Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 96 — 22. maí 1992 Sjónvarp Føroya Fríggjadagin kl. 20.35: Tann svarta slangan í 1. heimsbardaga Ensk sendireð við Rown Atkinson. Captain Blackadder gleðir seg at fáa ein durv, men í staðin sleppa hann og menn hansara til arbeiðis. . Fríggjadagin kl. 21.30: Brubaker A æ = Robert Redford Amerikanskur filmur um tann stilla og friðarliga Brubaker, sum kemur sum revsifangi til Wakefield fongslið. Hann hyggur róliga at ellum, ið fyriferst rund- an um hann og hevur samkenslu við hin- um fangunum. Men en dagin verður ov- boðið, tá hevur hann sæð ov nógv av harðskapi, og tá vísir hann av rettum, hver hann er... Fríggjadagin kl. 23.35: Heimsstjørnur fyri Amnesty Í 30 ár hevur Amnesty International stríðst fridarliga fyri mannarættindum. Hetta varð hildið i Nottingham við hesi framførslu, har vit síggja stjørnur sum Tom Jones, Lisa Stansfield, Jason Dono- van, Kim Wilde, Rick Astley, Dave Stew- art 0.0. Lisa Stansfield Sunnudagin kl. 20.20: Manna millum Seinastu dagarnar hava menn verið í skorum, urðum og fitilendum við seyði, ið skal ganga á hesum framúr góðu pláss- um til heystar. Vit fylgja bóndanum á Ryggi í Miðvági og hansara monnum, tá teir fóru við níggju seyðum í Skorina norðan fyri Fjallavatn. Fyrsti altjóða fótbóltsdystur hjá føroy- ingum á heimavelli verður móti Belgia 3. juni á Svangaskarði. Nógv er broytt á Svangaskarði síðan Jacob Højgaard fyrst í tjúgunum skar torv, velti, røkti seyð og annað á núverandi stóra ítróttar- økinum. Jacob fer í sendingini at greiða frá hesum minnum og hvussu tað kenn- ist at broytingin hevur verið so stór. Nýtt sjónbandalag er eisini á skránni. Leygardagin kl. 21.10: | Marilyn Catherine Hicks fekk ein Emmy-prís fyri leiklut sum Marilyn Monroe Marilyn Monroe vaks upp á einum barnaheimi, giftist fyrstu ferð 17 ára gomul og varð skjótt skild aftur. Tað var agenturin Johnny hyde, sum uppdagaði hana, gav henni nýtt navn og leiddi hana inn í hin glitrandi Hollywood-heimin. Her gekst henni væl, men nervarnir hildu ikki til, og lív hennara endaði syrgiligt. Sunnudagin kl. 21.05: Børn drekans 2:2 Sleppur Will burtur úr fløkjuni, hann er komin í? Eydnast honum at finna pro- fessor Hsu? Og hvussu við kærleikanum — yvirlivir hann? Hesin parturin av sendireðini er spennandi, og nógv er at fáa greiði á. Sunnudagin kl. 22.40: 45 minuttir um... Liðugt við bestu sjúkrahúsviðgerð fyri øll? Tað er ikki longur so, at øll sjúk skulu hava best meguligu viðgerð so skjótt tað er meguligt, og uttan at hyggja at, hvat tað kostar. Soleiðis er steðan, og her verður evnið tikið upp, hver skal fáa við- gerð, og hver sleppur at standa í bíðireð- um. Tað ljóðar, at læknar á Ríkissjúkra- húsinum eru ferir fyri at lekja átta av tíggju leukæmi-sjúklingum. Pengar eru bert til at lekja tveir av tíggju. Læknarnir duga so væl, at teir eru ferir fyri at lekja nógv fleiri enn teir gera. men ráðini eru ikki til tess, og hvussu verður í framtíðini, har tað tekniskt verður megu- ligt at flyta gegn úr svínum til menn- iskju? Klaus Laursen er vertur í sjónvarps- stovuni, og tjakast verður um steðuna. Gestirnir í sjónvarpsstovuni eru m.a. cand. polit. Anita Alban frá Dansk Syge- husinstitut, hans Hestrup, yvirlækni í Randers og teologurin Svend Andersen. Sjúklingar, sum bíða at fáa viðgerð, ella sum hava fingið viðgerð, greiða eisini frá teirra stødu. Týsdagin kl. 22.45: Prince í Tokyo Prince, alias Roger Nelson, er kend rock- stjarna, og henda framførsla er úr Tokyo. Sunnudagin kl. 13.10: Frítíð og náttúra Eldri havnarfólk tosa ofta um »havan« hjá skraddaranum í Hoydelum. Hesin urtagarðurin er farin, men í Skraddara- getu er í dag ein annar hugtakandi og vakur urtagarður. Kveld eftir kveld sæst Jákup Dahl ar- beiða í urtagarði sínum. Hann gróður- setir runnar og treð, ger getur, grevur nýggj pláss til veksturin og heldur urta- garðin viðlíka. Djúpagilsá rennur gjøgnum urtagarðin og hon setir sín serliga dám á staðið, sum Jóhann Mortensen fer at vitja í Frítíð og nátturu sunnudagin kl. 13.10. Týsdagin kl. 11.00 og 17.30: Heilsa og heilsurgkt Í Heilsu og heilsurekt hesaferð fara vit at tosa um SI. Hetta merkir sansu integra- tión. Hetta er eitt rerslu og atferðarbrek hjá barninum, sum kann hava ymiskar orsøkir, vera meira ella minni sjónskt og vísa seg antin tá barnið er lítið ella tá tað er komið í skúla. Fysioterapeuturin Tóra Tóroddsdóttir greiðir frá hesum fyribrigdi. Seinast í sendingini sigur ónevnd mamma frá son- inum, sum hevur SI. Kristi himmalsferðardag kl. 15.00: Operamatiné Í samband við 200 ára fødingardag Rossinis verður operan >La Cambiale de Matrimonio< sýnd. Stuggart Radio- symfoniorkestur verður stjórnað av Gianluigi Gelmetti. Kristi himmalsferðardag kl. 21.00: Carol og tey ra z KG Sheila Miller (Carol Burnett) og Burt Reynolds Sheila Miller (Carol Burnett) hevur nógv stríð av sínum vaksnu børnum, nú hevur hon verið um tey í 26 ár. Nú noyðast tey at læra at klára seg sjálvi, so at Sheila sleppur at „njóta lívið<. Og tað ger hon — saman við einum manni (Burt Reynolds). Morgunlestrar i Utvarp Føroya 25.—30. mai 1992. Hesa vikuna lesur Årni Nybo i Hesti Månadagur 25. mai nr. 12 Min sål, Guðs lov tú syngi Sålm. 103,2 Tysdagur 26. mai nr. 1 Harra Guð, títt dýra navn og æra Sålm. 103,2 nr. 18 Alvalds Gud, vit prisa tær Mikudagur 27. mai nr. 515 Guds nådi altid er mær hjå Luk. 24,50 nr. 22 Harrin signi oss og ráði nr. 250 Tin rikissøk, mín Jesus, skal Mark. 16,19 nr. 283 So eiggilig er gledin tå Leygardagur 30. mai nr. 556 Á morgni árla vit Guði lova Johs. 15,26— 27 nr. 404 Himmalski faðir, tín er allur heiður