týsdagur 2. mai 2000síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 83 - 2. mai 2000
24
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 83 - 2. mai 2000
JÁKUP MØRK
Frá komandi kappingar-
árið at rokna vilja ong-
lendingarnir hava spæl-
ararnar at skikka sær bet-
ur, tá teir eru á vøllinum.
Hesuferð verður lagt
eftir seinkingunum, sum
ofta íkoma, tá fríspørk
skulu takast, har onkur
spælari stillar seg ov nær
bóltinum, so dómarin má
biðja leikaran flyta seg,
áðrenn frísparkið kann
takast.
Flyta bóltin fram
Sum er eigur hetta at
revsast við gulum korti,
men alt ov ofta sæst dóm-
arin bert veittra spælaran
longu burtur, uttan at
nøkur revsing verður
givin.
Frá komandi kapping-
arári at rokna verður hetta
tó broytt. Nýggja lógin,
sum í fyrsta umfari verð-
ur roynd í Onglandi, gev-
ur nevnliga dómaranum
loyvi til at flyta bóltin
9,15 metrar fram á vøllin,
umframt at leikarin, sum
seinkar
frísparkinum
framvegis eigur gult kort.
Viðførir hetta, at bólt-
urin verður førkaður inn
í brotsteigin, er framvegis
talan um fríspark, og ikki
brotsspark.
Ongin orsøk til ótta
Talsmaðurin fyri ensku
Premier League, Mike
Lee, greiður frá, at talan
er um eitt tiltak, sum al-
tjóða fótbóltssamgongan,
FIFA, leingi hevur havt í
Nýggjar
fótbóltslógir
Komandi ár verður roynd gjørd í
ensku Premier League, sum
ætlandi skal steðga seinkingum við
frísparksstøður
kvittanini. Skipanin hev-
ur verið roynd á lægri
støði eina tíð, og millum
annað varð hon nýtt í
steypakappingini
hjá
smærru
feløgunum
í
Onglandi, Auto Wind-
screen Shield.
Fyri at meta, hvørt
skipanin er nóg góð til
fótbólt á hægsta støði, vil
FIFA tó royna hana í onk-
rari av fremstu deildu-
num, og hava Onglend-
ingar bjóða seg til.
Summi eru kanska
bangin fyri, at hetta fer at
elva til ruðuleika á vøll-
inum, tá talan eisini er um
metingar hjá dómaranum,
men hesum er Mike Lee
als ikki bangin fyri. Í
allari Auto Windscreen
Shield kappingini varð
bert neyðugt at nýta
reglunar 6 ella 7 ferðir, tí
leikararnir funnu skjótt út
av, at tað ikki loysti seg
at seinka fríspørkunum.
Ongland gongur á
odda
Hetta er ikki fyrsta ferð,
at Ongland gongur á odd-
a, tá nýggj tiltøk skulu
setast í verk innan fót-
bóltin. Fyri einum 20 ár-
um síðani vóru onglend-
ingar teir fyrstu, sum
royndu seg við 3-stiga
skipanini, har ætlanin var
at minka um úrtøkuna
fyri javnleikir, og hendan
royndin eydnaðist somik-
ið væl, at so at siga øll
onnur lond eini tíggju ár
seinni gjørdu av at fylgja
ensku stigaskipanini.
Onglendingar geva nú ávaring til leikarar, sum vilja
seinka spælinum
Tilvildarliga vald mynd
Dystur
Úrslit
Tekn
1 Aston-Villa-Sunderland
1-1
X
2 Chelsea-Liverpool
2-0
1
3 Everton-Arsenal
0-1
2
4 Newcastle-Coventry
2-0
1
5 Southampton-Leicester
1-2
2
6 Tottenham-Derby
1-1
X
7 West Ham-Middlesbrough
0-1
2
8 Charlton-Ipswich
1-3
2
9 Crewe-Bolton
1-3
2
10 Huddersfield-Stockport
0-2
2
11 Nottingham-Forest-Port Vale 2-0
1
12 Swindon Barnsley
1-2
2
13 Walsall Pourtsmouth
1-0
1
Úrslitini um vikuskiftið
Vinningar:
13 røtt 1.000.000 kr.
