Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. mai 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 4 - Barnafilmar i Nordurlanda- husinum i mai Í sambandi við barnafagn- aðin, ið lýstur var at verða, skipar Filmsfelagið fyri almennum barnasýn- ingum í Norðurlandahúsi- num 24. - 28. mai. Sýndir verða spennandi norskir og danskir filmar fyri yngri og eldri bern- um. Til hverja sýning er fimm eindarprísur galdandi Sýningarnar kl. 10 og 14 kosta kr. 15,00 fyri hvenn, meðan sýningarnar kl. 16, 18 og 20 kosta kr. 25,00 fyri hvenn. Sýndir verða hesir filmar: SAMSON & SALLY & Sally/Jannik Hastrup/Danmark 1984/Teknifilmur 63 min WS Samson A havsins borni meta vit teimum báðum Samson og Sally; vit eru í hvala- ríkinum og fáa innlit í dag- ligt lív og yrki har um leið- ir; Samson og Sally seta sær fyri at leita upp hin navnframa Moby Dick — fer tað at eydnast teim- um? Á ferðini renna vit okkum í frekar hvessing- ar, hættisligar oljudálk- ingar og álvarsmenn á hvalaveiði. Hetta er ein hugvekjandi, men eisini stuttlig frásegn um lívið í havinum og ábyrgd okk- ara at fara væl um, tá tað snýr seg um tað, sum í havinum býr. Jannik Has- trup, sum eisini teknaði »Fjardarok«, hevur gjørt filmin, sum byggir å søgu Bent Hallers »Kaskelott- ernes Sang«. »Samson & Sally« verð- ur sýndur i Norðurlanda- húsinum sunnudagin 24. mai kl. 16.00, mánadagin 25. maí kl. 10 og 18, týs- dagin 26. mai kl. 16.00, mikudagin 27. mai kl. 10.00 og 18.00 og Kristi Himmalferðardag kl. 16.00. Filmseftirlitið hev- ur góðkent filmin uttan aldursmark, men 'rátt verður frá, at bern undir 7 ár síggja filmin. HÁKUN OG SJÓRÆNAR- ARNIR Hákon Håkonsen/Nils Gaup/Noreg 1990 Árið er 1850; bert 13 ára gamal noyðist Hákun til skips. Illa stendur til heima, so har er einki at gera. Vit eru á ferð við Hákuni um London, Au- stralia og Calcutta, tá hann ein dagin finnur loynilig vápn umborð. Undir løgnum umsteðum doyr kapteynurin og Hák- un kemur fram á ensku gentuna Mary, sum í leyndum er komin um- borð. Júst sum hann skal straffast fyri at hava fjalt hana, kemur skipið í óveð- ur og sekkur. Vit eru í suðurhevum og einsamall- ur vinnur Hákun upp á land. Á rundferð á oynni finnur hann ein sjórænara- skatt og kann nú venda heim aftur við nóg mikið av pengum at tryggja for- eldrunum garðin. Filmur- in byggir á samnevnsa norska segu eftir Oluf Falck-Ytter. Leikstjórin er Nils Gaup úr Sáma- landi, sum áður hevur gjørt filmin »Vegvisarin«. »Håkun og Sjórænarar- nir« verður sýndur i Norð- urlandahúsinum sunnu- dagin 24. mai kl. 20.00, mánadagin 25. mai kl. 14.00, mikudagin 27. mai kl. 16.00 og Kristi Himm- alferðardag kl. 18.00. Filmseftirlitið hevur góð- kent filmin uttan aldurs- mark. Á BÁTI Í NÁTT Nattseilere/Tor M. stad/Noreg 1986 Tør- Vit eru å Ytre Senja i Norðurnoregi 1877. I sjó- varmålanum, millum rek- ar og tara, verður ein genta funnin — at siggja til livleys. I óveðrinum er hon skola upp å land. Å undurfullan hått fåa tey liv i hana, men hon minn- ist einki. Hetta er útróðr- arbygd og eini hjún taka hana til sín. Tey kalla hana Báremor ella Gentan úr Havinum. Hon trívist ikki millum harðbalnu út- róðrarmenninar og kennir seg noydda at leita upp rætta heimstað sín. Tá hon rýmir, krógvar hon seg í bátinum hjá landa- strokinum Borr, ið ikki er av Gus bestu bernum. ÞÁ báti í nátt“ verður sýndur í Norðurlandahúsi- num mánadagin 25. mai kl. 16.00 og týsdagin 26. mai kl. 20.00. Filmseftir- litið hevur góðkent filmin og ásetur 12 ára aldurs- mark. SJÚRÐUR ORMSBANI Sigurd Drakedreper/Lars Rasmussen og Knut W. Jorfal/Noreg 1989 Jalssonurin Sjúrður kem- ur til mans í teirri tíðini, tá tikið varð til sverðið at loysa ósemjur manna mill- um. Navnið hevur hann eftir hetjuni í seguni um Sjúrð Fávinsbana og ætt hansara. Heima seta øll álit sítt á Sjúrð og vænta at hann gerst