týsdagur 19. mai 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 — 19. maí 1992
Nakrar hug-
| Tit
á dómadegi
Eins órættvíst og at seta fýra hampa-
menn á ákærubeinkin í eini illa skrivað-
ari og miseydnaðari grikskari tragediu,
Hans Jacob Debes,
professari
har tey, ið kalla seg »mediafolk« (Hann
náði okkum!) gera sær jóladagar, er at
kasta ábyrgdina yvir á ein einstakan
føroyskan politikara — verandi løg-
mann, skrivar Hans Jacob Debes, pro-
fessari, m.a. i »Sjønarmid« í dag.
Teir føroyingar, id van-
liga ikki ómaka sær at
hyggja eftir føroyskari
leiklist, kunnu ragga
sær oman á Hotel
Hafnia í hesum degum
at skoða ein sjónleik,
sum feroyingar ikki
sjálvir megna at fera
fram. Til tess er hann
alt ov feroyskur. Mær er
sagt, at heilir skúla-
flokkar fáa frí at fara
oman á Hafnia — til
tess at fáa betri innlit í
føroyska samfelags-
zoologi.
Føroyingar hava ikki
altid andligt tilfeingi at
„seta upp« (fyrr settu
føroyingar upp á annan
hátt) teir stóru og krevj-
andi sjónleikirnar og
sekja sær tí ofta ser-
kena hjálp uttaneftir.
Sum í hesum feri.
Tað er ikki hverja
ferð, at hendurnar verða
reinari av at verða
tvidnar. Tað veldst um
tvagið. Men tvagið hesa-
ferð man hava eina
óvanliga ókemiska sam-
anseting, tí »ingredi-
ensirnir< eru so nógvir,
at ringt.man fara at
vera at »separera« teir.
Spurningurin er, um
ikki rættarsamfelagið
við hesum sakarmáli er
sett í vanda.
Teir fýra menninir,
sum stevndir eru fyri
brot, hava einki gjørt,
sum var ímóti feroysk-
ari rættarsiðvenju, tá ið
dispositiónir teirra vóru
gjørdar. Siðvenja skapar
rætt.
Ein raskur og kendur
sjómaður vildi hava eitt
nýggjari og betri skip.
Hann mátti taka sær
sakkena hjálp. Tað kann
ikki krevjast av einum
skipara, at hann veit alt
um skipabygging og
skipabyggingarløgfrødi.
Sakkønu hjålparar hans-
ara disponeraðu eftir
galdandi siðvenju.
Eingin teirra mundi
droyma um, at tað, teir
gjørdu, var ólógligt.
Skip i hesum klassa
fær hvørki madur ella
partafelag goldid i hond-
ina — heldur ikki 10% i
eginpeningi. Hitt før-
oyska samfelagið er ov
kapitalfátækt til tess.
Og síðan skipini gjørd-
ust so dýr, eftir
rentabilitetsumhugsan-
um og eisini eftir al-
mennum krevum, mátti
síggjast burtur frá krev-
um um eginpening, sum
vóru fullkomiliga óreal-
istisk. Í grundini var
tað eisini realistiskt at
síggja burtur frá teim-
um. Tí annars komu
eingi skip. Og feroying-
ar vildu hava skip. Tað
gjørdi kanska ein mun,
at svartkjafturin tá
sveimaði í luftini. Eing-
in kundi tá vita, at hann
ongantíð kom niður
aftur á jørdina — ella
niður í eitt heilt annað
element. Royndir kunnu
eydnast ella miseydnast.
Tað er ein veruleiki,
sum øll noyðast at liva
við — ikki minst
politikarar og vinnulívs-
menn.
Nakað annað er, um
rúm var fyri fleiri skip-
um. Men tað skuldu
verið politikarar og ikki
skiparar, sum ráddu fyri
tí. Tann rætt høvdu
politikarar langt síðan
tikið sær.
Eginpeningsábyrgdin
var eitt fyribrigdi, sum
oll í Føroyum vistu um.
Allir stovnar í Føroyum
| kendu skipanina.
Landsstýrið og fíggj-
arnevnd vistu alla tíð-
ina, hvussu henda
óformliga skipanin var
og virkaði.
Peningastovnarnir
vistu kanska best,
hvussu sama skipan
varð umsitin — og
hvussu »fiktiv« hon var.
Teir vistu væl, at
»eginpeningur« bert
stóð eina letu, tá Lands-
stýrið ringdi og spurdi.
Teir kundu illa svara
annað, at har stóðu
klokkan tað og tað so og
so nógvar milliónir,
svarandi til tann kravda
eginpeningin. Bankar
hava mær vitandi onga
politiuppgávu, so teir
hava helst einki skeivt
gjørt — bert svarað ein-
um fyrispurningi,
Landsstýri og fíggjar-
nevnd til eftirtektar.
Hvat skuldu menn,
sum vildu hava skip,
gera annað enn at nýta
hesa alment sanktioner-
aðu skipan?