12 røtt
7.455 kr.
11 røtt
408 kr.
10 røtt
72 kr.
Soleiðis veddaði Rúni
Dystur
Tekn
U
1 Aston-Villa-Sunderland
1X
1
2 Chelsea-Liverpool
1X2
1
3 Everton-Arsenal
X2
2
4 Newcastle-Coventry
1
5 Southampton-Leicester
1X2
X
6 Tottenham-Derby
1X
1
7 West Ham-Middlesbrough
12
1
8 Charlton-Ipswich
1X2
1
9 Crewe-Bolton
X2
X
10 Huddersfield-Stockport
1
11 Nottingham-Forest-Port Vale
1
12 Swindon Barnsley
X2
2
13 Walsall Pourtsmouth
1X2
1
Úrslit
Røtt í skipanini:
12
Røtt U-tekn:
4
Vinningar
3 røð við 10 røttum
216 kr.
Gekst væl
hjá Rúna
Rúni Nolsøe fekk frægasta úrslitið
higartil, tá hann setti rætti teknið út
fyri 12 av teimum 13 dystunum
JÁKUP MØRK
Sum
skrivað
í
leyg-
ardagsblaðið okkara, so var
veddingarmaður
okkara
hetta vikuskiftið liðskiparin
á HB liðnum, Rúni Nolsøe.
Stóri spurningurin ta
ferðina var, um Rúni var
eins dugnaligur at gita, sum
hann er á sjálvum vøllinum.
Skal metast eftir úrslitinum
hesu ferð, so er eingin ivi,
tí Rúni megnaði at raka 12
av 13 úrslitum, og hetta má
metast sum sera gott.
Ein sikkur kiksaði
Tað var bert í dysti nr. 11,
Huddersfield-Stockport, at
Rúni Nolsøe varð besti tipparin higartil, tá hann um
vikuskiftið gittið 12 dystir rættar
metingin hjá Rúna var
skeiv.
Her hevði hann roknað
við einum heimasigri, men
tá avtornaði hevði Stockprt
vunnið 2-0, og so var 13-
talið av ongum.
Tríggjar ferð 10
Sum kunnugt, so eru 12
rættir dystir á seðlinum ikki
tað sama, sum at vinning-
urin er fyri 12 røtt.
Rúni hevði bert 4 røtt U-
tekn, og samlaða úrslit av
vedding hansara varð, at
hann hevði 3 røð við 10
røttum, sum tilsamans kast-
aðu 216 kr. av sær.
Matematiskar garderingar
Tipping: Við sonevndum matematiskum garderingum kann veddingarskipanin
gerast enn tættari, men tú verður eisinni noyddur at gjalda fyri eyka trygdina
JÁKUP MØRK
Verður hugt at veddingar-
seðlinum, sum verður nýtt-
ur, tá veddað verður við
skipanunum hjá donsku
Tipstænastuni sæst ein teig-
ur, sum hevur frámerkið,
Mat.
Hesin teigur verður nýtt-
ur, tá sonevndar matemat-
iskar garderingar verða
nýttar.
Ein matematisk garder-
ing merkir í stuttum, at tú
spælir allan veddingarseð-
ilin umaftur, tó við einum
broyttum tekni.
Hevur tú t.d. sett eitt sikk-
urt 1-tal við dyst nr. 1, ber
til at seta t..d. eitt 2-tal, sum
matematiska gardering.
Veddingarseðilin verður
tá veddaður 2 ferðir. Eina
ferð við 1-talinum og eina
ferð við 2-talinum.
Kostar
Á henda hátt tryggjar tú tær
fleiri garderingar, uttan at
hetta gongur yvir trygdina
í skipanini, men eyka trygd-
in viðførir eisini eyka
kostnað.
T.d. kostar skipanin, U 4-
6-100, 100 kr. at vedda.
