hósdagur 21. mai 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Landslið
og tey ungu
TAÐ var stórt stig at taka, tá
føroyingar gjørdu av at lut-
taka í stórum altjóða fótbólts-
Ábyrgdarhlsðstjóri: Jan Miller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Fyritaksstjóri: Krisjen Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hilmar Jan Hansen -
Útgevari;
Uppsetíng: Pit Sosialurin
Prent: Pit Pressan 1981 Tøleton:
PE Sosiskerin Bústaður: Argjavogi 28
Postadresse:
Argjum
1182 Telefax:
mæ
kappingum — fyrst EM og nå 7%
eisini VM. Hóast onkur mót-
mælini vóru at síggja í blød-
unum tá, so má sigast, at fólk
flest hava tikið undir við og
fegnast um luttøku okkara í
hesum altjóða kappingum.
Ikki minst tey góðu úrslitini
móti so frægum fótbóltstjóð-
um sum Eysturríki, Norðurír-
landi og Danmark gjørdu sítt
til, at næstan allur ivi um lut-
tóku okkara fullkomuliga
hvarv.
ØLL fegnaðust vit um hesi
góðu úrslit og kendu ein viss-
an stoltleika av at vera føroy-
ingur — at vera so lítil tjóð og
kortini fáa fræg úrslit móti
teimum stóru og professio-
nellu. Rúsurin var eitt skifti so
stórur, at eingin varnaðist
eina heldur ókenda framtíð á
velli móti nettup professio-
nellum spælarum. So leingi
fótbóltslandsliðið hevði góð-
an byrð og vit fingu størstu
reklamu í umheiminum nakr-
antíð í søgu okkara var einki
at ivast i.
NU eru vit so eisini vid i
hesimsmeistarakappingini.
Hitt var »bara« europameist-
arakappingin! Og nú fer mød-
in, manglandi venjingin og
amatørstødid at visa seg hjå
okkum. Vit rætt og slætt
klåra ikki at fylgja upp teim-
um góðu úrslitunum frá EM-
kappingini, og tí er als einki
logið í. Hetta varð eisini
greitt, áðrenn vit fóru út á al-
tjóða vøll at kappast móti
spælarum, sum hava fótbólt
til livibreyð.
NÚ hoyra vit so landsliðs-
venjaran »klikkja« niður á
spælararnar, at teir venja ov
lítið og at landsliðið kann ikki
klára seg bara so nøkurlunda,
um spælararnir venja meira
og spæla saman. Og her
koma vit so í eina stóðu, har
amatørstødi okkara jú ger, at
tað er avmarkad, hvussu
nógv tú kanst fáa hesar menn
at venja og venja saman utt-
an at tað skal ganga út yvir
verandi FM-kapping og eisini
teirra dagliga arbeiði, sum vit
jú vita, ikki er at spæla fótbólt
eins og hjá teimum vit kapp-
ast ímóti.
Í BLAÐNUM í dag er sam-
røda við formannin í TB, sum
sigur sína meining um lands-
lið, FM-kapping og ikki minst
tey ungu, sum vilja sleppa at
spæla fótbólt. Nidurstøda
hansara er avgjørd. Hann
heldur ikki, at tað ber til at
krevja meira av teimum
monnum, sum skulu spæla á
landsliðnum hvat landsliðs-
venjing viðvíkur, tí henda um-
framt mongu dystirnir, ið
skulu spælast í altjóða høpi,
avskeplar verandi føroya-
meistarakapping.
OG síðani eru tað avleiðingar-
nar fyri tey ungu. TB-formað-
urin er ein teirra, sum heldur,
at vit eiga at leggja stóran
dent á ungdómsarbeiði innan
eitt nú fótbólt. Hetta krevur
bæði orku og pengar, og er
tað so, at landsliðsarbeiðið
fer avstað við so nógvari orku
og so nógvum pengum, at
hetta nervar ungdómsarbeið-
ið, so var hetta betur ågjørt.
HETTA eru áhugaverðir
spurningar at viðgera, nú vit
líkasum standa á einum vega-
móti; við royndunum, sum vit
higartil hava gjørt í altjóða
fótbólti, skulu vit til at gera
upp við okkum sjálvi, hvat vit
vilja og hvat vit hava ráð til!
Ber tað í heila tikid til um
sama mundið bæði at stíla
fyri einum góðum og gevandi
ungdómsarbeiði á fótbólts-
økinum (og ødrum við), at fáa
FM-kappingina at koyra sum
hon skal og at seta ta neyð-
ugu tíðina av, sum er neyðugt
til tess at hava eitt gott lands-
lið! Og hvussu við penga-
orkuni!
' TAÐ er eingin skaði í at við-
| gera hesar spurningar nú, hó-
; ast vit longu eru farnir uppí
bæði EM og VM. Latið okk-
um so hvert viga fyrimunir og
vansar upp móti hvørjum gðr-
um og líkasum hóma eina
framtíðar kós. Og meðan
stungið verður út í kortið,
eiga vit so ikki at meta um,
hvor besta leiðin er at ganga!
VIT vóna sjálvandi, at okkara
landslið fer at standa seg væl
í komandi dystum. Tey eru
mong, sum hava lagt eitt sera
stórt arbeiði í at fáa hetta
stóra tiltak at koyra. Tey eiga
rós uppiborið eisn og okkara
landsliðsspælarar, men har-
fyri er einki forgjørt í at vit
halda lív í kjakinum um posi-
tivar og negativar avleiðingar
av at luttaka í so stórum al-
tjóða kappingum.