Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Svevur eins … 72 Nr. 95 — 21. maí 1992 "Arsins ulka" Heitið "Ársins ulka" hevur ikki órógvað mín náttar- Svøvn og eg sovi eins væl um eg fái titt- ulin aftur næsta ár, sig- ur Svend Aage Ellefsen, landstýris- maður Her handar Hallstein Sigurdsson, postmaður, Svend Aaga Ellefsen landstýrismanni prógvið um at hann er "Arsins Ulka". Mynd: Kalmar Vanliga er tað eitt sindur trupult hjá tíðindamonnum at hitta landstýrismennirnar í Tinganesi í telefonini. Teir eru upptiknir menn og tá teir ikki sita á fundi glødir telefonin. Mikudagin royndu vit so nakað nytt. Vit brúktu ikki beinleiðis telefonnumm- arið, men snaraðu 11080. "Tað er landstýrið," ljóðaði í hinum endanum. "Góðan dag, hetta er frá Sosialinum, Jústinus Eid- esgaard, er "Ársins ulka" at hitta?" "Hvat", og so hoyrdist eitt lítið fnis. "Bíða mær eitt bil", segði telefon- daman og síðan var eg umstillaður til skrivaran. "Hjá Svend Aaga Ellef- sen, ljóðaði úr hinum endanum. Eg endurtók hvør eg var og hvgnn eg umboðaði og spurdi um "Ársins Ulka" var at hitta. Skrivarin spurdi ovfarin hvat eg segði og so var eg um- stilladur, beinleiðis í sam- band við ein jovialan og vælupplagdan Svend Aaga Ellefsen. Hetta gekk sum smurt, neyðugt var ikki við ein- um orði at nevna borgar- liga navn landstýrismann- sins, tað var nóg mikið at Spyrja eftir "Ársins ulku" Væl goymd Tá tað var ivasamt, um Svend Aage Ellefsen vildi taka í móti ulkuni frá um- boðum fyri blaðmanna- felagið, so lovaði post- verkið at handa honum hana. Hetta varð gjørt týsdagin og óttin hjá blað- mannafelagnum var grundarleysur, tí Svend Aage tók ímóti. Hvat hevur tú gjørt við skjalið og prýðislutin sum tú fekk í samband við útnevnanina til "Ársins ulku"? -Hon er væl goymd, hon hongur ikki á vegginum. Men er tú áhugaður, so kann tú keypa hana frá mær. Hon er til sølu, men hon er dyr. Tad er ikki ein og hvør sum fær hana, segði Svend Aage Ellefsen, landstýrismaður. Ikki positivt Um tú nú ikki longu hevdi verið åtnevndur til "Ársins Ulku" hevur tú so nakað boð uppá hvor annar skuldi fingið hana? --Nei, evnini eru mong, men eg skal ikki nevna nakað navn. Annars haldi eg tað vera lítið positivt av blaðmannafelagnum at leita hesum niðurgerandi heiti. Hinvegin haldi eg tað vera sera positivt, at blaðmannafelagið útnevnir "Arsins rós", tað lívgar, sigur Svend Aage Ellefsen. Tú metti í sjónvarpinum, at blaðmannafelagið var eitt lokalfelag fyri Suð- urstreym. Er tað so? --Ja, teir flestu limirnir hava sínar røtur í Suð- 4 NS SE SEN EEN SN urstreym ella búgva har, sigur hann. Órógvar hendan útnevn- anin teg? --Nei, tá eg hugsi um grundgevingina, at eg noktaði at taka í móti undirskriftunum móti undirsjóartunnlinum, so kann eg gott liva við hesum.:Eg sovið eins væl um eg eri útnevndur til Arsins ulku" og tað geri eg eisiði um eg fái hana komandi ár, segði hann. Og so endaði samrødan við Svend Aaga, sum hóast "Ársins ulka" skal fáa tað rós frá undirritaða, at hann í mótsetning til fleiri aðrar fólkavaldar, er fólkaligur og altíð hevur okkurt "at siga, um tað annars eydnast at fáa hendur á honum. jústinus væl Norðoyar Javnaðarfelag Fyrsti uppstillingarfundur til býráðið verður í hølunum í Bøgøtu, hóskveldið kl. 19.30. Oli Heinesen greiðir frå byrådsarbeidi, kaffi verdur at fåa. Síða 7 NORDOYAR JAVNADARFELAG