Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-04-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. apríl 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FÅ = Ótryggar tíðir - krevja trygt OP þú Í hesum degum verða rættiliga spennandi og týðandi fundir hildnir í Keypmannahavn, sum snúgva seg um framtíð Føroya so og so. Í odda- greinini í gjár vidgjørdu vit týdning- in, tað hevur fyri okkum, at okkara politikarar kunna seg um, í hvønn mun rikisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark verða broytt, um danir við fólkaatkveð- una í juni fara at atkvøda fyri EF- samveldinum. Føroyska marknað- arnevndin skal í hesum viðfangi hava fund við donsku marknaðar- nevndina. HIN fundurin er á einum ødrum stødi, men harfyri ikki minni áhuga- verdur. Tað snýr seg um eitt tiltak, ið Meginfelag Føroyskra Studenta skipar fyri. Evnið á hesum fundin- um er, hvørjar skyldur Danmark hevur mótvegis Føroyum, um vit fara á húsagang. Her verða bæði danir og føroyingar við og fer m.a. skrivarin í Ráðgevandi nevndini hjá danska forsætismálaráðnum at greiða frá. Har verður eisini Henn- ing Holten, sum hevur verið í Ráð- gevandi nevndini umframt at hann Læraraskúlin áhugaverða svenska vitjan Tríggir svenskir læraraskúla- lærarar halda hvør sín fyri- lestur á Læraraskúlanum kl. 19 í kvold Ábyrggarbísðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Útgsveri; Fyritaksstjóri: Krisjen Dahl tjåsmynderi: Kalmar Lindenskov Hime Jam Hanson - Josias Eidaapaard Uppseting: Pit Sosielein Prent: Pt Prosson 1981 Tsleton: PH Sosiskurin Bústaður: Argjavegi 28 eisini hevur praktiskar royndir frá arbeiði sínum i Føroyum. Harafturat verða eisini fleiri onnur fólk. EISINI Sosialurin fer at hava fólk til henda fundin og fara vit at greiða frá honum í komandi blødum. Nú kann heitið á fundinum tykjast eitt sindur ógvusligt, nevniliga, hvat hendir um Føroyar fara á håsagang. Onkur og serliga sitandi landsstýri vil neyvan hoyra talan um slíkt, tí hetta verður mett at vera einki minni enn eitt postulat. T.v.s. nak- að, sum als einki hevur við veruleik- an at gera. HETTA fingu vit váttað frá einum av landsstýrismonnunum herfyri. Thomas Arabo segði við Sosialin, at Føroyar fara ikki á húsagang. hvørki í dag, í morgin eila nakrantíð. Hetta er sitandi landsstýri ført fyri at fyribyrgja. Hann váttaði, at stød- an er ring, men als ikki so ring, at nøkur meining er Í at tosa um, at landið meguliga skal fara á húsa- gang og harvið koma undir út- lendska umsiting. MONG eru tey í Føroyum, sum kenna seg ørkymlad. Tað eru tey, sum longu hava mist sítt arbeiði, tað eru tey, sum bera ótta fyri, at næstu ferð kemur túrurin til teirra og tað eru tey, sum spyrja, hvat endin verður á øllum hesum. Fjøl- miðlarnir hava gjørt nógv burtur úr kreppuni og hevur tað so heldur ikki skortað uppá bæði úttalilsi og boð uppá framtíðina. Har tykjast flestu boðini at vera depur. MEN skuldi tað hent, at landið veru- liga fór á håsagang, sum fundurin í Keypmannahavn í kveld ynskir at viðgera, hvørjar avleiðingar fer tað so at fáa fyri okkum øll! Hetta eru sjálvandi áhugaverdir spurningar fyri øll, sum búgva í hesum landi, uttan mun til um tey hava arbeiði ella ikki. Og hóast tað er greiða og avgjørda metingin hjá sitandi lands- stýri, at tað er heilt burturvið at tosa um henda møguleikan, so er tað tó gott, at onkur tekur upp henda spurningin, soleiðis at fólk flest í hvussu so er vita, hvat í veruleikan- um fer at henda, um landið ikki megnar at klára sínar skyldur og harvið fer á húsagang. VÓNANDI kemur tað ongantíð so langt, sum at vit fara á húsagang og vónandi er landsstýrið saman við á- byrgdarfullum andsteðupolitikar- um umframt vinnuni ført fyri at fáa okkum aftur á beint. Vit hava áður víst á, at tað er ein framtíð í góðsk- ing av fiski, í keypi av fiski úr ødrum londum o.l., so tað er at vóna, at myndugleikar og vinnan í hesum málum ganga hond í hond. Men hóast hesar glottar, so er tað ein Í kveld kl. 19.00 verða tríggir almennir fyrilestr- ar á Læraraskúlanum. Tey, sum halda fyrilestr- ar, eru øll lærarar á lær- araskúlaútbúgvingini á lærda háskúlanum í Gete- borg. Fyrilestrarnir verða um- leið trý korter hver, og millum fyrilestrarnar verður hevi at fáa sær ein drekkamunn og eitt prát. Fyrsta fyrilesturin held- ur Bertil Gustafsson, og hevur hann heitið: Fjalda lesiætlanin — ella gera vit tað, vit veruliga halda okkum gera. Annan fyrilesturin held- ur Anita Pehrsson, og hevur hann heitið: Fyrsta lesingin — eitt framhald av Lásning pá talets grund. Síðstur kemur Lars-Áke Kornell, sum hevur valt sær evnið: Tann góði skúl- in. Eftir fyrilestrarnar verður hevi at spyrja og skifta orð um tað, ið svenskararnir hava lagt fram. Vitjanin er líður í norrena samstarvinum sannroynd, at okkurt álvarsamt má gerast við verandi fíggjarlóg so ella so. TAÐ frættist, at samgonguflokkar- nir enn ikki eru samdir um, hvussu hetta skal gerast. Tað verða teir so noyddir til, um teir ætla at verða sit- andi í Tinganesi valskeiðið út. Tí er at vóna, at teir ikki krøkja seg ov nógv fastar til egináhugamál, men síggja tann neyðuga politikkin sum ein spurning um, hvat tænir landi og fólki best. Megna teir ikki hesa uppgávu einsamallir, so er víðkan av samgonguni, nýggj samgonga ella nýval einasti útvegurin. Nú fáa vit so at síggja. Hóast ymiskir, so áttu samgonguflokkarnir báðir at kunna funnið fram til eina loysn í umredda máli. Tí slíka krevur landið og fólkið og ikki minst okkara fremmandu lánveitarar. TAÐ ringasta, sum kann henda í hesum óstabilu og ótrygg tíðum er at vit fáa eitt stýri, sum ikki er nóg trygt og stabilt til at taka tær neyð- ugu avgerðirnar. Hetta hava vit alt ov nógvar ringar royndir av undan- farnu árini, og má tað tí ikki endur- taka seg. Teir tríggir svensku lærararnir saman við rektaranum á Føroya Læraraskúla, Paula Nielsen. Mynd Kalmar Nordpluss, ið gevur okk- um meguleika at sam- starva við øll norðurlond uttan Danmark. Haldið sosltalin SE OS A SR I