hósdagur 28. mai 1992síða 20
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 100 — 28./29. maí 1992
= -
*'AindahlaðA
ILOPOSLOT:FONT:IO)ZÐ
Alsamt fleiri feløg
Javnan fær ISF fyrispurningar frå feløgum, id
ynskja limaskap. Men finnast må útav, hvussu
nógu kunnu vera um køkuna, uttan at ov lítið
verður í part
ROS
Heðin Mortensen, ÍSF-
forseti varð leygardagin
enn einaferð valdur sum
ovastur fyri alla ítrótt í
Føroyum — hesaferð uttan
nakað mótvalevni. Heðin
Mortensen skal sostatt
halda fram í ISF-stólinum
næsta skeiðið, ið er næstu
tvey árini. Mynd: Per á Hædd
Tey feløg, ið hava áhuga
fyri at fáa limaskap í ISF,
gerast alsamt fleiri í tali,
men í formansfrágreið-
ingini legði Heðin Mort-
ensen stóran dent á, at
nú má skiljast ímillum
vanlig ítróttafelpg og so
feløg, ið kanska eiga at
koma undir okkurt
annað, so sum dart,
bridge og annað. Annars
er fótbóltur (myndin)
tann ítróttagreinin í
Føroyum, ið hevur flestu
íðkararnar. Mynd: Absalon
Hansen *
Í farna árinum eru nýggj
feløg komin aftrat sum
limir í ISF, og vilja vit
ynskja teimum vælkomn-
um. Tey nýggju felggini
eru Billardfelag Fugla-
fjarðar, Bogaskjóufelagið
Ørvur, Bóltfelagið Skans-
in, Fótbóltsfelagið Æsir,
Kaldbaks Bóltfelag og
Bóltfelagið Driv.
Við hesum seks nýggju
feløgunum, ið komin eru í
farna ári, eru samanlagt
ikki færri enn 108 feløg í
ISF. Hesi 108 feløgini
gera seg hvørt i sinum lagi
galdandi innan 20 ítróttar-
greinar, har samanlagt
umleið 15.000 íðkandi ítr-
óttafólk eru skrásett. At
onkur av hesum ganga
aftur innan fleiri ítrótta-
greinar slepst neyvan
undan, men kortini er
hetta tað størsta talið
nakrantíð, og tað í sær
sjálvum skuldi givið ljósar
framtíðarvánir fyri før-
oyska ítrótt.
Sterkur felagsskapur
Hetta sigur okkum sam-
stundis, at ÍSF er ein
sterkur felagsskapur, ið
ikki umboðar ein ella ann-
an tilvildarligan minniluta,
men umboðar eina stóra
fjøld í Føroya fólki -
nevniliga ein heilan trid-
ing.
Eisini er at vóna, at
hetta stóra tal kann bera
okkara ráðandi monnum
ein greiðan boðskap um,
at ítróttur ikki er lætti-
soppur, men heldur er ein
gevandi iløga i framtidina.
Tann stóri meginparturin
av teimum íðkandi eru jú
børn og ung, eins og eisini
fleiri av teimum, ið hava
ábyrgd og leiðslu innan
ítróttina eru í bestu árum.
Tí má ítrótturin ikki for-
smáast, men virðismetast
og takast sum tað, hann er.
Sum tíðirnar eru, leggj-
ast alsamt feløg aftrat
teimum verandi, og tað
tykist, sum gking er í alla
tíðina á hesum øki. Spurn-
ingurin er so, hvat vit vilja
við hesum feløgum, og
um vit uttan íhald skulu
taka ímóti fleiri felgum,
ella um eitt mark skal vera
sett fyri, hvussu nógv
feløg skulu vera.
