Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1992síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

siðaz2 Tøkk Øllum tykkum, sum syndu okkum samkenslu, hjálp og vinsemi, tá ið kæri pápi okkara HANS SUNDSTEIN doyði og varð jarðaður takka vit hjartaliga. Serliga takka vit tykkum á Lágar- garði, sum vóru um hann síðstu tíð- ina og tykkum, sum hjálptu við jarð- arferðina. Jógvan, Margreta, Ágnas, Elisabet, Hanna og Marjun. AWI til sølu Vælútgjørdur AWI 27 bátur til sølu. TIf. 73137 | | Stidjagøta 11, tlf. 1.7220, fax 1.8154 IBM PS/1 rætta góðskan til rætta prísin BB IBM PS/1 - teldan til eitthvert endamál, bæði sum heimatelda, til tað lítla virkið ella sum ein telda íbundin eitt størri netkerv - IBM PS/1 er loysnin Vælkomin inn á gólvið og royn IBM PS/1 telduna. IBM PS/1 Model E31 386SX 20Mhz geril, 129Mb harådisk, 2Mb ritminni (RAM), 1.44Mb disklastød, mus, 3 eyka portur, litskerm VGA 14", DOS 5,0, MS Works 2.0, MS Windows 3.0, PS/1 valmynd 22.900,00 IBM PS/1 Model 282 386SX 16Mhz geril, 80Mb harddisk, 2Mb ritminni (RAM), 1.44Mb disklastød, mus, 2 eyka portur, litskerm VGA 12", DOS 4.01, MS Works 2.0. MS Windows 3.0 PS/1 valmynd 16.990,00 IBM PS/1 Model 234 286 10Mhz geril, 30Mb harddisk, 1Mb ritminni (RAM), 1.44Mb disklastød, mus, litskerm VGA 12", DOS 4.01, MS- Works 2.0, PS/1 valmynd formula FOROVYAR BM Personal Computer Til åminnis um Nr. 93 — 19. mai 1992 Rólant Samuelsen Tungt fellur tað mær at skriva minningarorð um min góða vinmann Rólant, Rólant Samuelsen úr Havn ella Salong Rólant, sum kanska var hansara best kenda navn. Orsekir kunnu vera so nógvar at minnast fólk. Mangan er tað so, at tær eru ymiskar, og hava heldur ikki eins tydning fyri øll — og onki er legið í tí. Soleiðis er eisini hesa ferð. Rólant doyði annan Páskadag, t. 20. apríl í Keyp- mannahavn. Hann varð jarðaður her í Keypmanna- havn, í Vestre Kirkegárd, í Feroya deildini, í grev teirra ókendu, aftan á vakurt minningarhald í Samuelskirkjuni, sum Petur Andrew Petersen, før- oyski presturin í Keypmannahavn, stóð fyri. Vit, sum eru vaksin upp í Feroyum ta seinastu hålvu eldina, kunnu gleðast yvir, at lívið í Føroyum smátt um smátt er vorðið betri og betri fyri tey nógvu, men eisini fyri einstaklingin. Vit hava sæð, hoyrt og lisið um, at lívið fyrr mangan var hart, og at tað mangan var stríggið at fáa korini broytt til tað betra. Sjálvt um nógv tykist gott, eru kortini mun- andi ábetur innan nógv øki enn ynskjandi. Fyri at fólk skulu kunna trívast, krevjast ikki bert materiell og fíggjarliga góð viðurskifti. Tað sæst lættliga, at eisini sálarlig, andalig, mentanarlig og tjóðskaparlig virði hava sín stóra týdning. Oftani er steðan tann, at tjóðir vísa fólki teirra gongdar leiðir við at minnast týðandi fólk, sum tess- vegna koma at standa sum varðar fyri tey og fera tey longur á leið. Mótvegis fjøldini kunnu vit sum einstaklingar hava onnur, meira og minni kend fólk, t.d. maka, foreldur, systkin, vinfólk og onnur við, sum okkara egnu varðar. Fyri meg var Rólant ein varði, sum við egnari megi tordi at liva eitt lív, sum hann á deyðastrá var sera glaður at hava havt hevi at livað og nú í friði kundi siga far væl við. Sjálvt um vit báðir altíð hava verið góðir við Feroyar og feroyingar, so hava vit mangan ynskt okkum nøkur viðurskifti broytt. Tað at vera eitt sindur eðrvísi enn fjøldin, í okkara feri at vera samkyntir, hevur ikki altíð verið lætt, serstakliga í barna- og ungdómsárunum, og við hvert heldur ikki fyri familjuna. Tað er eyðkent bæði í Føroyum og uttanlands, men als ongin heiður, at ávísir minni- lutar mangan hava ikki somu rættindi sum fjøldin. Kann vera, at tann stóra fjøldin ikki altíð veit, hvat hon ger, og tí kanska við hvert kann vera fyri- givin. Men mangan er tað soleiðis, at sjálvt um viðurskifti eru lýst reiðiliga væl, so verða tey kortini ikki broytt. Tá ber illa til bert at góðtaka tað, sum Hús í Vági til leigu. TIf. 73468 Eysturoyar Røktar- og Ellisheim 620 Runavik Fyri tidarskeidid 1. juni 1992 til 1. febru- ar 1993 