Eins órættvíst og at
seta fýra hampamenn á
ákærubeinkin í eini illa
skrivaðari og miseydn-
aðari grikskari tragediu,
har tey, ið kalla seg
„>mediafólk< (Hann náði
okkum! gera sær jóla-
dagar, er at kasta á-
byrgdind yvir á ein ein-
stakan føroyskan polit-
ikara — verandi løg-
mann.
Tann maðurin hevur
offrað bestu og dugna-
ligu manndómsár síni í
fosturlandsins tænastu
og hevur ikki sjálvur
skapað nakra sjúka
skipan og hevur sjálvur
| ikki sekt sær fyrimunir
! av kenni. Eg kundi
hugsað mær, at hann,
sum innast inni er eitt
kenslumenniskja, kundi
havt fyri munni: Er
hatta takkarlenin, eg
fekk fyri at offra so
nógv? Tá skuldu feroy-
ingar havt skammað
seg.
»Kreppan«, sum øll
eru so fegin um at hó-
reiggja sær av, er komin
av sær sjálvari — av
ytri broytingarumsteð-
um, sum eingin framm-
anundan hevði megu-
leika at skoða, og ikki
minni burtur úr teirri
politisku skipan, Feroy-
ar hava: nevniliga ikki
at hava ta endaligu á-
byrgdina av sær sjálv-
um. Er nakar »sekur«,
eru vit øll sek. Politikar-
ar kunnu heldur ikki
sita hendur í favn og
bíða eftir ringum tíðum.
Eingin kann krevja av
teimum, at teir skulu
vera profetar.
Við tjóðskaparligari
sjálvsábyrgd vóru fer-
oyingar ongantíð komnir
út í hasar trupulleikar-
nar. Allir feroyingar
hava ábyrgd av henni
og mugu tí í felag taka
avleiðing og uppteku.
Vit hava klárað so
manga kreppu fyrr —
eisini áðrenn hetta fyri-
brigdið fekk navn.
Tað hjálpir so lítið at
gera seg óreinan og at
krevja blóð.
Skal eisini varaløg-
maður offrast á altari
hatursins og býttleik-
ans, so rýkur tað sein-
asta av áliti útlendinga
á feroyingar.
Tað er nóg væl, at teir
tíma at sita í hesum
ótakksomu stervum í
hesum ótakksomu tíð-
um. Hjá báðum hevði
verið nógv lættari at
hildið seg til yrki síni
sum verkfreðingur og
grannskoðari og latið
teir, ið duga alt betur,
víst hvat teir dugdu.
Men tú hoyrir í firruni
hitt gamla rópið úr
fjøldini: Krossfest,
krossfest!
Tey sjålvrættvisu
hava altid verid vanda-
mikil.
Fólk flest liva eftir
reglum — skrivaðum og
óskrivaðum. Annað
hevði bara ikki borið til.
Men ósjálvsteða og
ábyrgdarloysi eru natúr-
lig vinfólk.
Demið tit bara hasar
menninar.
Ella kanska: Demið
ikki, at tit ikki sjálvir
skulu verða demdir.
Og hvenn skaða fær
ikki Feroya land av, at
allir føroyingar verða
demdir?
Nú eingin lærir latín
longur, kundi kanska
verið hóskandi at mint á
orðini, sum hitt róm-
verska Senatið tók til í
tíðum, tá ið ríkið (»res
publica«, sum í grundini
bar merkir »tey almennu
tingini<) var í vanda:
>Videant consules ne
quid detrimenti res
publica capiat<. Í umset-
ing merkir hetta: Síggið
til, konsular, at ríkið
(hjá okkum: landið) ikki
tekur skaða!
Ein kendur miðaldar-
sálmur eitur »Dies irae,
dies illa«: Dagur vreið-
innar, dagur hasin«.
Hver tann dagur er,
munnu øll vita, tí tá
skulu øll fyri dómaran.
Janus Djurhuus umsetti
hann úr latíni til fer-
oyskt. Eitt av erindun-
um er hetta:
Dómarin at doma tekur,
dulsmál ell úr myrkri
rekur,
eingin sleppur undan
sekur.
(Judex ergo cum sedebit,
quidquid latet, appare-
bit,
nil inultum remanebit).
Rættvísin liggur per
definitión í sínum konse-
kvensi. Tað merkir, at
somu reglur eru gald-
andi fyri øll.
Ein rættargongd
skuldi helst eisini verið
ein juridiskt-intellektuel
og estetisk fyritøka,
sum bert hevði eitt
endamál: at sita við
rætti og at veita veru-
liga rættvísi og ikki
bara at vera undirhald
og andlig terapi hjá
juridiskum heilselu-
monnum og spiritistisk-
um mediamonnum.
Tað kundi eisini hent,
at tit, ið eru betri enn
aðrir, sita sum dómarar
hagar til dómadags. Tá
fer kanska onkur annar
at dema.
Men feroyingar noyð-
ast at liva — eisini eftir
henda dómadag. Skamm
fåi'okkum.
Hans Jacob Debes
professari
Ty, Ty AAA 777 [fy III