Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 84 — 5. maí 1992 tíðindablaðið Einki undirhald í Vági Spælið í dystinum VB-SÍF var einki at reypa av, og sigurin hjá VB kundi verið stórri, vórðu hålvu kjansirnir lagdir saman, so teir góvu mál VB-SÍF 3-0 (1-0) 1-0: Egil Steintórsson 2-0: Jan Allan Miiller 3-0: Jan Allan Miiller Tað var ikki tað stóra und- irhaldsvirðið, ið mest av øllum setti sitt merki á dystin í Vági leygardagin. Hvørki av liðunum vísti serligt spæl, hóast VB skal eiga til rós, at har vóru teir flestu kjansirnir, meðan sandavágsmenn vóru rætti- liga sørir. Å VB-lidnum hevdi J6- annes Jakobsen eisini roynt onkrar broytingar, ið tó vórðu sleptar í seinna hálvleiki. Millum annað byrjaði Egil Steintórsson inni hesaferð, og so var eisini Rúni Nolsøe at síggja á bakkinum, og ikki miðjuni, sum vanligt er. Men hóast broytingar og nýhugsan, ið møguliga kundu hugsast at órógva VB heldur enn gestirnar úr SIF, eydnaðist ikki gest- unum at fáa meira burturúr. Lumpisligt mál Heldur var tað VB, ið stóð fyri tí, ið var at síggja í dystinum. Tað vóru ikki farnir meira enn 15-20 minuttir, tá heimaliðið kom á odda. Bjarni í mál mum gyppaði bólun høgt og langt, og hann kom bert eina ferð í vøllin, áðrenn hann rakk høvdid á Egili, ið stútaði bóltin víðari upp um SIF-målmannin og í málið til 1-0. Eitt sindur lumpisligt mál, kanska, men kortini nógv mikið ul at leggja VB á odda. Næsta málið hjá VB, ið kom í seinna hálvleiki, varð eisini gjørt við høvd- inum. Rúni Nolsøe, ið nú spældi á stammplássinum á miðjuni, legði bóltin inn fyri úr høgru síðu, har Jan Allan Miller var á blett- inum og nikkaði hann pent í meskarnar hjá SIF til 2-0. Triðja málið hjá VB var úrslit av einari miseydnað- ari rangstødufellu — ella var tað veitringin, ið mis- eydnaðist — ið førdi við sær, at Jan Allan gjørdist púra leysur. Hann helt ta beinu leið móti málinum, rak málmannin av og økti lætt til 3-0, ið eisini gjørd- ist endaliga urslitid. Nógvar aðrar kjansir Umframt hesi trý málini hevði VB fleiri aðrar kjansir, so sum skot á yv- irliggjaran, men einki av hesum gav nakað av sær Vórðu teir hálvu kjansirnir lagdir saman til mál, hevði VB óivað kunnað vunnið enn meira, men so skuldi ikki verða SÍF liggur framvegis í botninum saman við NSÍ, og hvat av hesum liðunum komandi vikuskiftid fer at fáa samband við hini lid- Egil Steintórsson, VB roynir at temja bólun, meðan ein SÍF-ari Og hin málskjúttin hjá VB, Jan Allan Miller, standa og hyggja at Mynd: Rógvi Johan- sen im, er ikki lætt at siga, men endar uppgerðin í Sandavági við javnleiki, byrjar ræðumyndin í botn- inum at vísa seg á vegg- inum. (hj.) Hóast talan ikki var um tað stóra undir- haldsvirðið í dystinum VB-SIF, var tað VB, ið hevdi betur eyga fyri bóltspælinum. Mynd. Rógvi Johansen Steðan, 1. mansdeild B36-B71 KÍ-TB B68-G Í VB-SÍF NSÍ-HB -— — -” GÍ HB B71 VB B68 TB KI B36 SIF NSÍ Lod led lad led Það lá Lad Það fad Le DD mn tt -— eg Komandi dystirnir, 10. mai 1992: B71-HB TB-B68 B36-KÍ GÍ-VB SÍF-NSÍ Í | 3 | 4 0 2-2 0-3 Ø SI OD 9 tað da NV 6 = a Síða 11 UR lød Lod da bb tn -, SD Ww