týsdagur 26. mai 1992síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
-.
Nr. 98 — 26. maí 1992
Teldur
Ymiskt -
TELDA
Ein Atari 1040 STF
telda 1 mb ram við
mús og litskermi, til
solu.
TIf. 13365.
YNSKIST
Er nakar, ið hevur eina
Amiga v/ tilhoyri til
sølu fyri 5.000 til 6.000
kr.?
Tlf. 22522.
TIL SØLU
Ein Commodore 64-
telda til sølu. Vid fylgir
eisini bandupptakari,
joystick, Flnal Card-
ridge 3, og sjålvandi
ein hópur av spølum.
Alt hetta fyri einans
2.000 kr.
Tlf. 21086.
AMIGA 500
Ein Mb Ram, joystick,
mus, nøkur spøl, til
sølu fyri 5.000 kr.
Tlf. 21063.
TIL SØLU
Tvey spøl og ein pistól
til Nintendo til sølu fyri
1.000 kr.
Tlf. 17109.
Tónleikur
PIONEER
Bil-anlegg, bandspæl-
ari, equalizari, 2 90 w
hátalarar, 2 diskanthá-
talarar, forsterkari. Alt
fyri 3000 kr.
TIf. 33450 e. kl. 18.00.
STEREOANLEGG
JVC, við CD og hátal-
arum, komplet — til
sølu fyri kr. 4.500.
Tlf. 14461.
HORVID
Grønur ryggsekkur vid
guitarpedal og -leiðn-
ingum horvin å Lista-
fólkastevnuni i Vest-
manna april 92.
Tlf. 18403.
HÅTALARAR
Tveir håtalarar, 200
W, heimabygdir, 5
einheitir, biliga til sølu.
Tlf. 44405 - 44777,
lokal 20.
HARMONIKA
Junier harmonika við
kufferti til sølu fyri
1.500 kr.
Tlf. 71831, eftir kl. 20.
VIDEO OPTAGER
Blaupunkt VHS, m
div. tilbehør. Giv et
bud!
Tlf. 19314.
TIL SØLU
Eitt joystick, Zinger,
tvey tv-spøl, biliga til
sølu.
Tlf. 17507.
VIDEO
til sølu fyri 3.000 kr.
Tlf. 19731.
FOTOAPPARAT
Nikon aut. fotoappa-
rat, incl. motor/blits/
taske. Sælges for:
1.500 kr.
Tlf. 19314.
TIL SØLU
Ein sidu/dublet byrsa,
fyri einans 1000,- kr.
Við fylgja patrónbelti
og reinsisett.
TIf. 14374.
TILBOÐ YNSKIST
at mála vindeygur
uttan, húsið er 4
hæddir.
TIf. 13484 - 19584.
SJØVANNSPUMPE
Senkbar (ABS).
Materiale: Syrefast
stál/PVL. Mál í mm.:
h=380 ø=166. An-
slutning: R 1 1/4". El.
data: 220 V 50 Hz 1
kw 1. fas. kap. m?/h:
17x3 m/S.
Tlf. 19996.
HUSHJÅLP
søkist til Islands at
byrja beinanvegin og
til 1. september. Um-
fatar ikki barnaansing.
Góð løn. Nærri fæst at
vita á
TIf. 24031.
HYGG HER!
Um tit liggja inni við
onkrum til loppu-
marknað, so taka vit
fegin ímóti.
Bústovnurin,
TIf. 11478.
GÓLVPLÁTUR
ynskjast til keyps.
TIf. 13456.
DRENSLANGA
30 m drenslanga til
sølu.
TIf. 11519.
TELT
5-mans telt til sølu fyri
500 kr.
Tlf. 55823.
ROGVIMASKINA
Er nakar, ið hevur eina
rógvimaskinu til sølu,
so ring
Tlf. 48350.
GOLFSETT
Er tad nakar, sum hev-
ur eitt brúkt golfsett til
sølu, so ring
Tlf. 47942 - Sjúrður.
INNHURD
Lutvidgjørd fyllnings-
hurð úr furu v/ rútum,
br. 80 cm, síðustykki
br. 20 cm, til sølu við
karmi fyri 4.000 kr.
