Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 - æ # * * SVF sendir 4 ER SP S0Slalurin ongan (dyst Samráðingar millum SvF og FSF eru slitnaðar, og greitt er nú, at sjónvarpið ikki fer at senda nakran fdyst av Svanga- skarði í HM-undankappingini Tað liggur nú púra greitt, at einasu møguleiki at síggja Føroyar spæla á heimavelli í HM-undankappingini, er at fara á Svangaskarð sum ein vanligur áskoðari. Møguleiki verðue eingin fyri at síggja nakran av dyst- unum í sjónvarpinum, og hevur tað sína heilt einføldu orsøk: Sjónvarp Føroya fer als ikki at senda so mikið sum ein minutt av føroyskum HM-fótbólti. Samráðingar hava verið millum Fótbóltssamband Føroya og Sjónvarp Føroya í eina tíð, men hesar sam- ráðingar slitnaðu mána- kveldið. Síðsta royndin at finna fram til eina loysn, so sent kundi verða av Svanga- skarði, varð gjørd um tele- fonina, tá fleiri av topp- figurunum í FSF vóru á veg ul Noregs saman við fót- bóltslandsliðnum, men úr- sliud varð tað sama: Einki verður sent. Senda beinleiðis >Vit góvu FSF eitt upp- legg, sum gekk út uppá, at vit fingu loyvi atsenda HM- dystirnar beinleiðis, sam- stundis sum vit framleiddu dystirnar til FSF at selja víð- ari, umframt at vit bjóðaðu FSF at lýsa við dystunum í SvF fyri 54.000 krónur, svarar til 20 ferðir 30 sek- und — tó í mesta lagi ein minutt í einum hvørja ferð, < sigur sjónvaprsstjórin Jógv- an Asbjørn Skaale við Sos- talin. >Uppleggið hjá okk- um gekk út uppá, at vit skuldu senda beinleiðis, tí eingin meining er í, at vit Luftin er farin úr bólt- inum, og hann verður neyvan blástur upp aftur í bræði. Sjónvarp- ið fer nevniliga ikki at senda frá HM-heima- dystunum á Svanga- skarði. Hesa avgerð hevur sjónvarpsstjórin, Jógvan Asbjórn Skaale tikið av fíggjarligum orsókum. Mynd: Kalmar skulu vera verri fyri enn eitt nú útvarpið, ið sendir bein- leiðis frå dystunum.< Hetta SvF-uppleggið var so og vendi hjá FSF, hagani eitt nytt upplegg kom aftur. Nýggja uppleggið segdii, at SvF skuldi hava 100.000 krónur fyri hvønn dyst, um- framt at FSF ikki kundi borga fyri, at SvF slapp at senda beinleiðis hvørja ferð, men í onkrum føri møguliga skuldi senda forskotið — tað vil siga í minsta lagi 50 min- uttir eftir at dysturin var av. Alt ov hegur prísur Hetta var ikki júst tað, SvF hevði áhuga i, so enn einaferð vendi SVF sær til FSF vid einum uppskoti, har SvF nú bjóðaði sær til at framleiða = sv-lýsingarnar fyri FSF — virði: umleið 30.000 krónur — men annars ikki kundi ganga ynskjun- Nr. 90 — 13. mai 1992 um frå FSF á møti, tá talan var um at senda forskotið, og als ikki fyri tann av FSF åsetta prísin, ið SVF metti vera alt ov høgan. >Tað einasta, vit hava áhuga fyri, er at sleppa at senda hesar dystirnar bein- leiðis,< sigur Jógvan As- bjørn Skaale. »Einasti máti, vit kunnu gera hyggjararnar nøgdar, er at senda beinleið- is, tí áhugin verður ongantíð tann sami, tá fólk longu í út- varpinum frammanundan hava fingið frásøgn frá dyst- inum. Og at senda dystirnar við forskotnari tíð, kann ikki koma upp á tal hjá okk- um.< Slitnadar samráðingar Við hesum eru samráð- ingamar millum SvF og FSF um sendingar frá HM- dystunum slitnar, og sum skilist á sjónvarpsstjór- anum, er ikki meira at tosa um í hesum sambandi. »Eg dugi als ikki at síggja nakra meining í, at FSF skal brúka okkum sum almanna- stovu við at seta hesi høgu krónutglini á, og tá er tað enntá uttan borgan fyri bein- leiðis sending. Vit høvdu verið noyddir at brúkt einar 300.000 krónur til hvønn dyst, og tað er jú ørt.« sigur Jógvan Asbjørn Skaale. > At FSF kanska fór at missa onkrar áskoðarar, av tí at vit sendu beinleiðis, kunnu vit verða samdir um, men ein rímiliga kompensatión fyri tað lá eisini í ókeypis lýsingunum og framleiðsl- uni av teimum, ið er ein samlað upphædd upp á 80.- 90.000 krónur.< Síðsta uppleggið frá FSF fekk annars út uppá, at SvF bert skuldi framleiða dyst- irnar, so FSF kundi selja teir uttanlands, men tað gekk SvF heldur ikki við uppá. Ikki undir 200.000 >Vit eru ein sjónvarps- stød og ikki ein framleiðslu- stóð, og tað vildi eisini verið ein grov provokatión, um fólk áS vangaskarð sóu okk- um arbeiða við upptøkum, ið kortini ongantíð komu í føroyska sjónvarpið.< Við ðrum orðum má FSF fara aðrastaðni at finna framleiðara til dystirnar, og tí væntar sjónvarpsstjórin ikki, at FSF fær nógv burturúr: >Tað kostar ikki eitt oyra undir 200.000 krónur hjá øðrum stóðum at framleiða hvønn av hasum dystunum, so har vinnur FSF einki.« hj. Sjónvarpið var ikki — eins og eitt nú Sosialurin — vid til HM-dystin í Bukarest, haðani hendan myndin stavar. Og heldur ikki verður SvF við, tá heimadystirnir verða spældir á Svangaskarði á Toftum — tann fyrsti longu um tríggjar vikur. Fíggjarligu krøvini frå FSF halda sjónvarpinum aftur, tí tað kostar SvF 30 ferðir so nógv at fáa sendirættindini av Svangaskarði, sum at fáa tey í Bukarest. Mynd: Adrian Popescu/POLFOTO