Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. mai 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 97 — 23. mai 1992 Fáir skaðar ! og få kort Flestu av 1. deildarliðunum eru væl fyri til dystirnar um vikuskiftið. Stórt sæð bert B68 er álvarsliga síðst rakt av kortum TB-NSI á Sevmyrt: At talan í hesum dystinum er um ein favoritt og ein 'out-sidara”, man einki vera at taka seg aftur í. Á heimavelli er TB eitt tað sterkasta 11015, ið er, hóast næstsíðsti dysturin á Sevmýri endaði við av- smumingi móti Tofta- monnum. Tann dysturin kostadi TB tveir mans — Vilmund Michelsen og Poul F. Joensen — í næsta dystinum móti VB, men nú eru teir so klárir aftur. Birgir Dimon hevur verið skaddur, og sum skilst, er hann enn iva- samur. Á liðnum hjá runavík- ingum vantatveir av dyggu stuðlunum — bæði í verjuni og á miðjuni — Oddfríður Gaardbo og Djóni Joensen. Tann fyrri er burtur vegna skúlagongd og próvtgku, meðan Djóni í steypadyst- inum í Fuglafirði varð so illa skaddur, at hann ikki er við. NSÍ er avgjørdur 'out- sidari” í hesum dystinum, men tað man heldur ikki vera ein óvandur leiklutur fyri runavíkingar. B36-VE í Gundadali. Síðsta vikuskiftið fekk Karl Marius Poulsen hjá B36 eitt sera skjótt reytt kort, og er hann ein av teimum, ið ikki verður við Regin Arge er nevnilig vegna ferð uttanlands eis- ini ivasamur. Sum meira ella minni nýggir menn i hópinum eru Karl Leonsson og Jón Hardley, men annars er fólkið tað sama, sum móti B68, har B36 fekk annað stigið vid sær aftur til Havnar. Vågbingar eru heilt væl fyri, og burtur sæd frå Bjarta Nolsøe er eingin madur skaddur å lidnum, og heldur einki leikbann. Bjarti hevur ikki spælt nakrar dystir, og heldur ikki vant, ti hann hevur fingið ein skaða, sum læknin nú hevur mett so álvars ligan, at hann hevur givið honum spæliforboð í triggjar vikur. KI-B68 í Klaksvík: Steypadysturin miku- kvøldiO royndist tofta- monnum dýrur í reyðum liu, og noyðist venjarin Jógvan Norðbúð veruliga at fara í "tænkeboksen' fyri at finna fólk fyri Ingmar Højgaard og Jógvan Mart- in Olsen, ið vórðu koyrdir út í 0-5-dystinum. Allarhelst verða avloys- arar funnir á 3. deildarliðn- um, og verður talan helst um Dan Hansen og Andre- as Lómstein, men eisini er Ingolf Petersen ein møgu- leiki. KÍ hevur hinvegin einki at dragast við av kortum ella skaðum, og burtur sæð frá Allani Mørkøre, ið er niðri í lestrargrindum, eru allir tøkir. Við fyrsta eygnabrá sær út til, at KI hevur allar trumfirnar á hondini, men ei skal undra, um talan í morgin verður um ein eins góðan og kanska javnari dyst. GÍ-HB í Serpisgerði: Toppdysturin hetta viku- skiftið er avgjørt dysturin í Gøtu millum GI og HB. Hetta er traditionelt ein góður og spennandi dystur, og sum kappingin sær út nú, er hann hesaferð einki undantak. Gøtumenn eru allarhelst fullmannaðir, tí mangt er, ið bendir á, at Magni Jarn- skor, ið ikki var á fyrsta lið- ið farna vikuskiftið vegna skurðviðgerð, núer við aft- ur HB hevur eisini eitt so gott sum fullmannað lið. Heðin Askham er klárur aftur, men samstundis er tó Sámal Erik Hentze skadd- ur, og hevur hann ikki fing- ið vant hesa vikuna. Hvørki av liðunum hevur nakað leikbann at hugsa um í hesum umfarinum. B71-SÍF á Sandi: Uppflytaralidini bædi skulu í morgin hittast fyri fyrstu ferð í landskapping- ardysti, síðani kappingina í 2. deild í fjør. Misjavnter, hvussu teim- um hevur gingist, ti B71 hevur enn ongan dyst tapt, medan SIF hevur stridst fyri at sleppa úr botninum. Kappas Síðsta vikuskiftið fekk ein av føstu stuðlunum hjá B71 so mikið ålvarsligan skaða, at hann ikki verður klárur aftur beinanvegin. Tað er Páll Ivan Petersen. Men burtur sæð frá hon- um, skuldi hópurin verið fullmannaður. Sandavágsmenn hava eisini ein fullmannaðan hóp tildystin sunnudagin, so tað verður helst sama lið, sum síðsta vikuskiftið spældi méu HB, sum skal vitja B71 hesaferð. hj. á islands- FOSSUM Aftur í ár skipar Føroyskt Íslandsrossafelag fyri í- tróttarkapping á íslands- rossum, inni á Sundi. Fe- lagið hevur valt at hava kappingina leygardagin 30. mai og sunnudagin 31. mai. Vónandi verður hendan tann fyrra av tveimum í ár. Kappast verður í tølt, fjørgongd og fimmgongd. Tær innleið- andi kappingarnar byrja leygardagin kl 14.00. Fimm tey bestu í hverjari grein skulu kappast í finalunum, sum verða sunnudagin kl. 15.00 Heitt verður á tey, ið ætla at luttaka, at tekna seg hjá einum av nevndar- limunum í seinasta lagi hósdagin 28. mai. Hetta er fjórða árið á rað, at Føroyskt Islands- rossafelag skipar fyri tí- líkum kappingum og vóna fyrireikararnir sjálvandi, at luttøkan verður stór. Í hesi kapping ræður ikki um at koma fyrst á mál og fáa bestu tíðina, men at fáa flest stig í teimum ymisku greinun- um, kappast verður í. Riðið verður á rundvølli, ið er 200 metrar langur Felagið heitir á tey, ið luttaka skulu, at vera inni á Sundi í góðari tíð, tí byrjað verður stundisliga