Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 5. mai 1992 Nýggi Strembingur Kostaði banka dýrt Norskur banki misti 22 milliónir, tá Strembingur varð seldur til Føroya Føroyskt tidindi um fiskivinnu siggjast ofta i kenda bretska tíðarrit- inum, Fishing News Inter- national og í seinasta blaðnum varð skrivað um tvey skip. Nýggja skop- unartrolaran Strembing og fyrrverandi rækjutrolaran við føroyskum eigarum, Roman I. Og um Strembing stend- ur, at cin norskur banki misti hópin av penigi, tá Strembingur varð seldur til Føroya. Á norskum hondum æt Strembingur Polar Har- vest. Hann varð bygdur í 1987 á Moen Slip, skipa- smiðjuni í Tróndheimi. Báturin var bygdur sum skeljatrolari saman við fleiri ødrum smáum skeljatrolarum. Samstund- is bygdu norðmenn fleiri stórar skeljatrolarar, men skeljastovnurin toldi ikki royndina og skip aftaná skip fór undir hamaran. Polar Harvest varð so umbygdur til rækjuveiðu, Roman I liggur Maloy í Noregi. men við bert 35 metrum, var hann ovlítil til harð- balna veðurlagið við Sval- bard og í Barentshavinum. Og hann tók eisini nakað lítið til at raksturin kundi bera seg, 200 tons. Hann skuldi fiska fyri góðar átta milliónir um árið og tað kláraði hann ikki. Janson Shipping royndi síðan at selja skipið, men striltið hevur gingið og nú tvey og eitt hálvt ár seinni eyndaðist tað endiliga at sleppa av við skipið. --Stóri taparin í hesi søluni eru norsku bank- arnir, sigur Manfred Jan- son við Fishing News International. Roman 1 til Alaska Rækjutrolarin Roman 1 sum føroyingar áttu, verð- ur møguliga seldur til Alaska. Hann liggur í løtuni í Maloy í Noregi. Roman 1 er bygdur í Bretlandi og hevur fyrr verið flakatrolari. jústinus Kvinna tikin í Eysturoynni Heilivagskoyring Kvinnan koyrdi ótrygt á vegnum, tí var hon tikin og flutt á landsjúkrahúsið til kanningar Leygarkvøldid tóku tveir havnapolitistar, sum høvdu fri, og høvdu verið ein tår i Nordoyggjum, eina kvinnu, sum koyrdi bil í Eysturoynni. Kvinnan koyrdi ótrygt eftir vegn- um. Politistarnir bodadu politinum í Eysturoynni frá. Kvinna hevði ikki drukkið rúscrekka, men var ávirkað av heilivági. Hon var "skeiv", sum tað stendur í døgnrapportini hjá politinum í Runavík. Kvinnan varð flutt á landsjúrkahúsið til kann- ingar. Tá tað snýr seg um misnýtslu av heilivági, so kann ein kanning av land- inum avdúka hetta. Kvinnan er skuldsett eftir grein 15 í ferðslu- lógini, sum eisini umfatar at koyra doyvdur av heili- vági. Grein 16 umfatar rúsdrekkakoyring. Bitin av hundi Fríggjadagin seinnapartin varð meldað til politiið, at tvey børn á Berjabrekku í Havn vóru bitin av hundi. Annað barnið var bitið í hondina, hitt í lærið. Bitini vóru kortini ikki hættislig. Hundaeigarin fær í minsta lagi bót fyri, at hundur hansara gekk leysur. Fútin avger, um meira verður gjørt við málið. Vakthavandi sigur, at tað er sera sjáldsamt, at fólk verða tíkin fyri at koyra "skeiv“ at heilivági. Gloymdu at snara Ein bilur fór í sor leyg- armorgunin á Skála. Bil- urin fór útav, har nýggi vegurin omanfyri Skála snarar oman í bygdina, beint innanfyri fótbólts- vøllin. Hetta vikuskifti hava eisini fleiri innbrot verið í Havn. Á Blá- dýpinum í Dr. Jakob- sensgøtu er hurðin sorlað inn, á Bryggju- bakka hava gestir verið inni bæði hjá Heima- hjálpini, MBF og hjá Landsapotckaranum, sum halda ul í sama Fleiri innbrot. Tveir ungin manns vóru í bilinum og bilfgrarin hevur ivalcyst gloymt at snara, tá hann við nógvari ferð kom í svingið. Bilurin fór útav, men lendið er gott, bleytur hagi og ti fingu