hósdagur 30. apríl 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Veruligir menn renna
| ikki undan ábyrgd
Vantandi ábyrgdarkensla hjá monnum er ein av
hevuðsorsekunum fyri at kvinnurerslan hevur
sín sjálvsagda gróðrarbotn í okkara samfelagi í
dag. Yvirhevur eru vit orðloysingar. Eitt demi
eru tær mongu einligu mammurnar, sum trúðu
føgrum orðum, sum bert vóru nýtt til at nøkta
eins egnu lystir, men vóru gloymd, tá ið ábyrgdin
av einum komandi barni skuldi takast.
„Eitt orð er eitt orð, og ein maður er ein maður,
er eitt ónýtiligt orðatak í dag. Sjálvt skrivligar
avtalur verða lítið virdar, og okkara politikarar
Í hava sett sína æru í at vera fyrimyndir hesum vid
víkjandi. Játtið syndina og vendið um frá hesum.
Tann vanligasta umreðan av okkara stýrandi
monnum er vanvirðislig og full av misáliti. Hví?
Tí teir bróta síni lyfti og vanvirða harvið sínar
veljarar. Og sum onkur so beinrakið hevur sagt:
„Eitt samfelag rotnar frá toppinum og niðureftir
- ongantíð øvugt«. Vit menn mugu biðja um fyri-
geving fyri slíkt sum omanfyri nevnt og ikki
standa aftanfyri ein múr í tápuligum stoltleika,
og vóna at alt fer at laga seg av onkrum eðrum.
Veruligir menn biðja um fyrigeving, tá teir hava
mistikið ella -brotið seg. Tann, ið ikki ger tað,
rennur undan ábyrgd og er ein — ja, ein vattnissa.
Kvinnur eru yvirhevur nógv trúgvari enn menn.
Og tá maðurin ikki vísir ábyrgd, so er tað at gleð-
ast um, at kvinnurnar taka um endan. Hvussu
hevdu Feroyar sæð út uttan kvinnuranr.
Vit menn mugu vakna. Menn vaknið! Bíblian
sigur: >Verið menn« 1. Kor. 16,13, og tí verður
sagt í vanligum málburði: Ver nú ein maður
ostr.
Vit hava fingið boð um at elska konur okkara,
ikki bara í songini (sexuelt), men sum Kristus
elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana,
Ef. 5,25. At geva er svarið í hjúnalagnum. Tað er
kanska ikki tað stersta upplivilsi at fara upp kl. 3
um náttina at skifta blæðu á einum grátandi
barni, men tað er betri enn at verða skildur. At
elska er ikki bara orð! Verk skulu eisini til. Og
skulu verk til, so skal eisini styrki til. Og hvaðani
kemur styrkin til at virka kærleika? Bíblian sigur
„Gud er kærleiki«, og so kann ein og hver gita.
Gud er upphav kærleikans, og fyri at fáa full-
komnan kærleika, mugu vit sjálvi uppliva kær-
leikan, sum Gud elskaði okkum tá hann doyði til
okkara frelsu á einum krossi fyri okkara syndir.
Allir menn, sum hava konur, siga — ella hava
vónandi sagt: Eg elski teg. Men nógvir hava enn
eftir at prógva sín kærleika. Júst tí vil eg tala ein
boðskap til menn. Hóast boðskapurin er úr Bíbli-
uni og grundaður á kristna trúgv, so er hetta fyri
allar menn, sum vilja styrkja sítt hjúnaband og
sína familju. Familjan er rótin í samfelagnum, og
sum Smith Wigglesworth segði: »Ansa væl eftir
rótini, so er eingin vandi fyri åvøkstrinum«. Verð
ein, sum rennur við ábyrgdini, ikki undan henni.
Fundur fyri menn við evnunum: Maðurinum í
familjuni og maðurin í samfelagnum, er lýstur
aðrastaðni i blaðnum.
Svein Askildsen, Gæstugeta 14, Tórshavn
KOKSKVETTIÐ
KOKSKVETT - KOKSKVETT - KOKSKV
|-50% Restir av hurðum til køkar, bað og klædna-
skáp, eimhettir, karusellir o.a.
Nyggjastu køkar, bad, gardurobur, klædna-
skáp o.a.m.
—— — ——— Velbastadvegur 48
Postsmoga 2178
Tlf. 14260 - Fax 19015
om ser SSD NG SE SUNS NN SAG GAIA GE SE) ERR SR FR-100 Torshavn
Nr. 81 — 30. april 1992
Nú stendur á um
Vestmannasund
NúTernan I ikki er at avlasta Sam i siglingini um Vestmannasund,
verður bíðitíðin longri at sleppa um sundið
Tað hevur sínar avleiðing-
ar, at Teman 1 týsdagin
varð sett at sigla um Leir-
viksfjørd, ti leigaða ferjan
Fagranes ikki megnar
cinsamøllat røkja hesarutu.
Fernan ! hevur leingið
siglt um Vestmannasund, tí
Samtekur ikki allar bilarnar
og øll fólkini, tå mest stend-
ur á. Um summarið hava
bæði skipini siglt aftur og
fram, tá ferðingin var tann
mesta.
Seinastu = tíðina hevur
Ternan I tikið nakrar túrar,
mest í sambandi við flog-
rutuna. Næstan hvønn dag
hevur hon siglt onkran túr
um sundið
Fólk í Vágum vóru ill, tá
tey frættu, at eingin Terna
var at sigla um Vestmanna-
sund næstu vikurnar. Mitt á
degi ernógv ferðsla, tí tá eru
eisini postbilur og fraktbil-
ar. Uttan Ternu kann bíði-
tíðin gerast heilt long við-
hvort. Tað er vanligt at
skula bíða ein túr, en nú
verður henda biditid upp-
attur longri, sjålvt um Sam
noydist at sigla onkrar
eykatúrir.
Ternan 1 hevur siglt um
Vestmannasund eftir tørvi,
Teir á Sam hava spurt seg
fyn hvønn dag, hvussu
nógv fólk eru við flogfari-
num, og Ternan hevur so
siglt, tá fólkini hava verið
nógv. Tað er ein góð loysn
heldur Karmal Olsen, skip-
ari á Sam. Hann væntar, at
nógv fer at standa á, nú vit
nærkast sumri, og fleiri
ferðast, ikki bara millum ferðslan er longu friggja-
lond, men eisini ítróttarfólk = kveld, áðrenn Ternan gevst
og få.k til Zarepta. Sjálvt = atsigla um Leirviksfjørd.
um Ternan ikki siglir um
Leirviksfjørd leygardag og
sunnudag, kann hon íkki
avlasta Sam, tí tann nógva
randi
Tit ringja
Sosialurin,
tíf. 11820
— vit skriva
Tá ferðingin um summ-
arið er mest hava Sam og
Ternan 1 siglt aftur og
fram um Vestmanna-
sund tað mesta av
degnum