Verður ein matematisk gar-
dering løgd afturat, verður
kostnaðurin 200 kr. Tvær
kostað 400 o.s.fr.
Tiskil verða hesar garder-
ingar aloftast nýttar í
smærru skipanunum. Hesar
hava aloftast fáar garder-
ingar, men harafturímóti
gott garanti.
Sostatt fáast nakrar gar-
deringar fyri ein rímuligan
penga í hesum, samstundis
sum trygdin fyri vinningum
er sera góð. Væl at merkja
um krossarnir eru settir á
røttu støðini.
Skal ein gardering vera matematisk, skal krossur setast í
raðið við frámerkinum, Mat.
Viðmerking:
Umsóknarfreistin til lands-
verkfrøðing er farin. Tað
málið, sum tók seg upp í
sambandi við eina ætlaða
samanlegging av Strandfar-
askipum landsins og Lands-
verkfrøðinginum tann 28.
desember 1998, verður nú
tikið upp til dóms.
Við hesi grein, sum eitt
slag av “proseduru”, gevi eg
fyri mín part málið upp í
hendurnar á tí politiska
myndugleikanum til av-
gerðar. Eftirmetingin og tað,
sum tá krevst, kann so koma
seinni.
Saman við hinum deild-
arleiðarunum á stovninum
havi eg lovað tí politiska
myndugleikanum at styðja
Hans Biskopstø, stjóra, at
halda stovninum saman og
at halda hann virknan, til
avgerð fellur. Hóast stovn-
urin, sum vera man, er illa
farin hetta hálvtannað árið,
so hongur hann saman enn
og flestu uppgávur eru røkt-
ar: “Mission accomplish-
ed!”
Sum greitt nærri frá nið-
anfyri, so snýr málið seg
eftir míni fatan um ein
leiðslutekniskan
førning
innan almennu umsitingina.
Antin sleppa vit hesum
førningi av hondum í óðum
verkum ella viðgera vit
hendan førningin við skili
petti fyri petti í spurningi-
num um, hvønn part vit vilja
menna og hvør partur skal
verða ein “saga blot”.
Millum administrator
og statsmann
Leiðsla er at
• seta stevnu (málsetning-
ar)
• loysa uppgávur
• seta orð á, hetta sam-
stundis.
At standa fyri, at leiða, kann
vera so mangt.
Vit nevna tað eina leiðslu-
uppgávu at “administrera”
ein stovn. Hetta merkir stutt
sagt, at stovnurin skal rekast
uttan stórvegis tillagingar
ella menning í sambandi við
tær uppgávur, sum stovnur-
in er settur at røkja. Leiðsl-
an skal hugsa seg um og
brúka vanligt fakmál, tað
veri seg jura, økonomi, sos-
ialráðgeving, verkfrøði e.t.
Hetta slagið av leiðslu er
tann minst krevjandi leiðsl-
uuppgávan.
Er tað hinvegin neyðugt
at menna stovnin í sam-
bandi við tær uppgávur,
sum hann er settur at røkja
og skal hetta gerast við skili
sæð í einum víðari høpi, so
er neyðugt, at leiðslan hevur
vilja og evni til at átaka sær
part av statsmansleikluti.
Leiðslan hugsar seg sjálv-
sagt um, men harafturat er
neyðugt at arbeiða væl sam-
an við øðrum pørtum av
samfelagnum og at royna
okkurt, sum ikki er roynt
fyrr.
Tey orðini, sum sett vera
á uppgávuna, skulu sjálv-
sagt eisini innihalda tað við-
komandi fakið, men haraft-
urat krevst, at leiðslan hevur
skil fyri atferðini hjá øðrum
pørtum (atferðarlæran) og
hevur skil fyri stovnsins
virksemi í samanspæli við
restini av samfelagnum
(hugsar í “systemum”).
Leiðslutekniskt er hesin
parturin av leiðsluuppgáv-
uni væl tann truplasti. Fæst
leiðslan upp á hetta støði,
kunnu vit siga, at stovnurin
er ein “statsmanseind”, sum
er grundarlag undir góðum
politiskum verki.
