leygardagur 30. mai 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Fyrrverandi Heygadrangur
Kostar í dag
88 mió. kr.
—Vit skulu fiska fyri millum 30-40 milliónir, um
báturin skal bera seg, sigur Ollie Sinclaire,
skipari
Vit sita í stóru salongini
undir brúnni á Orcades
Viking HI, fyrrverandi
Heygadrangi. Vit sita í
djúpu ledursofunum, íð
hesum stóra rúminum,
sum bert verður nýtt til
at hugna sær og práta í.
Beint frammanfyri ein
ein videosalóng, og har
situr ein av manningini
og hyggur eftir einum
aktion filmi. Stóra
salongin verður býtt
sundur í tvey av einum
glasveggi og á hesum
veggi eru myndir av
trimum skipum, sum
sama reidari hevur átt.
Ivey tey fyrstu eru seld
og Orcades Viking Ill er
tann seinasti í rødini og
eisini nógv tann størsti. I
sofuni situr Ollie
Sinclaire, skipari stoltur
og greiðir frá skipinum:
-Eg skilji at vit verða
nógv umtalaðir í fjølmid-
lunum í Føroyum í hesum
døgum, eg veit ikki um
hendan nógva umtalan av
Heygadrangi er heppin
fyri okkara fiskieydnu. At
føroyingurin er so argur
inná Heygadrang. Vit eru í
hvussu er glaðir fyri skip
okkara, sigur Ollie Sin-
claire, skipan.
Kendur í Føroyum
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Ollie Sinclaire er i
Føroyum og hann kennir
fleiri føroyskar nótaskip-
arar.
--Seinastu átta árini hava
vit verið fleiri ferðir á
Fuglafirði við hinum skip-
unum, sigur Ollie, meðan
hann stendur á bátadekk
inum og peikar móti
Trondi í Gøtu
Skiparan Arna, kenni
eg og hann er ein dugna
ligur fiskimadur, sigur
hann.
Vit kenna eisini fleiri
her i Fuglafirði, hava
verið i klubbanum og
kanska tá vit koma næstu
ferð, tá far vit á barr, nú
eg hoyri at tit fáa fría
útskeinking, sigur Ollie,
skemtandi.
Dýrt skip
Um vit hugsa um hvat
føroyski skattagjaldarin
misti av Heygadrangi og
hvat tað hevur kostað ork-
ney-ingum at gera hann til
eitt brúkiligt skip, so er
hesin trolari eftir støddini
heimsins dýrasta fiskiskip.
--Báturin stendur okkum
í dag í 88 milliónum krón-
um. Hann kostar nógv, og
ti skal eisini fiskast nógv,
Skal báturin bera seg, vit
skulu fiska fyri millum 3-
4 milliónir pund um árið
fyri at báturin skal bera
seg og tað svarar til og tað
svarar til út í móti 40
milliónum donskum
krónum um árið, sigur
Ollie Sinclaire.
Men møguleikarnir eru
ikki teir ringastu fyri at
fáa tað at mala rund. Vit
fiska í løtuni gullaks, vit
hava eini 600 tons inni av
heilfrystum gullaksi og
hetta hava vit veitt eftir 14
døgum. Trolarin tekur
1000 tons og vit skulu
helst fáa ein túr um mán-
aðin fyri at báturin skal
bera seg, sigur Ollie Sin-
claire.
Frysta í blokk
--Enn gera vit ikki annað
við fiskin enn at frysta
hann í blokk. Gulllaksurin
Ollie Sinclaire, skipari á brúnni, sum er sera væl útgjórd
verður seldur til Dan-
markar og vit fáa 3.50 kr.
fyri kiloið, hetta er ein
brúkiligur prísur. Vit hava
roynt vestanfyri Hebrid-
urnar einar 75 fjórðingar
úr landi og tað hevur verið
væl at fingið. Vit klára at
frysta 90 tons um døgnid.
—Saman vid okkum hava
hålendsk skip eisini roynt
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir.Hilmar Jan Hansen
og tað var júst ein hálend-
skan trolara sum vit komu
fastir í, tá vit slitu veirin
og noyddust á Fuglafjørd.
Hevði tað vert verið veir-
urin, so høvdu vit kunna
umvælt skaðan í Skot-
landi, men sondukápulin
slitnaði eisini og nærmasta
stað vit kundu skoyta
hann var i Føroyum, sigur
Ollie Sinclaire.
--Vit fara nú at seta
flakamaskinur á verksmið-
juna. Eg veit ikki rættuliga
hvar hetta verdur gjørt,
men tad verdur har sum
vit fáa biligasta tilboðið,
sigur hann.
Prísurin fallin
Orcades Viking III fisk-
ar gullaks, makrel, rossa-
makrel og sild, og vid at
royna eftir hesum fiska-
sløgum, tå verktidin er
fyri teimum, hevur
Nr. 101 — 30. maí 1992
trolarin nógmikið at gera
alt árið.
--Men prísirnir eru
svikaligir. Seinasta tíðina
er nógvur fiskur komin á
marknaðin frá teimum
fyrrvernadi kommunis-
tisku londunum. Teimum
mangla valuta og ti senda
tey nógvan fisk á markn-
aðin. Seinasta árið er
makrelprísurin fallin við
30 prosentum. Men eg eri
optimist hóast alt, sigur
Ollie Sinclaire.
Við Orcades Viking III
eru 28 manns. Teir lata
stak væl at skipinum, sum
er einasti fyrstitrolari í
øllum Skotlandi av hesum
slagnum. Síðan orkney-
ingar keyptu Heygadrang
er hann longdur og
umbygdur í Skagen og
hann er ikki at kenna
aftur.
Og pláss er eisini fyri skemti. Á síðuni er eisini stór
mynd av Hagar Víkingi, ið veiður fisk.