teir ongan skaða, hóast bilurin fór sera illa. Mennirnir vóru báðir fullir. jústinus húsi, og har er rótað eftir pengum. Sunnumorgunin varð brotin inn í DER, og har eru vekslipengarnir uknir úr kassanum. Nógvastaðni eru rútar knústir, m.a. á gamla Hotel Djurhuus, hjá Essaba og á Fútastovu . randi Síða 7 Jústinus Eidesgaard, blaðmaður skrivar: DANIR EIGA EITT orð, sum javnan verður nýtt í fjølmidlunum og tað er orðið "politikerlede", hetta merkir stutt sagt, at fólk leiðast við okkara fólka- valdu, tey eru troytt av teimum. Málsmiðirnir á Debesartrød áttu at farið at smíðja eitt føroyskt orð fyri "politikerlede”, tí tað hava vit brúk fyri í dag. Besta prógvið fyri, at vit mugu fáa hetta orð inní málið var seinasti friggjadagur. 1. mei, altjóða ar- beiðaradagurin. Í ár slapp ongin framat, eitt dygt misålit til politikararnar ella "politikerlede". Hetta átti at fingið tey 32 á tingi og tey sjey úti í Tinganesi at hugsað seg um. Arbeidarafjøldin hevur mist álitið á teimum. SEINASTA VIKA VAR cisini merkt av eini um- hvørvisdålking. Sørvågsfjørdur verður ikki tann sami í langa tíð framyvir. Sørvingar mugu finna seg í at síggja fjørdin bræða av olju til seinasti oljudropin er skolaður úr sandinum. Teir mugu eisini finna seg í at síggja søkkladnan fugl doyggja av somu olju, sum rann á sjógv frá oljutangunum seinasta tysdag, størsta oljudálkingini i Føroyum nakrantíð. Eisini hesuferð var mannafeilur orsøkin til at 53 tons av olju endaðu á sjónum. Sambært stjóranum í oljufelagnum fær mannafeilurin íkki avleiðingar fyri nakran. Og her brýtur stjórin íkki uppúr nýggjum tí tað at mannafeilur ikki fær avleið- ingar, tað er so serføroyskt sum nakað. Hendi hetta uttanlanda, at eitt oljufelag tvær reisur innan eina viku dálkaði umhvørvid av mannaåvum, so ruku høvd, kanska stjórans eisini. OG AT BRØLARAR og innkompetansa ikki fær avleiðingar, ger tað sera lukrernadi at vera polit- ikkari í Føroyum. Fyri stuttum hoyrdu vit í út- varpinum um ein grønlendskan landstýrismann. Hesin hevði høvudsåbyrgdina fyri einum síla- aliætlan. Hendan ætlan hevði ikki gingið sum ætlað, og grønlendski landskassin hevði mist yvir tríati milliónir krónur. I politiska lívinum í Grønlandi varð kravt, at landstýrismaðurin skuldi leggja frá sær. Kemur fram, at hann hevur ábyrgdina, so pakkar hann sekkin beinanvegin. Kunnu føroyingar læra nakað av hesum. Bara í seinastu viku misti lands- kassin tíggjutals milliónir í effektivum landskassa- vedhøldum, tá seks skip vórðu seld á tvingsilsølu. Og hetta eru dropar í mun ul undafarin landskassa- vedhøld. HVUSSU BER TAD TIL, at fleiri av hesum skipum, okkurt hoyrir uppí tey fyrstu stållinuskipini tað vil síga yvir tríati ára gomul, í dag skulu kosta yvir 20 milliónir? Tey kostaðu íkki eina at byggja og hava rindad seg innaftur fleiri ferðir. Hver hevur ábyrgdina fyri, at tað ber til, at skip í dag kunnu skylda fleiri ferðir søluvirdi? Og hver ger tat møguligt? Tað eru einfalt, landskassavedhøld kreppulån og fyri hesum hava politíkararnir, úr øll- um flokkum seinastu tíggju árini, ábyrgd. Men tydn ingurin av orðinum ábyrgd er ein býur í Kina, í persónligar avleiðingar fær ábyrgdin ikki, politisk sessurin er eins tryggur, hvussu nógvar milión hann søplar burtur. Men veljarin er trúgvur, ti som menn koma innaftur val aftanå val. OG I MORGIN er fólbóltslandsdystur, men sjór varpið hevur ikki ráð at senda, hóast kostnaðurin á senditidini úr Rumenia eru peanuts móti effektiv: landskassaveðheldunum, sum síggjarin eisini seinasta enda skal rinda.