Ein
statsmanseind
í
menning er ikki ein mans
verk. Umstøður, tilvild, per-
sónsamanseting, persónligir
eginleikar,
umsetningur,
uppgávusamansetingar, or-
ganisering o.m.a. samvirka
soleiðis, at ein statsmans-
eind búnast. Ein slík stats-
manseind má tí roknast sum
dýrt gull í tægu — eitt virði
í samfelagnum, sum er vert
at verja. Ein førningur, sum
skal takast á nakkan fyri at
berast longur framá vegin.
Hóast eingin statsmans-
eind í menning verður av
einum persóni, so er ikki
trupult hjá tí eina persóni-
num, sum ikki hevur vilja
og evni til gott verk, at søpla
tað dýra gullið eftir heilt
stuttari tíð. Væl styttri tíð
enn vit ofta halda vera møg-
uligt.
Tíðarskeiðini 1948-72
og 1988-94
Grundað á liðiligheitina og
styrkina í Landsverkfrøð-
inginum øll 50 árini bæði í
vøkstri og í minking, ber illa
til at koma uttanum, at
stovnurin er ein statsmans-
eind. At onkur sigur stovnin
vera ein stat í statinum og
annar heldur tað illa bera til
at hava ein so sterkan stovn
undir einum stýri eru onnur
orð fyri somu meining.
1. apríl 1948 var Mikkjal
Helmsdal settur landsverk-
frøðingur saman við heim-
astýrislógini. Høvuðsupp-
gávan var at vera “vegamál-
astjóri”. Har vóru trý stór
“men”.
1.Landið hevði ikki nakað
stevnumið um samferðslu
við bili — tá brúktu vit bát
2.Vegabyggingin var eitt
“sosialt” tiltak, har størri
dentur
var
lagdur
á
inntøkumøguleikar hjá fólki
enn vegirnar
3.Landið átti einki vega-
kervi. Umleið 50 kommun-
ur áttu millumbygdavegir-
nar
Tað fyrsta “men’ið” var av-
greitt í fíggjarárinum 1954/
55, tá ið tann politiski
myndugleikin setti kós um
samferðslu við bili og setti
fíggjarorku av til enda-
málið. Umstøður gjørdust
til Landsverkfrøðingin at
keypa maskinur og útgerð,
men annars varð fíggjað í-
gjøgnum studningar til
kommunalar vegir.
Stórur partur av okkara
landsveganeti er bygt eftir
einum leisti, har landsverk-
frøðingurin í praksis mátti
koma ásamt við hvørt ein-
asta bygdarráð um hvønn
smálut í sambandi við
byggingina, tí formliga vóru
tey byggiharrar.
Samstundis
avvandust
fólk við ta sosialu yvirvág-
ina, soleiðis at tað nú fyrst
og fremst var vegaprosjekt-
ið, sum skuldi fáast burtur-
úr.
Í 1964 var tann fyrsta
landsvegalógin sett í gildi,
men ikki fyrr enn í 1972
fekk landið fullar heimildir
og skyldur yvir landsvega-
netinum.
Hesi vilkor vóru ikki sørt
av einum “manndóms-
prøva”, har leiðsluvilji og
leiðsluevni vóru sett á
royndarbeinkin.
Síggja vit hetta í leiðslu-
tekniskum høpi, so var ikki
talan um at reka ella at til-
laga nakað. Stevnumiðið —
málið — var at menna veg-
akervið.
Skuldi vinnast framá, so
mátti stovnurin bæði hugsa
seg væl um og tosa við við-
komandi
partar,
bæði
kommunalpolitikkarar og
landspolitikkarar, áðrenn
skjøtil var settur á eitt veg-
aprosjekt. Og ofta var tekn-
iskt neyðugt at royna okk-
urt, sum ikki var roynt fyrr,
antin tí ráðini vóru ring ella
tí royndirnar ikki vóru til.
