týsdagur 28. apríl 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
Eg hevði mist hugin
AA
Nr. 79 — 28. april 1992
Síða 11
Mexiko ynskir at
koma til Føroyar
»Dagurin, ið er upp á tal, um tað mexikanska landsliðið
kemur hendanvegin, er 18. august, men enn er einki kon-
kret avtalað,< sigur FSF-formaðurin Torleif Sigurðsson
Millum ár og dag fær Fót-
bóltssamband Føroya fyri-
spurningar av ymsum slag
frá eitt nú landsliðum, ið
hava ynski um at koma til
Føroya, ella sum bjóða
føroyska landsliðnum at
vitja hjá sær. Rættiliga
misjavnt er, hvussu nógv
liggur í slíkum fyrispurn-
ingum, og teir eru kanska
ikki so fáir, ið ongantíð
gerast annað og meira enn
fyrispurningar.
Hóast tað, so eru ofta
rættiliga forvitnisligir fyri-
spurningar frammi. Tann
síðsti av hesum slag er nú
komin frá tí mexikanska
fótbóltssambandinum, ið
hevur víst áhuga fyri at
senda landslið sítt hendan-
vegin í august mánaði, tá
IN
tað kortini er á eini ferð í
Spania.
Fingið fyrispurning
>Vit hava fingið ein
fyrispurning frá teimum,
ið gongur út uppá, at teir
kundu hugsa sær at komið
til Føroya umleið 18. aug-
ust at spælt móti føroyska
landsliðnum,< sigur FSF-
formaðurin Torkif Sig-
urðsson. >Men enn er av-
gjørt einki konkret í hes-
um, og fyrispurningurin,
vit hava fingið, er ikki
skrivligur, men bert munn-
ligur, so vit gera sum so
einki við hann, fyrrenn vit
fáa ein heilt konkretan
skrivligan fyrispurning.“
Sum sagt er mexikanska
landsliðið á ferð í Spania,
og ætlar sær so hendan-
vegin at spæla, og kanska
eisini at møta íslendingum
í sama viðfangi.
Føroyar til Mexiko
Torleif Sigurdsson
sigur, at samstundis sum
Mexiko ynskir at koma til
Kanska sleppa teir før-
oysku fótbóltsáskoðar-
arnir at síggja Hugo
Sanchez og aðrar navn-
framar mexikanskar
spælarar á velli á
Svangaskarði í august.
Mynd: Hilmar Jan
Føroya, er inni í myndini,
at Føroyar skulu yvir ul
Mexiko í mars mánaði
komandi ár.
>Hetta er nakað, ið held-
ur ikki er avtalað enn á
nakran hátt, og eg vil siga,
at hetta skal eisini viðger-
ast væl áðrenn, skulu vit
taka stóðu ul, um vit taka
av ðrum, báðum ella
hvørgum, tí nógvir pengar
eru uppi í slíkum tiltaki,<
sigur Torleif Sigurðsson.
>Kemur Mexiko hendan-
vegin, er talan um eina
kostnaðarmikla ferð, ti tal-
an er um ein sera stóran
hóp, sum skal ferðast eina
langa leið. Hinvegin kundi
verið stuttligt at knýtt eina
amerikaferð upp í fyri-
reikingarnar til HM-
dystimar komani vár, ti
har yviri kundu vit kanska
fingið ein venjingardyst
móti eitt nú USA.<
Formaðurin í fótbólts-
sambandinum sigur við
Sosialin, at nógvir pengar
óivað eru uppi í slíkari
ferðing, og fyrireiking-
unum annars til slíkar
dystir, so kemur alt hetta
upp á tal, skal eisini finn-
ast útav, hvussu tað skal
fíggjast, og hvør skal taka
sær av fíggingini.<
hj.
Níggjufaldi málskjúttin Ingi Mortensen:
— Men nú er ødrvisi
SÍ-Royn 1-6 (0-2)
0-1: Ingi Mortensen
0-2: Ingi Mortensen
: Ingi Mortensen
: Ingi Mortensen
: Hilmar Hansen
: Ingi Mortensen
: Ingi Mortensen
1
ON On da da 0
»Eg misti allan hugin at
spæla fótbólt, tá tað byrj-
aði at ganga illa hjá Royn
móti endanum á lands-
kappingini í fjór, og upp-
runaliga var ætlanin als
ikki at spæla aftur í ár!<
Orðini eigur vandamikl-
asti álopsspælarin í Føroy-
um í løtuni, Ingi Morten-
sen úr Hvalba. Nú bert
tvey umfør eru spæld í
landskappingini í 2. deild,
er hann í serflokki tann
effektivasti málskjútti, og
tað skal góður maður til at
troðka hann av rókini í
bræði.
