rættlag,< sigur formaðurin í KÍ, Karl Heri Joensen, vid Sosialin. 300.000 'fiskakrénur Hann vil ikki nevna tað neyva krónutali, men upp- lýsir tó, at talan er um ein sáttmála, ið fer at fevna um nakrar hundraðtúsund krónur. Sosialurin hevur aðrar vegir fingið upplýst, at tað rætta talið liggur á leiðini um 300.000 krónur, og tað man eisini vera á eini góð- ari leið, tá samlaða luttøk- an í fyrsta umfarinum helst fer at kosta KÍ upp ímóti einum 600.000 krónum. >Tá ein slík kapping skal fyrireikast, eru nógvar útreiðslur, ið leggjast má upp fyri, og tá mett verður, at tað kostar okkum einar 600.000 krónur at vera við, er tað áðrenn vit vita nakað um, hvørt vit skulu meta ein- um liði úr Íslandi, ella um talan kanska verður um okkurt lið úr Italia, ið jú er munandi dýrari at ferðast til,< sigur Karl Heri Joen- sen. >Og aftrat er so eisini annað, ið kostar. Klæði Skulu vit helst hava fyri eina upphædd, sum togar upp ímóti 100.000 krón- um, og tá er talan helst um triggjar spælibúnar og eis- ini klæði til sivila nytslu.« Bíða eftir svari Høvudsorsøkin til, at sáttmálin við fiskasøluna enn ikki er undirskrivaður er, at KI í roynd og veru enn ikki hevur fingið endalig boð viðvíkjandi tilmeldingini. Hóast Tað verður ikki nøkur te- ella olju-reklama, ið prýðir bringuna hjá KI í Europa Cup-kapp- ingini fyri meistaralið, men Føroya Fiskasøla. Mynd: Absalon Hansen roknad verdur vid, at KI uttan serligan iva fær møguleikan at verða við í Europa Cup-kappingini, er enn einki skrivligt skjal, ið kann undirbyggja vónirnar um hetta, og fyrrenn tað er komið upp á pláss, kann KI ikki binda seg ov fast, hóast tveir mánaðir ikki eru nøkur long tíð til tær síðstu fyrireikingarnar. »Ikki fyrrenn vit hava fingið tað svart upp á hvítt, at vit kunnu vera vid, hava vit møguleikar ul at av álvara fara undir tað síðsta, ið skal fyrireik- ast,< sigur Karl Heri Joen- sen. »So nú bíða vit bert eftir svari frá fótbóltssam- bandinum, sum skal syrgja fyri at fáa greið boð frá UEFA, um vit av fullum álvara kunnu fáa at vita, um vit kunnu vera við ella íkki.< hj. Tá føroyska fótbóltslands- liðið skuldi fara í altjóða kapping at royna seg — í fyrsta umfari í EM-undan- kappingini — varð nógv tosað um valið av høvuds- stuðli. At Shell gjørdist høv- uðsstuðul mundi ikki vera nakað, roknað varð við frammanundan, og hildið varð, at tað var løgid av fótbóltssambandinum ikki at velja sær landsins Størstu åtflutningsfyritøku sum høvudsstudul, sum átti at verið tað mest nátt- úrliga í hesum føri. Hinvegin er einki at taka seg aftur í, at fótbólts- landsliðið í oljufelagnum Shell hevur havt ein sera góðan høvudsstudul, bæði á ein og annan hátt. Men umframt at fólk í síni tíð undraðust, tá Shell varð høvudsstudul, so var eisini undran á Fiskasøluni úti við Strond, at stórri áhugi ikki hevði verið frammanundan fyri at fáa hesa stóru útflumingsfyri- tóku sum høvudsstudul, og tað er eisini væl skiljandi. Hesi tíðindi hevur Sos- ialurin frá álítandi keldu. At so landsliðið í sínum fyrsta dysti vendi øllum heimsins eygum hendan- vegin, mundi ikki gea tað betri. Men nú hevur fiskasøl- an í hvussu er fingið ein sáttmála í lag, og íkki eigur ein slíkur við KÍ at vera heilt burturvið, tá hugsað verður um, hvussu KI eitt nú spældi móti FC Vali herfyri í Klaksvík, har ikki kundi sigast ann- að, enn at klaksvíkingar vóru sera óhepnir ikki at fáa javnleik ella vinna á is- lendska liðnum, sum KÍ spældi tað kvøldid. Ein dystur, sum í hvussu er gav góðar vónir um heiðurlig úrslit í teirri stóru Europa Cup-kapp- ingini. Tí fær Føroya Fiskasøla kanska eisini eitt heiður- ligt úrslit burturúr, tá sam- anum kemur... hj. ítróttur Síða 17 Fótbóltssambandið Skuldi fáa Svar í gjár Seinnapartin í gjár skuldi Fótbóltssamband Føroya fáa svar frá UEFA við- víkjandi leiklutinum hjá KÍ í Europa Cup-kapping- ini. Torleif Sigurðsson, for- maður í fótbóltssamband- inum sigur við Sosialin, at teir ikki kunnu geva KÍ eitt svar, fyrrenn okkurt er komið skrivliga frá UEFA viðvíkjandi meistarakapp- ingini: >Tey, vit hava tosað við í UEFA, hava verið sera positiv í orð og tal, og vit hava allastaðni fingið tað sama svarið, at einki fer at forða KÍ í at vera við í kappingini, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst,< sigur FSF-formaðurin. >Vit skulu hava eitt skrivligt svar, tí annars kunnu vit ikki líta á nakað sum helst. Tað hava vit í hvussu er lært, so mong- um sum vit hava verið úti lyri av bæði einum og ødrum.« Torleif Sigurðsson leggur aftrat, at tað er langt síðani, at UEFA fekk at vita um ætlanirnar hjá KI, men at einki svar er komið aftur, sum annars er vanligt. Men nú tykist loysnin vera sera nær: »Eg skal fáa eitt skriv- ligt svar í dag, sum kemur at gera púra greitt, um KÍ kann meldað seg til kapp- ingina ella íkki,< segði Mortan Poulsen, FSF, í gjár, tá Sosialurin spurdi um nakað svar var komið frá europeiska fótbólts- sambandinum. ———iviw — ásenálannálaak