Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Tíðindaskriv Fimm spennandi bokur um sjógarpin Magnus Heinason Fyrsta bókin um Magnus Heinason útkomin Feroya Lærarafelag er farið undir at geva út bókareðina um Magnus Heinason, sum Eilíf Mortanson skrivaði. Bekurnar eru uppruna- liga skrivaðar á donsk- um, men nú hevur Elin Mortensen týtt tær til foroyskt. Fimm bekur eru í bókareðini um Magnus Heinason, og tann fyrsta, Ein sjó- garpur, er júst útkomin. Bekurnar koma tvær um árið, og hinar fýra hava fingið hesi heiti: 2. Sjórænaraskip í eyg- sjón, 3. Sjórænarar á Norðhavinum, 4. Svíkj- Seinasta ferð skiparans. Í hesi fyrstu bókini um sjógarpin Magnus Heinason hitta vit hann ein óveðursdag í árinum 1562, tá ið hann 16—17 ára gamal 'roynir, hvussu tað er at stýra bát í ringastu líkindum. Tað er ikki meir enn at hann vinnur upp land aftur, og faðirin Heini Havreki, próvstur, er í eðini inn á sonin, tí tað flættast ikki við hann. Pápin vil hava Magnus at festa garðin og taka við sum bóndi, men hugurin stendur til sjógvin. Magnus sekir avbjóðingar í lívinum og ger ikki altíð, sum pápin vil. Í hesum tíðum er illa statt í Feroyum, fólk eru fátæk og sjórænarar herja. Magnus kennir á sær, at boð eru eftir hon- um at verja land og ogn- ir móti ágangi og ráni, og hann dugir at síggja, at vend kemur ikki í við at sita hendur í favn. Í hesi fyrstu bókini fangar Magnus Heina- son seyðatjóvar, og hann er í bardaga við sjórænarar, sum herja í bygdini. Hann er djarv- ur, álítandi og vilja sterkur, og hann vinnur sær bæði vinir og fíggindar. Fyrsta bókin endar við at Magnus eina náttina rýmir út í heimin. Hann fær skip at føra og verður sjó- maður. Á fyrstu sigl- ingsferðini vitjar hann aftur heiman, og pápin fyrigevur honum svika- gerðina móti sær. Ein sjógarpur er ein sera spennandi bók fyri bern, ið eru 9 ár og eldri. Hon er 113 síður og kostar 120 kr. í bóka- búðunum. Bókin er sett, prentað og innbundin í Føroyum. Bókareðin um Magnus Heinason verður eisini send bóka- klubbalimunum í bólk- inum 9—12 ár. Í barna- bókaklubbanum kostar hendan fyrsta bókin 80 kr. . = Aindahlaðjð 1i VUGAJILGUU Í Tíðindaskriv sg. gq ” Dyrini motmæla Ein sermerkt myndabók til bæði smærri og størri børn Tað hevur altíð verið við einum vissum spenningi, at bíðað hevur verið eftir, nær dýrini, ella tey, sum bera byrðarnar, fara at mótmæla, ella enntá gera uppreistur, tí at umsteðurnar = gerast teimum ótolandi. Í nýggju myndabók- ini Dýrini mótmæla ella Teir nýggju spæli- menninir, sum Feroya Lærarafelag hevur giv- ið út, snýr segan seg um nekur av teimum dýrunum, sum verða brúkt í altjóða lýsinga- herferðum. Dýrini tíma ikki longur at verða brúkt til bæði líkt og'6- líkt av handilsmonn- um, men vilja sleppa at royna seg sjálvi. Tey lesa ævintýrið um Býartónleikararnar í Bremen, og eins og dýrini í ævvintýrinum semjast eisini lýsinga- dýrini um at rýma. Leiðin liggur út í stór- býin, við ellum sínum fjølbroytni, freisting- um og meguleikum. Í ævintýrinum um Býar- tónleikararnar í Brem- en koma dýrini ongan- tíð leiðina fram, men í hesi nýggju útgávumi av ævintýrinum, við lýsingadýrunum sum høvudsleikarum, kefn- ur meira burturúr. Lýs- ingadýrini uppliya tann nýggja andan, sum ræður í stórbýar- c samfelagnum, har alt skal gerast upp i pen- ingi. Lysingadyr eru forkunnug, og skjótt hava dýrini vunnið sær sess í tónleikaheimin- um, sum eitt av nýggj- astu tónleikanevnun- um. Dýrini mótmæla ella Teir nýggju spæli- menninir er týskt ævintýr, sum Jørg Miller og Jørg Steiner hava sagt og teknað. Tað sermerkta við hesi nýggju bókini er tekn- ingarnar, sum minna um sjónvarpsmyndir. Serliga hetta at so nógv verður gjert burt- ur úr sjónarhorninum, sum tekningarnar eru sæddar úr, ger hesa bókina til eina telandi uppliving. Dýrini mótmæla er ein spennandi mynda- bók við einum fjeltátt- aðum boðskapi, og hetta ger bókina væl egnaða til bæði at lesa ella bara at blaða í at njóta myndirnar. Dýrini mótmæla ella Teir nýggju spæli- menninir er myndabók til bæði smærri og sterri børn. Hon fæst í bókabúðunum og kost- ar 90 kr. Í Barnabóka- klubbanum kostar bók- in 55 kr. Bjørg Matras Jensen hevur umsett Dyrini mótmæla úr tyskum. Føroyskur båtur 5-mannafar í góðum standi biliga til sølu. Hevur verið brúktur sum kapp- róðrarbátur. Tif. 127 30 í vikuskiftinum 73 306 Tidindaskriv Bukkarnir Brusi Einfalt, men hendingaríkt ævintýr Hver kennir ikki ævin- týrið um teir tríggjar Bukkarnar Brúsi, sum ætlaðu sær yvir um ánna at smakka tað síða og sevjumikla grasið á feitilendinum á áarbakkanum hinu- megin. Og trolið, sum lá undir brúnni, og lov- aði at eta ell, vágaðu tey sær at fara yvir um brúnna. Jú, hetta er ævintýr, sum bern flest munnu kenna, og tey vaksnu munnu eisini minnast, hvussu frálíka væl teimum dámdi at hoyra um Bukkarnar Brúsi, tá ið tey vóru bern. Nú hevur Bókadeild- in hjá Lærarafelagnum givið hetta ævintýrið út á føroyskum sum myndabók. Bukkarnir Brúsi er norskt trellaævintýr, sum Asbjørnsen og Moe skrivadu upp å sinni. I hesi føroysku útgávuni eru myndir, sum sviin Staffan Gør- ansson hevur teknað. NÚ er at spenna BELTINI Nr. 85 — 6. maí 1992 Hetta eru litfagrar og stuttligar myndir, sum fáa hugin hjá bernun- um at lætta sær á, með- an tey vaksnu siga frá. Hendingarnar eru ein- faldar, men dramatisk- ar, og ófera væl duga brúsarnir at bjarga sær úr vanda. Og bernini frøa seg. Tey troyttast ikki, og tað kitlar líka illa í búkinum hverja ferð, hóast bernini hava hoyrt seguna ó- taldar ferðir. Bukkarnir Brúsi er myndabók fyri tey smæstu. Pauli Hansen hevur týtt ævintýrið úr svenskum. Bókin fæst í bóka- búðunum og kostar 85 kr. Í Barnabókaklubb- anum kostar bókin 55 kr. Tórshavn Í kveld kl. 20.00 venur Streingjakórið. Meinigheitshúsið, ————— EB GO