týsdagur 26. mai 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Fuglfirðingar
vóru óhepnir
Hóast javnt spæl vid javnleiki sum kanska
mest hóskandi úrslitinum, vann Sumba
Sumba-IF 2-1 (0-0)
1-0: Georg Kjærbo
1-1: Tummas Arni
Winthereig
2-1: Eirik Joensen
Dysturin á Krossinum í
Sumba var heilt avgjørt av
teimum meira jøvnu, ið eru
at síggja. Spælararnir vóru
helst eisini greiðir yvir, at
so var, tí eftir dystin vóru
sumbingarnir sera fegnir,
meðan fuglfirðingar gingu
við høvdinum langt niðri á
bringuni.
At so var, hevði eisini
sina sjålvsøgdu orsøk, ti
tað var heilt móti endanum
å dystinum, at Sumba fekk
avgerandi målid, so bædi
stigini vórðu verandi eftir
har suðuri og IF mátti
norður aftur við ongum.
Spælið var yvirhøvur
javnt býtt millum partarn-
ar, og sjálvt ikki teir allar
spentast sumbiaråskodar-
arnir høvdu sæð nakað
forgjørt i, at IF fekk annað
stigið.
Men so gjørdist ikki.
Georg setti hol á
Fyrri hálvleikur var utt-
annakað mál, hóast kjansir
vóru í báðum endum á
vellinum. Kanska serliga
upplagdir IF-kjansir, men
hvørgin parturin fekk nak-
að burturúr.
Rættiliga tidliga í seinna
hálvleiki kom endiliga hol
á, og var tað heimaliðið, ið
fekk fyrsta málið. Trunka-
spæl var framman fyri
málinum hjá IF, og eina
ferð verður bólturin
smekkaður út úr brotsteig-
inum. Fuglfirðingar hildu
Oivad, at nú var vandin av á
hesum sinni, men teir fingu
annað at síggja.
Uttan fyri brotsteigin
stóð Georg Kjærbo klárur,
og í somu ferð, sum bóltur-
in var komin út til hansara,
tók hann og sendi hann
aftur — og nú fór bólturin
lúkst í málið niðri í vinstra
horni.
Eitt perlumál, ið kanska
átti at havt sett enn meira
gongd á sumbingar, men í
staðin vórðu tað fuglfirð-
ingar, ið komu fyri seg nú.
Trýst varð lagt á Sumba-
verjuna, og eftir tógvið
stríð fekk IF endiliga løn
fyri tað.
Ein óskettin verjuspæl-
ari hjá sumbingum skuldi
leggja bóltin aftur til egnan
málverja, men Tummas
Ame Winthereig royndi at
koma ímillum, og eydnað-
ist honum eisini atørkymla
málverjan hjá sumbingum.
Hann fekk ikki hildið bólt-
inum, ið fór inn um hann,
og Tummas Arne fór upp
um hann og skuldi skjóta
bóltin, tå hin royndi at fáa
fatur í beinið á honum.
Men tað eydnaðist Tumm-
as Arna at slíta seg leysan
og fáa sett fótin á bólun í
7 =
tóma málið til 1-1.
Sumbingar avgjørdu
Dysturin var tó ikki lið-
ugur enn, og bæði lid
royndu sítt besta. Men tað
vórðu sumbingar, ið gjørd-
ust teir hepnaru.
Tá einir fimm minuttir
vóru eftir sveik konsentra-
tiénin hjá IF-verjuni, og í tí
eina førinum eydnaðist
Eiriki Joensen at koma
ímillum og fáa pota bóltin í
IF-málið, hóast IF-verjan
hevði havt allar
møguleikar at fáa bóltin
burtur.
Spenningurin helt sær til
síðstu løtu av dystinum, tá
IF mundi fingið javnað út.
Tummas Arne Winthereig
trekti inn í feltið, har hann
spældi Olav Ellingsgaard
púra frían. Men Olavur
fekk einki rættiliga skot å,
og bólturin endaði i føvn-
inginum å Sumba-mål-
verjanum.
Sostatt máttu fuglfird-
ingar taka við ósigrinum,
meðan sumbingar kundu
fegnastum at vera tvey Stig
ríkari og eitt fet nærri 1.
deild, hagani teir komu í
fjør.
(hj.)
å Nr. 98 — 26. mal 1992
Tummas Arne Winther-
eig, IF, skjeyt einsam-
alla málið hjá IF móti
Sumba
leygardagin.
