leygardagur 9. mai 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
22 De >
“ ; 2 -
Orkuverkið hjá SEV í Eysturoynni verður yvirdimensionerað í ólukkumát, sleppur
elfelagið ikki at byggja út í Eysturoynni. Hetta verður høvudsargumentid hjá SEV fyri
at sleppa at halda fram við Eiði 3
Sev skal út-
byggja í
mong ár
Tann seinasta um útbygg-
ingina hjá SEV er, at
landstýrið er sinnað at lata
SEV útbyggja í Vest-
manna og steðga við stóru
ætlanunum í Eysturoynni.
Vit hava ikki fingið hesi
tíðindi váttað úr Tinga-
nesi, landstýrismaðurin í
orkumálum, Svend Aage
Ellefsen var ikki at hitta í
gjár, men Sev-bossurin,
Klæmint Weihe var bilsin,
tá vit søgdu honum tíð-
indini.
--Eg tosaði so seint sum
mikudagin við Svend
Aaga Ellefsen, og hann
nevndi onki um nakra
útbygging í Vestmanna.
Heldur ikki hava vit fingið
nakað skriv um hetta frá
landstýrinum, sigur
Klæmint Weihe.
SEV hevur í yvir eitt ár
havt eina ummsókn liggj-
andi hjá landstýrinum um
at sleppa at halda fram við
útbyggingini í Eystur-
oynni. Men enn hevur
elfelagið einki svar fingið.
Sosialurin hevur skrivað
um hesa umsókn fyrr og
hon hevur millum annað
verið til ummælis hjá
orkuráðnum. Orkuráðið
hevur gjørt eitt tilmæli,
men tað liggur í Tinganesi
í løtuni.
Klæmint Weihe segði í
Sosialinum herfyri, at
orkunýtslan var minkað
munandi saman við mink-
andi virkseminum í land-
mum og at viðka um
framleiðsluorkuna ikki var
so akutt í dag, sum tá
virksemið var í hæddini í
seinnu helvt av áttati-
Vestmanna
Og skal gloyma alt um útbygging í Eysturoynni í
árunum.
At byggja út í Vest-
manna kemur at føra við
sær, at nýggja orkuverkið
á Eiði fer at vera fleirfalt
yvirdimensionerað. Tí
trupuleikin hjá hesum
verki er, at tað fær ikki
nóg mikið av vatni. Tað
kann framleiða nógv meir,
enn tað ger í dag.
jústinus
Nr. 88 — 9. mai 1992
Arbeiðsloysið veksur stóðugt
Arbeiðsloysið
dupult so stóri
sum í heyst
Tá fyrireikingarnar til arbeiðsloysisskipanina i
heyst vóru gjórdar, var talið á teimum, sum
fingu forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi 700.
Nú er tað 1400, og vandi er fyri, at inntøku-
grundarlagid undir arbeiðsloysisskipanini ikki
fer at halda
Arbeiðsloysið í Føroyum
veksur stødugt. Tølini frå
Almannastovuni hava
ongantíð verið so stór sum
nú. Í apríl mánað fingið
1001 fólk arbeiðsloysis-
stuðul frá Almannastovuni.
Tá er Havnin ikki íroknað.
Rokjnast kann við, at talið
fyri Havnina liggur um
400.
Arbeiðsloysið er vaksið
innan allar aldursbólkar,
og hyggja vit eftir hvørjum
øki sær í landinum sæst, at
arbeiðsloysið er mest
vaksið í Suðuroynni, Eyst-
uroynni og í Norðoyggj-
um. Almannastovan rind-
aði í april 5,7 milliónir í
mun til 4,6 millión í mars.
Harumframt rindaði Sosi-
ala Deild hjá Tórshavnar
Kommunu í mars mánað
2,4 millión. Hetta tal er
ikki tøkt enn fyri april
mánað.
Landsstýrismaðurin
gtast
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í al-
mannamålum øtast yvir
tann stóra vøksturin i
arbeidsloysinum. Av ti at
dupult so nógv verður
útgoldið í forsorgarhjálp
vegna arbeiðsloysi enn tað
var í heyst, tá fyrireik-
ingarnar til arbeiðsloys-
isskipanini vóru gjørdar,
heldur landsstyrismadurin,
at vandi kann vera fyri, at
komandi arbeidsloysis-
skipanin skjótt kann koma
í líkviditets trupulleikar.
Hann leggur tó aftrat, at vit
vita ikki hvat veruliga
arbeiðsloysistalið er, fyrr
enn vit fáa arbeiðsávís-
ingina og skrásetingina.
Jóannes Eidesgaard vónar,
at hon kemur at virka í
summar.
Samlaða inntgkan hjá
arbeiðsloysistryggingini er
roknað til umleið 120
milliónir við tveimum
prosentum frá arbeiðstak-
ara og tveimum frå løn-
takara.
Petur A. Lamhauge,
formaður i nevndini fyri
arbeiðsloysisskipanina sig-
ur, at nakað er lagt uppfyri
í samband við inntøkurnar
til skipanina. Haraftrat
byrjaði inngjaldingin í
mars og útgjaldingin
byrjar ikki fyrr enn 1.
august, og haraftrat rindar
landsstýrið 20 milliónir í
kassan, men hann vísir
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í
almannamálum óttast
fyri, at
arbeiðsloysisskipanin
skjótt kemur í
penganeyð
ikki aftur møguleikanum
fyri at inngjaldingin verður
í lægra lagi. Men heldur
ikki hann vil siga nakað
nærri fyrr enn stórri vissa
fæst um veruliga arbeiðs-
loysið.
tór.-
ÉN
DSE
SEE