Fåa fyrispurningar
alla tidina
Umsóknir og fyrispurn-
ingar koma alla tíðina frá
feløgum, ið hava áhuga
fyri at fáa limaskap. Eisini
kann hugsast, at felags-
skapir av ymsum slag eis-
ini kunnu hava hug at
spyrja seg fyri, so sum
dart, bridge og alt møgu-
ligt annað. Tí eiga vit nú
at fáa greiðar linjur fyri,
hvat er ítrótt, og hvat
kanska ikki júst eigur at
koma undir ítrótt, so vit
hava nakað at handla eftur,
og kunnu varðveita tamar-
haldið á gongdini á eisini
hesum øki.
eningurin er eisini av-
markaður, ið er tøkur til
ítrótt, og kunnu vit Ú
koma út fyri, at vit gerast
ov mong um kakuna, sum
tikið verður til, og at part-
urin til hvønn tí bara
minkar.
Síða 21
—
Figgjarligi
karmurin
fyri hóttan
Viðvíkjandi teimum
pengum, ÍSF hevur at
arbeiða við í ár, er at
nevna, at játtanin er hin
sama, 2,9 milliónir
krónur, umframt tær
300.000 krónurnar til
Fótbóltssamband Før-
oya.
Hesa jåttan mugu vit
royna at klára okkum
við, men kortini sær út
ul, at figgjarætlanin
enn ikki er komin heilt
undir land, og at ikki
allar súður eru syftar
henni viðvíkjandi. Nú
ljóðar, at finnast skulu
einar 4-500 milliónir
krónur at spara, og
hóast ein bert kann
vóna, at okkara partur
av játtanini kann sleppa
at standa óbroyttur, so
er eins væl fryktandi
fyri broytingum her
sum aðrastaðni.
Men sum er, vita vit
ikki, um vit eru við í ti
sparipakkanum, ið
skerast skal burturav,
so í løtuni valdar eitt
sindur av ótryggleika á
hesum øki. Vónandi
verður hesin ótryggleiki
avloystur av einum
lætta, og jáltanin til
ítróttina fær frið.
Hendir tað ringast
hugsandi, verður skorið
niður, og so kemur tað,
at ganga út yvir sersam-
bondini og sum heild
lað stóra barna- og
ungdómsarbeiði, ið itr-
Ólturin leggur lunnar
undir dag og dagliga.
øf”
vidurkenn-
ingin híðar
Í nøkur ár hevur ein
nevnd — Olympiska
Nevnd Føroya — arbeitt
fyri at Føroyar skulu
gerast limir í altjóða
olympisku nevndini,
IOC. Hóast stórur inn-
satsur er gjørdur, hevur
enn ikki eydnast okkum
at røkka málinum.
Hildið verður tó fram
við hesum arbeiði, og
eitt ávíst lobby-arbeiði
er eisini gjørt, millum
annað við at prenta eitt
rit, ið greðir frá um
Føroyar og føroyska itr-
ótt. Hetta rit er snøgt
sagt farið út um allan
knøttin, og vit hava
upplivað tað gleðiliga,
at fingið viðmerkingar
um tað ymsastaðni frá,
so vónandi kann hetta
rit gera mun.
Týdning at vera við
Verður limaskapur
okkara í IOC
staðfestur, kunnu vit
javnbjóðis øllum hinum
IOC-tjóðunum vera við
í olympisku leikunum.
At vit kunnu hava
møguleikan at vera við,
kann hava sera stóran
týdning, um vit eitt nú
brádliga hava ein góðan
svimjara, onkran góðan
íðkara í frælsum ítrótti
ella kanska okkurt gou
lið innan onkra
ítróttagrein, ið hugsandi
kundi verið at sent
avstað til olympiskar
leikir.
So vónandi gongur
ikki alt ov long tíð, til
vit hava rokkið hesum
máli okkara, at gerast
limir í IOC. Fleiri ferðir
hevur limaskapur okk-
ara skula verið ukin
fram, men altíð er
málið dottið burtur, tá
avgerðin hevur verið
nær.
|
Olympiska