Mynd: Hilmar Jan
MB ROYNISt væl
MB vann uppibornan sigur á Royn, ið ikki
hevur funnið byrjanarstevið aftur
MB-Royn 4-1 (1-1)
1-0: Jóhannus Joensen (br)
1-1: Oli Jensen (br)
2-1: Jóhannus Joensen
3-1: Petur Eiriksson
4-1: Birgir Jørgensen
Hvalbingar byrjadi hetta
kappingarárið so væl sum
ongantíð, tá teir longu eftir
tveimum dystum høvdu
toppskjúttan í 2. deild við
ikki færri enn níggju mál-
um.
Spælið hjá hvalbingum
gekk eisini sera væl, og tað
så út ul, at hetta var ein
upplagdur vinnarakandi-
datur av 2. deild. Men ikki
ber altíð til at skoða hundin
á hárunum, og so varð eis-
ini her. Royn hevur í síðstu
dystunum havt vánalig
úrslit, og liðið er bóltað av
fremsta plássinum niður
um miðjuna við seks sug-
um fyri seks dystir.
Hinvergin byrjaðu mið-
vingar kanska ikki upp á
taðallarbesta, men nú hava
teir fingið gongd á — bæði í
landskappingini í 2. deild
og í steypakappingini, har
teir mikukvøldid settu
grannamar úr Sandavågi
upp á pláss, so tað merkt-
ist.
MB hevur smoygt sær
upp á oddasessin í 2. deild,
og sum spælið gongur nú,
er kósin sett móti 1. deild
við fullari maskinkraft.
Best man tó vera ikki at
taka ov stóran til, tí tað hev-
ur verið gjørt áður — eitt nú
við Royn.
Leygardagin = mølttust
hesi bæði liðini í Miðvági,
og gjørdist talan um greið-
an heimasigur til MB.
Byrjað varð við einum
stak jøvnum fyrra hálv-
leiki, har liðini eisini rætt-
víst fingu hvør sítt mál — í
báðum fórum brotsspark.
Fyrst nart ein hvalbingur
bóltin við hondini í egnum
brotsteigi. Dómarin segði
brotsspark, sum Jóhannus
Joensen setti í netið. Síðani
kom tørnid ul miðvingar,
sum í einum Royn-álopi
eisini vildu hava ein bók-
staviligan fingur við í
spælinum, og tað gav so
hvalbingum eitt brots-
spark, sum Oli Jensen fekk
sent í MB-meskarnar til
javn- og hålvleiksstøduna
1-1.
Beinanvegin i seinna
hálvleiki setu MB turboina
å, og hetta gav eisini ta
yvirvåg, ið skuldi ul fyri at
vinna dystin. Try mål
komu aftrat, og átu MB tey
oll.
Jóhannus Joensen, Petur
Eirikssonog Birgir Jørgen-
sen — flottur høvdari úr 15
metra fjarstødu — settu
punktum á fyri MB, og har-
við var sigurin heima og
oddasessurin vísur.
(hj.)
..at SMS FOTO
hevur eina
Canon
lit-kopimaskinu,
sum m.a. kann:
»kroysta« myndir,
so at motivid antin
verður breitt ella
smalt??
SMS FOTO
Tif. 19820
VALUTAKURSIR
USA
Bretland
V-Tyskland
Svøriki
Noreg
Frakland
Belgia
Sveits
Holland
Italia
Finnland
Ísland
Eysturriki
Spania
Portugal
Kanada
Japan
Írland
Króna
Króna
Króna
Yen
Dollari ..
Pund ..
Markur .
Frankur .
Frankur .
Frankur .
Gyllin ...
Markur .
Skillingur
Pesetas .
Escudos
Dollari ..
Pund ..
Grikkaland Drakmur
25.5.
623,05
1133,83
386,27
107,26
99,02
114,91
18,769
419,62
343,05
0,5127
142,22
10,74
54,889
6,185
4,650
52073
4,8205
— 1032,89
3,238
Keida: Føroya Sparikassi
síðsta mán.
639,40
1134,62
386,84
107,11
98,99
114,64
18,791
421,91
343,54
0,5140
142,14
10,79
54,931
6,157
4,586
535,42
4,7978
1032,12
3,303
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin månadag, miku-
dag og friggjadag kl. 11—18. Tif, 15816.
På
á
VERT