Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= 5 g 3 Nr. 83 — 2. mai 1992 Aftur i år skipar Føroya Fimleikasamband fyri ti stóra tiltakinum »Fim- leikafagnadinum«, ið fyrstu ferð var framfert í nov. 90 og tað var stak væl eydnað. Hetta er eitt spennandi, og eitt heilt annarleiðis tiltak, enn tær vanligu fimleikaframsýningarnar, vit plaga at síggja. Tað hevur eisini verið endamálið við tiltakinum at givið fimleikinum eitt annarleiðis innihald, og at seta heildina saman upp á ein ótraditionellan máta. Í góðari tíð framman- undan verður ein yvir- skrift vald, hesa ferð >Tey fýra elementini< (jerð, vatn, eldur, luft), ið feløg- ini síðani skulu lýsa, og tað kunnu tey gera við fimleiki/drama, ljósi, ljóði og litum. Pallurin, tey kunnu gera hetta á, er 10X15 m, og tíðin tey hava er 15 min. hver. Hvussu stórt talið av fimleikarum er, er frítt, men tey skulu breiða seg yvir mest meguligar ald- ursbólkar og kyn. Tað felagið, ið lýkur hesi krev best, verður vinnari, men dómararnir verða ikki teir vanligu fimleikakønu, tað verða valdir 10 áskoðarar, ið aftan á framfersluna skulu tingast um, hvat felagið, ið hevur loyst uppgávuna best. Seinast var yvirskriftin „Árstíðirnar“ og var til- takið í Norðurlandahúsin- um, ið við sínum sera væl útgjerda ljós- og ljóð- anleggi, er sera væl egnað til endamálið, men til stórt spell fyri okkum, kundu vit ikki sleppa inn aftur í Norðurlandahúsið. Grundgevingin var, at tað var nóg mikið av ítróttarhallum í landinum, nakað vit vistu fullvæl frammanundan, men tað kann ein og hver siga sær sjálvum, at dámurin er Stórt fimleikatil tak á Kambsdali ikki tann sami í einari ítróttarhell, sum hann er í Norðurlandahúsinum, og tær eru heldur ikki út- stýrdar við ljós og ljóð- anleggum. So um fimleikurin ikki er kulturellur nokk, til tann eina dagin árliga at sleppa inn í Norðurlanda- húsið, kann ein freistast at spyrja seg sjálvan, og skal spurningurin her standa ósvaraður. Men vit setast ikki upp afturá fyri tað, og tað er við stórum spenningi, vit seta okkum í stólarnar í itrottarhøllini á Kambs- dali sunnudagin kl. 16.00 at njóta tað besta innan koreografi, hugflog — gleði og fimi, sigur Fim- leikasambandið í tíðinda- skrivi. Havnin karmur um skótadag í dag Føroya Skótaráð skipar í dag fyri skóta- degi í Haun, sum er fyri skótar úr ollum landinum. Havnin fer í dag at verða merkt av einum stórum skótatiltaki. Ætlain er nevniliga, at skótar úr øll- um skótaplássum i Føroy- um koma til Havnar hend- an dagin. Tað vil siga, at Havnin verður merkt av skótalívi — umfatandi bæði úlva- ungar, títtlingar, skótar, birkibeinar, ungdóms- skótar, rovarar og leiðarar — og er endamálið, at hesin serligi dagur skal staðfesta tann góða skóta- felagsskapin, sum er mill- um allar skótar í Føroyum í dag. »Vit vilja visa og upp- liva, at allir skótar eru vinir«, sigur Feroya Skótaráð í einum bóklingi, ið er sendur út til allar skótarnar í Føroyum. >Og tað gera vit við at gera ymiskt saman og uppliva