Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Áhbyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Fyritaksstjóri: Krisjan Daft Ljósmyndari: Kalmar Lindenskar Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidasgaard Útgeveri; PH Sosiskæin Uppseting: P/'f Sosielurin Prant: Pit Pressan 198? Tsiaton: Bústaður: Argjavegi 28 Postsdrasss Postsmugu Argjum mæ 2 Telefax: 172 Eitt mennandi ordaskifti FØROYA Javnadarfiokkur heldur hetta vikuskiftið sina årligu lands- stevnu i WNorðurlandahúsinum. Stevnan byrjaði í gjárkveldið, tå for- maðurin Atli Dam skuldi leggja fyri við eini frágreiðing um farna árið og støduna annars, bæði í samfelag- num og í samgonguni. TAÐ er einki dulsmál, at tað í flokk- inum eru ymsar meiningar um rikna politikkin og ikki minst um sam- starvið við fólkaflokkin. Tað eru tey, sum halda, at slíkt samstarv forkemur og undirgravar javnaðar- flokkin. Men tað eru so eisini tey, og millum teirra telist løgmadur og helst ein stórur partur av bæði landsstýrismanning og tingmann- ing floksins, sum ikki duga at síggja aðrar samgongumøguleikar. Atli Dam sigur í samrødu við Sosialin í dag. at hverki samband ella tjóð- veldi hava hug at taka við ábyrgd. Hann heldur, at verandi samgongu- flokkar eru teir einastu, sum hava dirvi til at finna ftøkiligar og skila- góðar loysnir. > fram í ár 2000 TAÐ er greitt, at hesar báðar áskoð- anir fara at merkja landsstevnuna. Vit kunnu bert vóna, at nógv fólk nýtir høvid at meta upp og siga sína hugsan. Tað ringasta fyri ein flokk eru illgitingar og tutl í krókunum. Endamálið við eini landsstevnu er at gera støðuna upp, og at líta aftur um bak og vita, um kósin, sum varð stungin út í kortið seinast, er tann rætta ella um hon eigur at verða broytt. VÓNANDI ber til at fáa eitt sakligt og breitt orðaskifti á landsstevnuni Føroya Javnaðarflokkur Á F P um teir mongu spurningar, sum fólk ynskja at taka upp. Tíðin er sjálvandi avmarkad, men mest týð- andi vid eini slikari stevnu må og skal vera tað kritiska og uppbyggj- andi orðaskiftið. Tað er í veruleikan- um skyldan hjá bæði fólkavaldum umboðum og stuðlum floksins kring landið alt at frambera sína hjartans ærligu meining í einum slíkum forum. Hetta er sjálvandi grundarsteinurin í demokratinum: at allar meiningar sleppa framat — verða hoyrdar og toldar. EIN flokkur, har eingin røring er í, har eingin torir at muta ímóti tí, sum leiðslan heldur, har øll eru so samd so samd um eitt og alt, er ein deyð- ur og einkisigandi flokkur. Skal ein flokkur ikki steðga upp og følna, so er avgerandi, at har alla tíðina rgrist nakað, at meiningarnar eru nógvar og boðini uppá, hvussu framtíðar politikkurin skal síggja út eru mong. Hetta vikar tó á ongan hátt hugsjónarliga aðalmál floksins, sum er eitt betri, rættvísari og meira menniskjansligt samfelag, har virðingin fyri og solidaritetur mótvegis hvørjum ødrum stendur í hásæti. EIN flokkur, sum kallar seg demo- kratiskan og fólksins flokk, men sum ikki livir upp til henda setning, hevur als ongan tilverurætt. Tess meira lívligt og breitt kjakið verður, tess betri. Hóast ósemjur av yms- um slagi, so eigur júst orðaskiftið at vera tað savnandi og uppbyggjandi — tað er kikarin inn í framtíðina — sum ikki bara skal viðgera dagin í dag men eisini líta heilt fram um komandi aldarskifti. Atli Dam, formaður javnaðarfloksins undan landsstevnu: -Vit mugu finna skilagóðar loysnir -meðan hugsjónirnar í meiri mun verða lagdar til viks. Tað er eingin loysn at víðka samgonguna, tí hvórki samband ella tjóðveldi vilja átaka sær ábyrgd. Hinvegin eru tað bert samgonguflokkarnir, sum hava dirvi til at fremja ítókiligar loysnir. byrjaði árliga landsfund Sín i Norð urlandahúsinum í ciår- kveldið. Fundurin heldur fram í dag. Undan fundinum spurdu vit Atla Dam, formann floksins, hvat hann heldur um uppskot- ið hjá Ingeborg Vinther, forkvinnu i Føroya Ar- beidarafelag at skipa eina breida samgongu. Orðaskifti á lands- fundinum -Eg vóni, at tað ber til at fáa eitt orðaskifti í lag á landsfundinum við umboðum fyri fakrørsl- una m.a. um uppskotið hjá Ingeborg Vinther at víðka samgonguna og koyra fólkaflokkin út Atli Dam sigur víðari, at er fólkaflokkurin utt- antyri verður grundar- lagið í hvussu er íkki breiðari politiskt. Um møguleikan at fáa aðrar flokkar uppí eina samgongu sigur Atli Dam m.a.: -Sambandsflokkurin hevur jú ongan hug at á- taka sær ábyrgd. Og royndirnar frá samgongusamráðingunum sýndu, at tjóðveldisflokkurin helst vil sleppa at menna seg í andstøðu, so tað eru efur míni metan framvegis eingi onnur alternativ, enn tað vit vóru noyddir til at skipa aftaná valið. Dirvi at fremja loysnir Atli Dam roknar heldur ikki við, at tað hevði verið rættari at tikið av- gerðir við fleiri flokkum og meiningum inni í myndini. Tvørturim6ti. -Hinvegin sæð havi eg eina kenslu av, at mong av okkara fólki ógvuliga treyðugt vilja venja seg við samarbeiðið millum tveir so ymsar flokkar og heldur lata eyguni aftur fyri ti tydningarmesta, og tað er, hvert flokkarnir hava dirvi til at fremja loysnir, og tað meti eg í løtuni bert hesir báðir flokkar hava. Formaður javnaðar- floksins sigur víðari, at tað er uppgávan hjá floksins leiðslu og fólkavaldu umboðum annars at sannføra floksins stuðlar um, at tað ber til at hava eitt sokallað pragmatiskt samarbeiði, sum fyrst og fremst snýr seg um at finna skilagóðar loysnir á teimum PP æ Atli Dam: -At siga samarbeiði í samgonguni upp vil vera eitt hitt størsta misálit vit kunnu medvirka til at skapa bæði heima sum úti trupulleikunum vit eru í, at fremja neyðugar strukturbroytingar, so vinnulívið kann gerast framtaksfýsið og meir- virðisskapandi aftur - og Framhald á síðu 20