verður sekt eftir sjúkrasystir 40 tímar um vikuna, at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Upplýsingar starvinum viðvíkjandi fáast frá fyristødumanninum á tlf. 48185 ella 48201. fjøldin heldur seg til, og eigur ein mangan heldur ikki at gera tað. Rólant livdi, sum hann feldi og meinti, var rætt fyri seg. At vera ærligur yvir fyri sær sjálvum og eðrum gav honum frið og familju, vinfólki og nógv- um eðrum við eina fyrimynd til at vera tann, tú ert — og slettis ikki bara, hvat ið viðvíkur tí, at vera sam- kyntur. Nú hann er farin, kemur henda fyrimynd at liva víðari, eisini í Føroyum, hóast at hann varð jarð- aður her í Danmark. Skrásetti vinmaður hansara Benny, móðir hans- ara, restin av familjuni og øll vinfólk kunnu gleðast og vera errin av at hava kent eitt tílíkt eindømi, bæði viðvíkjandi ærligheit og trúfesti, og eitt menniskja, sum næstan altíð spjaddi gleði. Rólant vísti serligt handalag í báðum sínum van- ligu stervum, nevniliga innan hárfríðkan og innan sjúkrarekt, har hann eisini hevði framúr gott hegni við sjúklingum, sálarliga og evnaliga veikum fólk- um, børnum sum vaksnum. Heldur ikki er at gloyma hansara dugnaskap í frítíðarítrivinum sum sjón- leikari. Eg kundi ynskt mær, at vit føroyingar kundu givið honum eitt minni, sum kundi víst okkara framtíð, bæði føroyingum og útlendingum, at hann var og er ein varði. Minnið kundi verið ein lóg, sum ikki skilti millum samkynt og hinkynt og eina lóg, sum gav fer- oyskum samkyntum eins og samkyntum, sum liva í Danmark, hevi at skrásetast sum samlivandi eins og hinkynt, um tað skuldi verið teirra ynski. Tá tað verður gjørt, høvdu vit nærkast veruleikan- um, sum hann er, og liva meira ærliga. Kanska hevdu vit fingið tað lættari við at arbeiða ímóti sjúk- uni eyðkvæmi, sum um okkara leiðir mest finst mill- um sam- og tvíkynt, men sum alsamt gerst vanligari millum hinkynt. Kanska hevdu vit kunna trúð hag- tølunum eyðkvæmi viðvíkjandi eitt sindur betur. Kanska eisini viðgjert fleiri av teimum feroysku sjúklingum, raktir av eyðkvæmi í Føroyum og uttan- lands, heima í Føroyum. Kanska høvdu smittað og sjúklingarnir fingið tað betri hóast teirra stóru trupulleikar. Kanska høvdu avvarðandi eisini kunn- að fingið tað minni trupult. Rólant andaðist í friði og uttan pínu, doyði í sátt og semju við seg sjálvan, var glaður, og fór inn í deyðan við sínari trúgv. Vónandi verða tey góðu minnini nú í sorgini avvarðandi til ugga og linna og í framtíðini til gleði. Bogi Davidsen Keypmannahavn, t. 2. mai 1992 Framhald av síðu 16 misti bóltin í málið. Við vindinum í ryggin- um kom TB fram um. Fyrst javnaði Dan Egil Midjord eftir at fríspark dygst uttan fyri brots- teigin hevði borið klump- spæl við sær, og so sendi Petur Oluf Joensen úr 27 metra fjarstødu oman fyri ov uttarlaga stadda mál- verjan. Streymur mentist móti dystarenda, og útjavning- in kom fimm min. undan leikloki: Albert Dam er inni í brotsteiginum í heru og skjýtur oman fyri TB málverjan. KÍ vann væntaða sigur- in á Skála. Skálamenn vóru hópin betur upplagd- ir enn tá B36 klæddir teir av. Fyrstu løtuna høvdu teir leikliga yvirvág, men so fótaði KÍ sær — ikki minst í verjuni, har Andreas Josephsen var tryggur forstoppari. Jósvein Jacobsen, sum annars hevur verið í 2. deild, setti hol á við hálv- fluktara eftir innlegg úr hogru. Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Eyðun Høgnesen eft- ir klumpspælssteðu og móti dystarenda stað- festi Benros Dahl, eftir at Kristian Suni Hegnesen hegnisliga hevði leikt hann leysan 16 metrar úr málinum. ÍF kom á stigatalvuna, tá teir vunnu greiðan 3—0 sigur móti HB, har ungu menninir lótu tilkomnu fuglfirðingarnar vera spælstýrandi og sjálvandi nýta orkuna rætt. Sigurin var ruddiliga uppiborin, og ÍF hevði meguleikar at økja 3—0 leiðsluna, teir hevdu í steðginum. Øll málini vórðu stútað í kassan eftir innlegg. Magnus Jacobsen fekk hol á, og Eyðun á Lakjuni ekti tvær ferðir. Fyrru ferð við rimmarmåli, tá gamli landsliðsliðskiparin, Kristian Petersen, leggur innfyri. -nn- 3 F 4