Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað er ikki altíð, at tað er so nógv at gera hjá mál- manninum hjá HB, men tað ræður um at vera til reiðar, tá ið er okkurt er áfatt. Gert tú mistøk, tá ið tú hevur lítið at gera, verða tey sera sjónlig, heldur Bárður Johannes- sen, sum nú hevur snodd- að til landsliðið fyri fyrstu ferð EYÐUN KLAKSTEIN Tað var í tøkum tíma, at Bárður Johannessen spældi seg á 1. lið hjá HB. Hevði hann ikki komið á liðið í 1999, so hevði eingin kent hann sum fótbóltsmálverja í dag. Eftir nógv ár í skugganum av Kaj Leo Johannesen, sum sat trygt á málmansplássinum í HB fram til 1998, gav Bárður fótbólti- num ein seinasta kjans, og tað lukkaðist. – Tað var sera læruríkt at venja saman við Kaj Leo í so nógv ár. Vit høvdu tað fínt saman, sjálvt um tað sjálvsagt var keðiligt ikki at sleppa at spæla. Men eg góðtók treytirnar og gjørdi mítt besta, sigur 29 ára gamli Bárður Johan- nessen, sum í dag er fyrsta valið til plássið millum stengurnar á HB-liðnum. – Eg spældi onkrar dystir, með- an Kaj Leo framvegis var við. Hann var onkuntíð burturstaddur, men tað er ikki fyrr enn seinastu fýra árini, at eg rættiliga eri slopp- in at royna meg. Náddi á mál í evstu løtu Bárður Johannessen gjørdi í 1999 upp við seg sjálvan. Nú skuldi tað røkka ella støkka. – Eg hevði gjørt av, at um eg kom ikki á 1. lið í HB tað árið, gavst eg sum málverji og fór at spæla hondbólt. Hondbóltsevnini hava øll árini verið eyðsýnd, men hann var meira drigin av fótbóltinum, tá ið samanumkom, og tá Ion Geolgau valdi at geva Bárði kjansin í máli- num, tók hann av, og nú hevur hann spælt fleiri enn hundrað dystir á besta liðnum hjá HB. – Eg havi spælt lítið og einki av hondbólti seinastu árini, tí nú satsi eg upp á fótbóltin. Í 1998 vann HB meistaraheitið, og hóast Bárður Johannessen var fegin um tann sigurin, kann tað als ikki samanberast við kensluna, tá ið meistaraheitið í fjør varð vunnið. – Í 1998 sat eg á beinkinum meginpartin av tíðini, so tá var eg bara við uttan rættiliga at vera við til at vinna gullið. Tað var ein betri kensla at vinna silvurið í 2000, tí tá spældi eg, og nógv tað størsta upplivilsið var so at vinna meistarheitið í fjør, greiðir Bárður frá. Bara prátar Hagtølini vísa, at HB í fjør hevði sterkastu verjuna í 1. deild, tí fæg- st mál vóru skorað ímóti liðnum – 19 mál í 18 dystum. Hetta er eisini kenslan, sum málverjin hjá HB hevur av monn- unum frammanfyri seg. – Vit hava havt eina góða og sterka verju í fleiri ár, og tað ger mína uppgávu lættari. Summar dystir er tað bara prát hjá mær. Eg royni at tosa við verjuspælararnar og vera við, men eg havi so at siga einki at gera, greiðir Bárður frá. – Men tá ið tú hevur lítið at gera, er tað sera umráðandi, at tú ert klárur, tá ið okkurt er áfatt. Tí gert tú mistøk tá, verða tey nógv meira sjónlig, enn tey annars høvdu verið. HB hevur mist nakrar verju- spælarar síðani kappingarárið í fjør, men liðið hevur í fyrstu dyst- unum fótað sær við nøkrum nýggjum monnum í verjuni. – Tað sá ikki so gott út ta einu tíðina. Hans á Lag fór niður, Jóhannis Joensen fór til FS Vágar, og Jan Dam ætlaði at gevast. Tí- betur valdi Jan at halda fram, og tað ger tað nógv lættari at fáa onkran nýggjan mann í verjuna, tí Jan kann stýra og læra teir ungu, heldur Bárður Johannessen. Munur á áhuganum Umframt at ríða nógv einu tíðina hevur Bárður spælt bæði hondbólt og fótbólt, síðani hann var smá- drongur. Hann hevur eisini spælt á hægsta stigi, og hann hevur upp- livað tvey líknandi umhvørvi. – Í skiftirúminum er tað lítil munur at vera saman við hond- bóltsspælarum og fótbóltsspælar- um, men tað er stórur munur á áhuganum millum fólk og um- støðunum rundan um teg. – Í hondbólti eru nógv fólk bara áhugað, um tú hevur møguleikan at vinna meistaraheitið, annars er tað einki serligt. Í fótbólti er áhugin so nógv størri allatíðina, greiðir Bárður frá. Landsliðið í eygsjón Ein orsøk til, at Bárður Johannes- sen valdi fótbóltin fram um hond- bóltin var, at í fótbóltinum vóru nógv fleiri altjóða avbjóðingar. Landsliðsarbeiðið er nógv meira støðugt, enn tað hevur verið í hondbóltinum, og so er tað eisini Europa Cup. – Nú havi eg roynt at spælt europeiskar dystir, og tað hevur verið bæði spennandi og stuttligt at roynt. Í ár skulu vit so vera við í Champions League, og vit skulu eisini spæla ímóti íslendsku meistarunum síðst í apríl. Hesar avbjóðingar eru sera spennandi, heldur Bárður. – Men tær gera eisini, at vit fáa onga summarfrítíð, og tí skulu vit klára at spæla við fullari ferð líka fram til oktober mánað uttan nakran steðg. Tað verður krevj- andi. Bárður hevur nú eisini snoddað til landsliðið, tí hann var við, tá ið árliga venjingarlegan var í Spania fyrr í ár. – Fyrst hevði eg sum mál at koma á 1. lið hjá HB. Síðani havi eisini hugsað um landsliðið, men eg roknaði ikki við, at eg fór at fáa møguleikan. Tí var eg eitt sindur kløkkur, tá ið eg varð úttik- in til venjingarleguna, sigur hann. – Men tað gjørdi tað nógv lætt- ari at fara í gongd aftur í ár, sigur Bárður, sum nú saman við hinum monnunum á HB liðnum skal verja meistaraheitið og stílar eftir sigri í steypakappingini. 12 13 – Í hondbólti eru nógv fólk bara áhugað, um tú hevur møguleikan at vinna meistaraheitið, annars er tað einki serligt. Í fótbólti er áhugin so nógv størri allatíðina, sigur Bárður Johannessen, málverji hjá HB, sum tók fótbóltin fram um hondbóltin. Mynd: Álvur Haraldsen Við hvørt er tað bara prát 2003 2003