TIf. 10665.
FERÐASEÐLAR
2 ferðaseðlar við
Winston Churchill í 2-
koyggju kamari, Fer-
oyar-Danmarkar = og
aftur, bíliga til
sølu.liga til solu.
TIf. 73760.
— Síða /7
( Lesarabrøv 3
Kommunufelagid — kommunu-
samstarv/-samanlegging
Nu ték rættuligt strid seg
upp um Føroya Komm-
unufelag. Spurningurin er
just tann sami, sum tå
Tórshavnar Kommuna
tók seg úr felagnum.
Teir góðtóku ikki at
vera í einum felagsskapi,
hvar tær smáu kommun-
urnar eftir teirra metan
hevdu lutfalsliga ov stóra
ávirkan í mun til fólka-
talið. Hesa skipan vildu
hinar kommunarnar í fe-
lagsskapinum ikki broyta.
Tórshavnar kommuna
segði seg tí úr felags-
skapinum.
Men kommunurnar við
Skålafjørdin, ið nú eftir
skilnaðin fyri 25 árum síð-
an, tykjast at vera sera
samdar, reisa nú aftur
henda spurning, men á ein
sera legnan hátt.
Teirra krav er, at um
hesar 4 kommunur ikki
fáa ein lim í starvsnevnd-
ina, so eru tær ikki við
meir. Slíka mannagongd,
at 4 kommunur av 46 taka
seg saman og krevja ein
starvsnevndarlim fyri at
verða verandi í felags-
skapinum, vilja vit ikki
góðtaka. Hverjar verða so
tær næstu, sum krevja tað
sama? Hvat virði er í slík-
um felagsskapi, sum skal
virka undir slíkum um-
steðum?
Tað er rættuliga lítil
munur á fólkatalinum í
Klaksvíkar kommunu og
so hesum 4. So má tað
næsta verða, at vit krevja
ein fastan starvsnevndar-
lim fyri at verða við, hvat
vit ongantíð hava tosað
um.
Vit vilja gott vera við til
at broyta bygnaðin, men
um hetta skal gerast við
at broyta talið av starvs-
nevndarlimum er ein ann-
ar spurningur. Felagið
verður dýrari at reka, og
effektiviteturin í arbeið-
num verður valla sterri.
Tað er uttan iva rætt, at
tær smáu kommunurnar
hava sterri gagn av fe-
lagnum enn tær sterru,
men skulu vit halda fram
við tí kommunubygnaði,
vit hava í dag, og verða
verandi í einum felags-
skapi, so krevur tað eisini,
at tær smáu kommunur-
nar hava ávirkan. Hvussu
hetta kann lata seg gera,
so allar verða negdar,
verður ikki loyst við upp-
skotinum frá kommunun-
um á Skálafjorðinum, um
bert at krevja til sín.
Um úrslitið av, at upp-
skot teirra varð vrakað,
verður, at tær taka seg úr
felagsskapinum og taka
upp samstarv við Tors-
havnar kommunu, hvat
tað so kann verða um, so
kunnu vit bert konstatera,
at ein nýggj steða er íkom-
in. Neyvan finst ein meiri-
luti í Klaksvíkar Býráð
fyri at leggja seg á knæ
fyri at bjarga teimum í fe-
lagsskapinum ella sjálv-
um felagsskapinum.
Vit kunnu so bert
konstatera, at tað sokall-
aða midstadarøkid nú
verður munandi sterri og
okkara ávirkan tí uttan
iva minni.
Hetta er so ein nýggj
steða, sum sambands- og
tjóðveldismenn saman við
onkrum hissini sjálv-
stýrismanni á Skålafjør&-
inum hava sett okkum í í
Norðoyggjum, Vágum,
Sandoy og Suðuroy, og
hana eiga vit so at taka
upp til umreðu, hvussu
vit í hesum økjum kunnu
samarbeiða betur bæði
innanhýsis í økjunum og
millum økini.