Hóast Mikkjal bar orð
fyri ikki at siga so nógv,
mátti stovnurin seta orð á
sínar gerðir. Har mátti bæði
tosast fak og har mátti hugs-
ast um, hvussu hesin ella
hin fór at taka hetta og hitt.
Søgan í V4 um sandingin,
sum ikki vildi lata gróthús-
hurðina upp og aftur, hvørja
ferð ein bilur kom, man vera
kend.
Har mátti eisini hugsast
“system”, soleiðis at stovn-
urin gjørdist ein partur av
eini føroyskari “umsiting”,
umframt at stovnurin natúr-
liga kom at mynda byggi-
vinnuna.
Hesin “manndómsprøv-
in” fyri stovnin er helst ein
tann mest týðandi grundin
til, at stovnurin gjørdist ein
“statsmanseind”.
Slíkar royndir kunnu vera
tungar at byggja upp aftur
frá botni.
Í 1988-94 var landið í eini
kreppu. Ígjøgnum hesa
kreppuna vísti stovnurin
sína styrki undir nýggjari
leiðslu at megna at halda
landsvegakervið, leggja aft-
urat og halda uppá gott fólk,
hóast umsetningurin mink-
aði við 70%. Hetta verður
ikki gjørt uttan í eini “stats-
manseind”. Vónandi koma
vit ikki at uppliva eina slíka
kreppu aftur.
At standa fyri eini slíkari
“statsmanseind” og “bera
førningin longur framá veg-
in” er ikki hvørs mans føri,
hvørki sum aðalstjóri ella
sum stjóri fyri stovninum.
Stríðið um LV, 1998-
2000
Sum eg síggi støðuna, so
kom tann politiski myndug-
leikin á jólum 1998 í eina
óforskylta støðu, sum hann
á ongan hátt kundi varða seg
ímóti — í eina privatpolit-
iska fellu. Vit, sum varða av
stovninum, sótu samstundis
í eini fellu. Vit kendu gullið
í tæguni, men høvdu ilt við
at seta orð á heilt neyvt, hvat
tað var, vit vildu verja.
Formliga er eingin ivi um,
at tann politiski myndug-
leikin hevur rætt og skyldu
til at gera tað, sum hann nú
einaferð heldur tæna landi-
num best. Umframt tey
formligu krøvini, er einasta
krav til tann politiska mynd-
ugleikan, at hann arbeiðir
við alment kendum argu-
mentum.
Við semjuni millum løg-
mann og avvarðandi fakfel-
øg og seinni setan av fyri-
bils stjóra og ynski um eina
frágreiðing frá stovninum
var politiskt signalerað, at
vit á stovninum eisini
skuldu røkja okkara part av
uppgávuni — at geva tí pol-
itiska myndugleikanum eitt
virðiligt mótspæl.
Tankar eru tonktir, bøkur
eru lisnar, lærd fólk eru
spurd, orð eru sett á, greinar
eru skrivaðar, fyrilestrar
hildnir, bøkur skrivaðar,
starvsfólkafundir og óform-
ligir kjakfundir hildnir o. s.
fr.
Tann politiski myndug-
leikin hevur fingið sítt mót-
spæl. Í stríðnum hava vit,
sum vera man, verið á kant-
inum av, hvat góður siður
er at gera sum alment sett.
Mær vitandi eru tó eingi ó-
sannindi komin fram frá LV
síðuni.
Gullið
Tann politiski myndugleik-
in hevði á jólum 1998 ikki
stórvegis møguleikar at
gjøgnumskoða, hvat var far-
ið fram á embætisgólvu-
num, heldur enn hvørjar av-
leiðingar stóðust av.
Í dag, tann 28. apríl 2000,
hevur tann politiski mynd-
ugleikin onga umbering fyri
ikki at vita. Tað mesta veit
hann, og hitt hevur hann
havt ríkiligar møguleikar at
spyrja um.
