Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 2. mai 1992 til hann var 87 Koyrdi lastbil Doreus Jacobsen í Vági verður 100 mikudagin. Hann hevur millum annað verið fiskimaður, og hann hevur koyrt lastbil í eitt mannaminni. Hann var bestimaður á sluppini Traveller tá teir vóru skotnir niður av týskum kavbáti, og hesa hendingina minnist hann enn, hóast tað eru 75 ár síðani Doreus Jacobsen, sum meginpartin av lívi sínum hevur verið búsitandi suð- uri í Vági, er føddur í Nordagøtu og var millum teirra í bygdini, sum í 1910 tóku seg saman og stov- naðu Føroya Fiskimanna- felag. Hann var tå 19 åra gamal, og einasta av teimum 23 bygdamonnum sínum, sum í dag er eftir á lívi. Hóast sín høga aldur, tóktist Doreus rættiliga birgur tá vit herfyri hitti hann hjá dóttrini Judith suðuri í Vági. Doreus greiðir frá, at hann sum 14 ára gamal gjørdist fiskimadur. Um hetta mundi komu mangar sluppir til Føroya. Teir å Gørdunum keyptu tvær sluppir, Traveller og City of Norwich. Ein dagin komu teir av Gørd- unum til Gøtu at bidja fólk, og úrslitið varð, at bæði Doreus og teir fýra beiggjar hansara fingu kjans. Teir skuldu bara koma suður til Vágs so skjótt sum teir vóru kon- firmeraðir, fingu teir at vita frá Magnus: á Gerð unum Bestimaður Dorcus greiðir frá, at honum dámdi væl hetta lívið umborð. Efur at hava fiskað nøkur ár, gjørdist hann bestimaður, men at læra til skipara hevði hann ongan hug ul. -Mær dámdi betri at fiska, sigur hann. Við Traveller var Doreus eisini undir fyrra verðald- arbardaga, og hann var eisini við hendan seinasta túrin, hin vanlukku 24. maí 1917, tå sluppin varð sekt á Bankanum av týskum kavbáti. Hóast tað eru liðin 75 ár síðani hesa hending minn- ist Doreus væl hvat hendi. -Hetta var um náttina og veðrið var gott tá vit fingu eygað á kavbátin. Mann- ingin varð purra út, og tá allir vóru komnir upp á dekkið var kavbáturin tætt hjá okkum. Av kavbát- inum varð rópt, at vit skuldu allir koma í bátin og rógva móti kavbáunum. Nakrir av mainingini vóru tiknir umborð á kavbátin. Hinir skuldu rógva nakrar av tyskarnum yvir á Traveller við lóðuri. - Tá hetta var gjørt, vóru týskararnir settir umborð aftur á kavbåtin, og tit fóru allir í bátin, sum var eitt lítið fýramannafar. Hann fleyt so tungt, at bert ein partur av ovasta borði var undan. Til alla lukku var veðrið av tí allar besta, og vit settust við árarnar at rógva móti landi. Løtu seinri sóu vitTraveller fara í luftina. Doreus heldur, at tað mundi taka teimum einar 22 tímar at rógva til lands, og illa vóru teir fyri, tá teir umsíður komu á Fámjin. Teir vóru væl móttiknir í bygdini og fingu tað teim- um tørvadu. Tá komu boð frá Magnusi Dahl, at teir skuldu ikki fara til gongu suður til Vágs, men at hann skuldi senda bát eftir teimum og sigla teir suður á Vágseið, og hagani gingu teir so heim til hús. Koyrdi bil í ein mansaldur Seinri fór Doreus at koyra bil fyri Garða- handilin. Handilin hevur fingið ein lastbil, og heitt var á Doreus um at fara ul Havnar at taka koyrikort, men tað gjørdi hann ikki fyrr enn hann hevdi koyrt i eini tvey år, men væl bar til, leggur Doreus aftrat. Doreus greidir frå, at hann hevdi nógv at gera við bilinum. Teir turkaðu fisk millum annað í Fámjin, so nógv varð koyrt millum bygdir. Soleiðis koyrdi Doreus bilin hjá Garðamonnum í nøkur ár, men nakað seinri keypu hann sær lastbil sjálvur, men helt fram at koyra fyri Garðahandilin. Hann mundi koyra til hann fylti 87. ; Dorcus bar ikki orð fyri Jákup Pauli Joensen, Heilufróðiliga Starvsstovan, um oljureinsievni Okir dalkingina --Tí hava vit ikki nýtt disper- geringsvætu frá Kemilux. Hendan fær oljuna at hvórva úr manna- eygum, men ikki úr náttúruni, sigur hann Oljureinsievni, ella disper- geringsvæla, er sera vandamikil fyri náttúruna, og tí verður hendan bert nýtt á einki annað kann gerast. --Skuldi vit nýtt oljurcinsievni í Sørvågi, so kundi hetta bert verið forsvarligt, oljan bein-- leiðis hótti við at oyða ein fuglastovn, eitt nú súluna Og bert tá. Hetta var ikki tilfelli í Sørvågi, sigur Jákup Pauli Joensen. --Aftaná at oljureinsievni var nyit i samband vid oljudålkingina i Vågi, hava vit skrivað land- stýrinum eitt bræv, har vit vísa á hvussu vandamikið tað er at nýta tilik evnir, sigur hann. Tad sum hendur er, at dispergeringsvæta broytir formin á oljuni, hon verð- ur upployst og hvørvur úr mannacygum. Men hon er har framvegis og kann nú verða uppukin í fisk og annað lív á sjónum. Oljan gerst í hesum líki nógv vandamiklari fyri nátt- úruna enn tá onki verður gjørt við hana, sigur Jákup Pauli Joensen. Tað sum okkum væntar eru nakrar almennar rættningslinjur um hvussu vit skulu gera, tá in stór dálking hendur. Viðvíkjandi oljudálk- Framhald á síðu 6 at koyra tað vit í dag júst kunnu kallað ralleykoyr- ing. Sjálvur sigur hann, at Magnus Dahl, sum var hittinorðaður maður, eina jólaaftan, Doreus fór við bilinum ul Porkeris, beyð honum gleðilig jól, um hann ikki náddi aftur til Vágs fyri jól. Mikudagin 6. maí verður so fødingardagshald i Vågi. Doreus, sum er Doreus Jacobsen er bæði birgur og tíðindafróður hóast sín høga aldur Mynd: Kalmar næstelsta følk i Vågi, fyllur 100. tór.-