A umboðsráðsfundinum
hjá kommunufelagnum
hótti Heini O. Heinesen
við, at um kommunurnar
vórðu lagdar saman, eitt
nú í Norðoyggjum, so var
einasta endamál hjá
landsstýrinum at lata
fleiri uppgåvur út til
kommunurnar, eitt nú
sjúkrahúsið, og tá roknaði
hann ikki við, at tí var lív
lagað.
Nei, Heini, spurningur-
in er meira álvarsamur
enn sum so, tí ågangurin
frå partamonnum tinum å
Skálafjorðinum er rættu-
liga stórur í letuni. Teir
vilja savna alt um Havn-
ina og Skálafjerðin, og tað
er eisini eitt natúrligt
sjónarmið sæð frá teirra
síðu.
Um hetta verður ver.-
leiki, so er tað ikki bet
Sjúkrahúsið, sum er í
vanda, men mangt annz.
Tær kreftir, sum í hesum
degum, sum lið í sparing-
um krevja bæði Klaksvík-
ar og Tveroyrar sjúkrahús
niðurlegd, standa nærri
gáttini til maktina, enn tú
gevur tær far um.
Lítil dugur er tá í at
standa á fundi aftan á
fund og greiða frá, hvussu
væl tú hevur stýrt tínari
kommunu, sum er minkað
í stórum alla hesa eld.
Tað, sum er hent har hava
allir skattaborgarar í land-
inum geldið. Bert fyri
fáum árum síðan var
neyðugt hjá Klaksvíkar
og Hvannasunds komm-
unum at gjalda bróður-
partin av farleiðini norð
um fjall.
So vit halda okkum
hava rætt til at krevja av
tær, at tú kemur við í sam-
arbeiði her norðuri, serliga
í hesum degum. Er tín
kommuna so væl fyri, so
má tað verða eitt krav, at
tit eisini eru við til at
bjarga arbeiðsplássum
her.
Nú er nokk tosað á fund-
um um, hvussu >idylliskt<
alt var, tá tit vóru upp-
deildir í kirkjusóknir. Vit
kunnu ikki yvirliva av tí.
Óli E. Heinesen
býráðsformaður
Danidabiddarin mikli, Guttormur
Djurhuus leggur eftir
føroyskum krigseinkjum
Í Fjårtanda nr. 37 og
fevnandi um ikki minni
enn tveir dagar, nevniliga
hin 21. og 22. mai 1992
leggur Guttormur eftir
okkum, ið hava roynt og
enn royna at vinna rætt-
indi feroysku krígssiglar-
anna og einkjum teirra, ið
fórust krígsárini 1939-
1945.
Guttormur dugir væl at
brúka orðið biddari, og tað
kemst ikki av ongum, tí
hann er vist tann stersti
føroyski biddarin, ið
danska BISTANDS-
HJÆLPEN hevur kent
til.
Góði Guttorm, eg var
keddur av at lata konu
tína vita, at eingin krígs-
pensión kundi skaffast
henni og tær burtur úr
skipanini, sum hon nú er
legd fram fyri Danating.
Góði Guttorm, vil tú
hava at eg skal almanna-
kunngera nevnini á ellum
føroyskum tjóðveldisfólk-
um, ið hava biddað og nú
ganga við stórari krígs-
pensión sambært tí skip-
an, eg royni at fáa í lag til
upp aftur fleiri av tínum
partamonnum.
Guttorm, orðatakið sig-
ur »Skomager, bliv ved
din lest«, og tað skal tú
bara bliva og lata meg og
mínar hjálparar fáa frið at
berjast fyri feroysku
krígsveteranunum og
krígseinkjunum. Halt
bara á fram við at bidda
frá donsku bistandsfyri-
tøkuni »DANIDA«, henni
hevur tå livað av í nógv
ár, og júst nú sekir hon
eftir biddarum í danska
blaðnum SØFART.
Annars kann eg lata teg
vita, at eg havi fingið
nakrar krónur frá tí al-
menna, soleiðis at eg kann
skaffa mær serkena hjálp
í sambandi við krígs-
tryggingararbeiði, so
kanska var hetta nakað
fyri teg. Tú hevur jú kunn-
leikan, so tað forslær á
danska biddaraøkinum.
Knút Nolsøe