nakað saman«. Teir mongu gulu, grenu og gráu skótarnir, ið væntandi leita sær til Havnar í dag, savnast kl. 10 á ymiskum steðum. Úlvar, títtlingar, skótar og leiðarar savnast í skótahelinum í Frelsunar- herinu, skótahellini hjá Skótaliði Sigmunds Brest- issonar og í KFUM og KFUK, meðan ungdóms- skótar, birkibeinar, rovar- ar og leiðarar savnast í Miðbýnum, har fyrireik- ingarnar verða gjerdar á staðnum — meguliga áðr- enn kl. 10. Umframt virksemið, ið byrjar í Miðbýnum kl. 10.30, vitja teir yngru á virkjum, stovnum og eðr- um steðum í Havn eftir ávísari skrá. Á miðdegi savnast so allir skótarnir í Miðbýnum at eta mat- pakkan, teir hava við sær, áðrenn hildið verður fram kl. 12.30. Ein kapping vid fimm ymiskum postum i Miðbý- num byrjar millum skóta- patrúljurnar kl. 13, og kl. 14 fara skótarnir so aftur til tilhaldssteðini, fyri at gera klárt til stóra skrúð- gongu, ið byrjar á Vaglin- um kl. 15 við Havnar Hornorkestri á odda. Gingið verður niðan á KFUK-treðna, har dagur- in endar við einum stórum legubáli, ið er ein fastur táttur í skótalívi, tá tað er best. Verður veðrið til vildar, verður roknað við heilt stórari undirtøku. Tiltøk- ini koma at seta sin heilt serliga dåm å Havnina, og serliga Miðbýin, sum at kalla verður skótaklædd- ur, allur sum hann er í dag. Sum skilst er hetta eitt tiltak, ið saktans kann verða endurtikið. Síða 17 MUSIKKSKÚLASTEYNAN '92 gjár ra Mt nan 92 í Norðurlandahúsinum. Bæði børn og vaksin úr mai byrjaði flestu musikkskúlum í Føroyum lutaka. Kostnað- ur fyri lutøku og mat er 180 kr. Lutakararnir eru skipadir i 3 ymiskar bólkar. Bólkur I Í Klingruni, bólkur 2 i Utvarpshøllini og bólkur 3 SELECT > umbro #5 SPARTA SPORT Så Á SPARTA SPORT HG? N.GATA a SELECT <> umbro #3 SELECT <> umbro #5 SELECT ) 6 | í Konserthøllini í Norð- urlandahúsinum. Byrjað var kl. 10,00 við venjing. Eftir døgurda er aftur venjing i uml. 3 timar og tå fáa lutakarirnir høvi at svimja ella um tey hava hug, fara niðan í ítrottar- høllina. kl. 18,00 er nátturði. kl. 19,00 verður so konsert, bæði við solistum og smáum bólk- í Handils- kjarnanum Í sambandi við, at vit fylla 4 ár hava vit hesi TILBOÐ PUMA graslíkisskógvar til børn PUMA CLASSICS graslíkisskógvar til vaksin. Vanl. prísur 699,-. ASICS TOP SEVN handbólts- og frítíðar- skógvar. Vanl. prísur 699, - ASICS VISTA hanbólts- og frítíðar- skógvar. Vanl. prisur 499, - Upplatingartilboð 679,- Upplatingartilboð 500, - Upplatingartilboð 399,- UMBRO venjir.garbúnar til børn v/ 2 pørum av buksum. Vanl. prísur 585,-. Upplatingartilboð 500,- Alt til ítróttin SPARTA SPORT Handilskjarnin - TIf. 13121 - Tórshavn um. Eisini verður fólka- dansur og rock'n roll dans- ur i høllini. Sunnudagin 3. mai verð- ur so ukid saman um tað ið spælarirnir hava lært å stevnuni,og kl. 16,00 verð- ur konsert, kostnaður vaksin: 40,- kr.børn: 6- keypis. Eftir konsertina endar stevnan. 6 i — —W| mi fr” SPARTA SPORT <— 11867 SGOTA > 133735 DØ gun > 193135 SØ oqun S> 1331735 Er g 6 i