hósdagur 21. mai 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SS
Nr. 95 — 21. mai 1992 |
OM 2 DEO EO AA
Greið boð til læknarnar:
Arbeiðið á øllum
sjúkrahúsunum!
Sjúkrahússtjórin hevur fingið politisk boð um at syrgja fyri,
at læknar átaka sær uppgávur á óðrum sjúkrahúsi fyri har-
við at tryggja læknamanning á smærri sjúkrahúsunum eisini.
M.a. hetta segði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Jóannes
Eidesgaard á landsfundi javnaðarfloksins nú um dagarnar.
Hann segði:
Greitt er, at íleguvirksemi
landsins er í minking við
verandi búskaparsteðu.
Útbyggingin av Suður-
oyar Sjúkrahúsi gongur
eftir ætlan.
Útbyggingarætlanin av
Landssjúkrahúsinum er í
dag heldur óverulig, men
hinvegin eru allir starvs-
fólkabólkarnir samdir í, at
umflyting innan verandi
karmar er ein vánalig
loysn.
Fyrireikað verður ein
ætlan við einari stigvísari
nýbyggingarætlan av
Landssjúkrahúsinum,
sum funktionelt kann tak-
ast í brúk í stigum.
Steðan á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi verður mett í
dag so mikið góð, at har er
forsvarligt at steðga á.
Arbeitt hevur verið í
longri tíð við at gera eina
nýggja arbeiðsætlan fyri
sjúkrahúsverkið. Styrini
hava havt uppskotið til
viðgerðar. Ogemjan í løtu-
ni eins og áður snýr seg
um, hvussu býtið av ser-
deildum skal vera millum
tey trý sjúkrahúsini. Ein
erkymlandi spurningur í
samband við alt hetta er,
hvussu læknamanningin á
teimum smærru sjúkra-
húsunum frægast verður
tryggjað. Í hesum sam-
bandi hevur sjúkrahús-
stjórin fingið politisk boð
um at syrgja fyri, at lækn-
ar átaka sær arbeiðsupp-
gávur á eðrum sjúkrahúsi,
soleiðis at livað verður
upp til hægra endamálið
við eini funktionellari
eind.
Eitt mál, innan sjúkra-
húsgkið, sum vit politiskt
illa kunna liva við er, at
fleiri av okkara lands-
monnum eru noyddir at
vera í Danmark til dia-
lysuviðgerð, ti hon ikki
fæst í Feroyum.
Nú er ein nýralækni
settur, og verður hansara
primera uppgáva, at fáa
borið so í bandi, at hesir
føroyingar kunnu koma
heim í viðgerð.
Annars er gjørd avtala
við Ríkissjúkrahúsið um
eina onkologkonsulent-
skipan, soleiðis at okkara
krabbameinssjúklingar
kunnu fáa partvísa kann-
ing og viðgerð gjerda í
Feroyum, og harvið spara
teimum um tær mongu og
fyri teir meðsomu ferðir-
nar til Danmarkar.
Um meiri sparingar
skulu fremjast innan sjúk-
rahúsgkið, má setast ein
serken sparinevnd, sum
uppá longri sikt kann við
rationaliserings-
uppskotum, samanlegg-
ingum 0.ø. vísa á gongdar
leiðir.
Sjúkrahúsleiðslan ger í
letuni uppskot um ein
skipaðan sjúkraflutning í
Feroyum.
Í hesum sambandi kann
eg nevna, at vit hava selt
bjargingarfelagnum í
sunnaru helvt av Suður-
oynni gamla sjúkrabilin
fyri 1 kr., soleiðis at hann
kann vera til at taka, um
neyðugt gerst.
Innan tannarektina
verður ítekiligt uppskot
um, at øll børn millum 0
og 16 ár skulu hava
ókeypis tannarøkt, nú við-
gjørt við kommunurnar.
Innan skúlalæknagkið
royna vit í letuni at fáa
heimild frá Heilsumála-
ráðnum til at fleiri læknar
átaka sær uppgávuna í
sama eki. Hetta, tí at
trupulleikar eru at finna
loysn á málinum í Havn.
Nú er líkt til, at megu-
leiki er at fáa ein skilagóð-
an leigusáttmála við eig-
aran av bygninginum,
sum húsar Hotel Tórs-
havn. Meguleikar eru eis-
ini fyri at útvega hotelli-
num meira rúmd. Neyð-
ugt verður beinanveg at
gera ábetur, og mær tykir,
at feroyingar flest, sum
kenna Hotel Tórshavn,
hóast sera vánaligar um-
steður, eru glaðir fyri at
Umboð fyri Sandoynna og Vágoynni á landsfundinum
tilboðið um serferoyskt
heim so nær við Ríkissjúk-
rahúsið er tekt.
Uppskot er nú klárt at
leggja fram, sum minkar
munandi um vinningin,
sum Apotekini hava havt.
Hetta skuldi, alt annað
líka gjert, at brúkarin fær
atgongd til bíligari heili-
vág.
Eisini situr nevnd og
ger uppskot til heilivágs-
lista (præferenculista) við
bíligum heilivági, sum
ger, at brúkarin og sjúkra-
kassarnir minka um hesar
útreiðslur.
Annars krevja broyting-
ar í tilskotsskipanini lóg-
arbroytingar.
Nýggj AIDS-kunngerð
er nýliga samtykt, og
fyrsta dagin verður eitt
AIDS-ráð valt, hvers
arbeiðssetningur verður
at fyribyrgja og upplýsa
um hesa herviligu sjúku.
Landsstevna Javnaðarfloksins
>
Norðoyggjar vérdu væl umboðaðar á landsfundinum
Her er millum annað mín
ætlan at lata umboð fyri
ungdómin fáa sætið.
Í samband við ætlaðar
samanleggingar á alman-
na- og heilsuøkinum er nú
líkt til, at gjerligt er at
gera bygnaðarbroytingar
innan okkara rúsdrekka-
viðgerðartilboð í Feroy-
um. Eitt uppskot verður
liðugt í hesum mánað-
inum, sum skjýtur upp, at
Heilbrigdið verður lagt
undir heilsuverkið, og at
kostnaðarmikla avrúsing-
in verður legd innan sjúk-
rahúsverkið, men at eftir-
viðgerðin framvegis antin
kann fara fram á Heil
brigdið, Blákrossheimi-
num ella innan sjúkrahús-
verkið.
Endamálið við hesum
er, at játtaði peningurin
her kemur brúkaranum,
sum frægast at gagni.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður
heldur róðu