rættur vík- ingur — sterkur og vápna- forur, júst sum allir í ætt hansara. Nú bróðirin er myrdur, fellur honum í lut at føra blédhevndina víð- ari. Nú liggja Illugarnir, sum eru fíggindar teirra, og lúra í myrkrinum utt- anfyri. Filmurin byggir á samnevnda segu hjá Tor- ill Thorstad Hauger, sum Feroya Lærarafelag gav út á føroyskum i fjør. Hetta er triðja bókin í eini reð um sama evni. Allar fáast á føroyskum. >Sjúrður Ormsbani« verður sýndur i Norður- landahúsinum mánadagin 25. mai kl. 20.00 og miku- dagin 27. mai kl. 20.00. Filmseftirlitið hevur góð- kent filmin og ásetur 12 ára aldursmark. HVÍTABJORN, VALE- MON KONGUR Kvitebjorn Kong Vale- mon/Ola Solum/Noreg 1991 Stórbærur filmur, sum byggir á gamalt norskt ævintýr, ið Asbjørnsen og Moe hava savnað. Høv- uðspersónur er prinsess- an, ið skal bjarga Valemon kongi, sum er gandaður til hvitabjørn! Leikur fer fram á trimum steðum; fyrst eru vit í Vetrarlandi- num, og síggja prinsessu- na rýma; so eru vit í Summarlandinum, har hjn gandadi Valemon Kongår byr. At enda eru vit i riki- . num hjá Kellingini, har endaligi bardagin skal standa millum prinsessp- na og gandakellingina. Nógv er gjørt burtur úr pallsmíðnum í hesum gandaævintýri, ið er fyri bæði ung og gomul. + »Hvitabjørn, Valemen kongur< verður syndurt i Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. mai Kl. 18.00, mikudagin 27. mai kl. 14.00 og Kristi Himm- alferðardag kl. 20.00. Filmseftirlitið hevur góð- kent filmin uttan aldurs- mark, tó verður rátt frá, at bern undir 7 ár síggja filmin. i Filmsfelagid Nr. 95 — 21. mai 1992 Goymið hesa lýsing Ársins ferðatilboð til lesarar Sosialsins | Til Danmarkar í summar — snýtið so ikki tykkum sjålvi fyri hetta einastandandi tilboð! í vakrasta vakra Dan- mark — Rebild Bakker ” i Jyllandi — fyri bert 1.395,- — ella bert 279,-/samd. fyri hvønn — Vanl. 5-daga prisur 4.975,- Íroknað prisin er: * 5 nætur á dupultkamari við ollum hugsandi hent- leikum. . 2 stásdegurðar at velja í- millum hvønn dag. Stóra tiltikna danska morgunmatarbordid — hvønn dag. Eyka uppreiðing á dupult kamari kostar kr. 1.195,-. Meirkotnaður fyri einakamar kr. 520,-. Ókeypis fyri børn undir 6 ár, sova tey hjá foreldrum. LUXUSHOTELLIÐ REBILD BAKKER veitir best hugsandi meguleikar — bæði til teirra, sum vilja lata eg forkela nakrar dagar, eins og teimum, sum vilja | njóta donsku náttúruna, har hon er vakrast. Her er ong og skógur, men eisini hent- 14 leikar so sum stórur uttandura svimjihylur, sauna, solarium, vælutgjørd heilsumið- stød, tennis- og aðrir leikvøllir, stórur golfvøllur, best hugsandi matstovur úti sum inni, náttklubbar, barrir o.a.m. Dansk Total Ferie hevur til lesarar Sosialisins fyribils sett av hesi gistingar-tidarskeid Koma til H.R.B. 18.06. — fara 23.06.92 Koma til H.R.B. 09.07. — fara 14.07.92 Koma til H.R.B. 14.07. — fara 19.07.92 Koma til H.R.B. 29.07. — fara 03.08.92 Fyriuttan at bjóða lesar- Tr mm 0 um okkara hetta frålika | Bíleggingarseðil tilboð er blaðsins partur h i tiltakinum einans at | (Hotel Rebild Bakker) taka ímóti bileggingar- Navn: — i sedlunum, sum bert | Bústaður: kunnu og skulu send- | ast okkum. | Bygd/býur: TH.: Åbyrgd fyri uppihaldin- Vil helst koma og fara møguligar broytingar i | (Si uppgivnu tíðarskeiðini omanfyri) gistingartíðum og -daga- Tal á vaksnum á dupultkamari: — ákr. 1.395,- tali, eitt nå vid atliti til A; Tal á bø . 6 ár: i i Sjó- og loftvegis ferða- | role ' i (Ókeypis saman við møguleikar úr Føroyum, | 0.a., skulu setast Dansk Eykauppreiðingar: — — ákr. 1.195,- Total Ferie / Svend Tal á einakømrum: ; É : å kr. 520,- eyk hvørt Drejer, tlf. 086510903 | Kbhvn — fax. 286510923. Bileggingin er bindandi, men kann avlýsast móti | kr. 98,- í gjaldi fyri hvønn persón. Sendið lepan til: SOSIALIN, Box 76, 110 Tórshavn — og merkið bjálvan „Hotel Rebild Bakker«.