Í fyrsta dystinum, sum
Royn vann á heimavølli
móti IF, skjeyt Ingi Mort-
ensen trý av fýra málum,
og um vikuskiftið tá Royn
á útivelli vann 6-1 á SÍ,
var Ingi Mortensen maður-
in aftan fyri øll tey seks
málini!
Hvakk við fyri hvert
málið, ið fór inn
»At tað skuldi gangast
mær so gott nú frá byrjan í
ár, hevði eg avgjørt ikki
roknað við, og skal eg
vera heilt ærligur, so
hvakk eg vid, hvørja ferð
eg sá bóltin í netinum hjá
sørvingum, eftir at vit vóru
komnir fram um við
tveimum málum,< greiðir
Ingi sjálvur frá. >Men tað
var ótrúliga stuttligt, og at
enda stóðu hinir á liðnum
bara og flentu, hvgrja ferð
eg fekk eitt mál.“
Og sørvingarnir kundu
vælsaktans gera lítið ann-
að, tí hóast eitt úrslit, ið
skuldi bent á, at ein
øgiliga stórur munur var á
liðunum, var sannleikin
hinvegin tann, at SÍ
ongantíð gav upp, men at
sørvingar alla tíðina
pressaðu og royndu sitt
besta, enntá við ikki so
galnum spæli.
>Tað er kanska eitt sind-
ur tørført at siga tað, tá ein
sjálvur spælir við, men
fyri mær vísti tað seg, sum
um munurin langt frá var
til, at vit skuldu vinna so
nógv,< sigur Eyðun
Lisberg, ein av Royn-
spælarunum. >SÍ gav
okkum alla tíðina mót-
stóðu, og heldur íkki vit
fataðu tað heldur rættiliga,
at Ingi kundi fáa øll hasi
málini, hóast tað í fleiri
førum vóru góðar avlever-
ingar, hann fekk at arbeiða
við.“
Biðin at koma til TB
Við hesum úrslitinum er
Royn fremst í 2. deild, og
ikki minst er målårtøkan
eftir tveir dystir ótrúliga
góð: 9-1!
Ingi, ið hevur verið sera
ágrýtin álopsspælari á
liðnum hjá Royn í nøkur
ár, sigur seg ongantíð áður
hava skotið meira enn try
mål í nøkrum dysti, so fyri
hvør málið, ið kom aftrat,
setti hann persónligt met.
Undan landskappingini
hevur hann millum annað
fingið onkran fyrispurning
frá TB um at koma hagar
at spæla, men valdi hann í
staðin at halda fram í
Royn.
Og tað man hann heldur
ikki hava nakra orsøk at
angra!
Men hvussu verður nú í
komandi dystunum, manst
tú ikki fara at verða upp-
dekkaður serliga væl, so
ein slík málkavalkada ikki
skal endurtaka seg?
Sosialurin hevði jú
ávarað áðrenn!
»Ju, tí rokni eg heilt víst
við, so klaksvíkingar, sum
eru teir næstu, vit meta,
fara óivað at seta ein mann
burturav at dekka meg.
Tað gjørdu sørvingar ann-
ars ikki, hóast teir longu
fyrr í vikuni vórðu ávarað-
ir í Sosialinum. Heldur
ikki, tá vit vóru fleizi mál
á odda, settu teir ein mann
á meg burturav. Men
slíkum frælsi rokni eg ikki
við í dystunum, sum
koma.<
At enda kundi Ingi
hóskandi sjálvur sloppið at
greitt frá tí málinum, hann
helt vera tað besta hendan
dagin:
>Tað málið, ið nokk var
tað besta, var málið til 2-0.
Ein bóltur varð skotin inn
í brotsteigin hjá teimum,
har trunki var í, og endin
varð, at onkur spælari
høvdadi bóltin, so hann
var á veg móti síðulinjuni.
Eg royndi eftir bóltinum,
og fekk fatur á honum,
áðrenn hann fór út, hálvan
metur frá síðulinjuni úti
við fimmmeturstrikuna. Tá
málmaðurin hjá teimum
kom út ímóti mær, lyfti eg
bóltin upp um hann og í
netið — staddur bert hálvan
metur frá baklinjuni. Tað
haldi eg var besta málið í
hasum dystinum.-
hj.
4 þ Storno
--tin trygd fyri góðsku!
H..J. Michelsen
Handan á 6. Tórshavn
| tit. 1:4414 — tax 1.8045— |
|
|
|
|
|
|
|