Tað dýra gullið — leiðsl-
ueindin - liggur tí í hondu-
num hjá tí politiska mynd-
ugleikanum við ábyrgd
mótvegis veljaranum. Tann
politiski myndugleikin hev-
ur í dag onga grund til at
søpla hendan arvin.
Fyri meg — og helst tey
nógvu á stovninum við —
LV-málið
Deyðin er tað at søpla úr goymslum tað dýra gullið,
lata tað fjara í skríni, meðan tú góðsið goymdi.
Hevur tú einki at flýggja uttan ta tómu tægu,
ert tú ein deyður maður.
Her er munur á monnum.
Sig honum meira um arvin:
Virðir tú vit og vinskap
ræður tú orðum at ráða
roynist tú gesti góður
heldur tú brandin blankan
hevur tú lívsins skálir
manniliga at munni
og tømir tær tignarliga,
økir tú ættararvin.
Heðin Brú, brot
úr Fedranna talu
Av tí at onkur villa var í yrkingini leygardagin prenta vit hana umaftur
1. mai 2000
Solidariska hugsjónin
Sosialismunnar alheims vinir
humanistiska fólkaræði í hásæti
ei fjøtraðir í tjóðbúna kalda
hægri skoða døtu rog synir
hugsjónarandin mæti
yvir fákunnuleikanumv valda.
Óteljandi andsmenni vinarskarin telur
sláa ring – brøðralags stevið
rættvísishugsjónin frama fremur
andaliga vakti hópurin velur
í hjarta framskygnartevið
frælsislogan ungdómur nemur.
Tann eitrandi líkasæla
brennið á sjálavsóknarbálið
borgarligi tvitni gjósturin kaldi
Hoyrið nú stríðshanan gala!
Svá geislar solidariski skáli!
Skamma stund – sosialisman fær valdið!
Einavaldsins eitrandi marglætisdagar
elitan og snákur við háborðs sita
tváa skarnið – nikkudukkur, frúur fínu
høgrarák og líkasæla úr køstinum kagar
lata seg doyva av kellingahita
mafia-gorlakkar draga somu línu.
Ríkmenni fleiri og fleiri í tali
mikla fjøldin, kúgað, traðkað, háðað
marglætisgudin hátt tilbiðja
ósolidariski hugburður sigrar á vali
hánasaða harkaliðið mistreysti sáað
svá spælidukkur og støðuleysu tiga.
Yvirstættsins tjóvagóðs kúgaðu krevja
men rótfest er trælalyndið
jú minni gera – tess meira fáa
skarn og reinleika saman vevja
luksusdýrini á hægsta tindi
drepandi líkasæla – hópin háða.
Tann árvakna, mergjaða stríðsblóma
sprænir sína andsfúsu megi
yvirstætsins rotinskap sjónliga síggja
Socialismunnar bjarging tó hóma!
Kammeratar! Stríðsfús á rættvísisvegi
sjálvsóknarandar – hástóru – flýggja.
Orðaskvaldur, líkasæla á borgarligum hesti
fær luksusdýrini at blóma
Fakfeløg – fólksins rættur og styrki
maktgreðingsins fíggindi versti
Stríðsbrandin hevja – kúgaðu til sóma!
Socialismunnar mætasta yrki.
Aðalverkfall! Í reyða stríðsbúnan lata!
deyðsdømdu høgrakreftir niðurbinda
Arbeiðarafjøldin sameind til verka
byrjað solidariska stríðið mæta!
Javnrættarbálið mikla kyndað!
Kammeratar! Vær verjum stríðsandan sterka!
Sólmundur Joensen
sigi eg takk fyri dystin. Fær
hesin dystur eitt úrslit, sum
er gott fyri okkum øll, so
eiga ymsu leikararnir –
bæði vit, sum komu í hann
uttan sjálvi at vilja tað, og
tey, sum sjálvvald komu sær
í hann – at liva við, at
summar taklingar vóru rætt-
iliga kontantar. Meg sjálvan
hevur hetta lært ómetaliga
nógv.
Signabø tann 28. apríl
2000
Signar P. Heinesen