Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. mai 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 — 30. mai 1992 ítróttur Tá fótbóltslandsliðið nú mikukvøldid fer á vøllin á Svangaskarði at spæla sín fyrsta heimadyst í HM- undankappingini, verður tað í teimum gomlu og væl slitnu Hummel-troyggjun- um. Ella kanska í ongum... Í hvussu er hevur ikki eydnast Fótbóltssambandi Føroya at finnaein sponsor ul klæðini hjá landsliðn- um, ið ikki framhaldandi kann hava konkursrakta Hummel sum sponsor. Annars hevur leingi ljóðað, at fótbóltssam- bandið so og so dúgliga arbeiddi við at fáa nýggjan sponsor, og navnið Adidas hevur verið at hoyrt í krók- unum. Mikukvøldid kom so eitt tíðindaskriv gjøgnum tele- faksið, ið hevði soljóðandi orðaljóð: = >Boðað verður til tíð- indafund fríggjadagin 29. mai 1992 kl. 10.00 á Parn- assinum á Hotel Hafnia. Nýggju landsliðsklæðini verða sýnd fram og sátt- máli undirskrivaður.< Ein greið innbjóðing til tíðindafundar, ið ikki var til at misskilja — og tó... Umboð fyri sjónvarpið, Dagblaðið og so sjálvandi eisini Sosialin vóru til reið- ar á Parnassinum fyrrapart- in í gjár, og har sótu eisini landsliðsspælararnir Jan Dam, Abraham Hansen og Tummas Eli Hansen sam- an við liðleiðaranum Ják- upi Simonsen, meðan stjórnarlimurin = Mortan Poulsen rann millum tele- fonir. Kaffi og te stóð á borð- Inum, men annars einki afturvið. >Tí skal Tummas Hanus Dam koma við,< kunnaði ein av FSF-monn- unum, tá ein svangur blað- maður forvitnaðist. Men har komu hvorki smákgkur, Tummas Hanus Dam, onnur FSF-umboð ella nøkur klæði. Alt ruggaði ikki rætt So við og við skiltist, at okkurtikki ruggaði rætt, og endiliga komu boðini um, at nú vóru samráðingarnar slitnaðar millum Fótbólts- samband Føroyar og Adi- das-umboðið í Føroyum, Tummas Hanus Dam. Endiliga visti Mortan Poulsen okkurt atsiga, eftir at hava tosað fleiri ferðir í telefon: >Her verður einki. Ég vóni, at kaffi hevur gagnast tykkum væl, tí her verður einki annað enn Tummas Hanus Dam við einum av troyggjun- um, Adidas ætlar lands- liðnum at spæla HM- dystirnar í. Mynd: Kalmar tad.« Vidari greiddi hann i stuttum frå, hvussu vordid var vid klædunum, lands- lidsspælararnir skuldu havt brúkt mikukvoldið: HM-DYSTUR FØROYAR - BELGIA 3. JUNI 1992 KL. 19.00 TOFTA LEIKVØLLIR »Samrådingarnar mill- um okkum og Adidas eru slitnadar, og i hvussu er fer KN FSF spillnakid einki at verda undirskrivad í dag. Hvussu so verður seinni, vita vit einki um enn. Í dystinum móti Bel- gia spæla landsliðsspælar- arnir í teimum gomlu troyggjunum frá Hummel, so eingin avtala við Adidas verður klár til hendan dyst- in.« Tað, ið nú skilir partarn- ar, er ein avtala FSF hevur við Select um bóltar, bein- skinnarar og tilikt, ið ann- ars er galdandi í ár og alt 1993 út Sumskilst, vóru samráð- ingarnar við Adidas annars komnar so langt, at bert var efur at skriva undir, tá tað vísu seg, at Select-avtalan kom ímillum og Adidas ikki vildi ganga við til eina avtalau, FSF kundi góð- taka, uttan so, at Select- avtalan varð sett úr gildi, og landsliðið bert fekk klæði og útgerð frá Adidas. Men FSF kann ikki so lætt ganga hesum ynski á møu, ti tað vil siga tað sama sum at bróta sáttmál- an við Select, og tað eru teir í FSF eftir øllum at dóma ikki glaðir fyri. Hvat so víðari hendir í hesum máli, er ikki greitt, men helst man okkurt fara at spyrjast burtur úr, áðr- enn dysturin móti Kypros er á skránni, ú at spæla í klæðum frá einari fallit- fyrtøku sum Hummel, man virka mongum mest- sum ov symbolskt… ! Annars hevdi Tummas Hanus Dam helst roknað við einum sáttmála í gjár, tí klæðini, Adidas ætlar landsliðnum at vera í, eru heimkomin og klár. Eftirer bert at fáa ruddað Select av vegnum og fingið sett eina undirskrift á sáttmálan. hj. Belgiska Føroyar—Belgia 3. juni Belgiski landsliðsvenjarin hevur fyribils úttikið hesar 20 leikararnar til dystin mikudagin kl. 19.00 á Svanga- skarði: Navn Felag F. Dyst. Philippe Albert KV Mechelen 10.08.67 18 Gilbert Bodart Standard Liege 02.09.62 5 Danny Boffin Anderlect 10.07.65 Vital Borkelmans Club Brugge 01.06.63 í í Frank Dawen Gent 03.11.67 4 Alain Denil Cercel Brugge 17.08.66 0 Marc de Grijse Anderlect 04.09.65 38 Marce Emmers Mechelen 25.02.66 27 Georges Grun Phama 25.01.62 59 Gunter Hofmans Ekeren 03.01.67 1 Dirk Medved Gent 15.09.68 4 Louls Ollveira Anderlect 24.03.69 2 Michael Proud Homme Mechelen 24.01.59 39 Vincenzo Shiofo Torino 19.02.66 53 Loreonzo Stalens Club Brugge 30.04.64 6 Franky Van der Elst Club Brugge 30.04.61 50 Danny Verlinden Club Brugge 15.08.63 0 Bruno Vergavel Anderlect 27.08.67 25 Johan Walem Anderlect 01.02.72 4 Marc Vilmots Standar Liege 22.02.69 13 Teir 16 leikararnir, sum verða við á Feroyaferðini, verða úttiknir leygarkveldið.