Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. mai 1992síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

saa | Þe á Nýggja ensk-fóroyska ; % % % i F Storverk sum skal varðveita og menna mál okkara Nú um dagarnar kom út eitt stórfingið føroyskt bókaverk, nevniliga 700 síðu stóra ensk-føroyska orðabókin. Tað eru teir tríggir studentaskúla- lærararnir Anfinnur í Skála, Jonhard Mikkelsen og Zacharias Wang, sum hava greitt hetta stóra arbeiði úr hondum og hava harvið ríkað mál okkara við enn einum varða. Bókin er fyrst og fremst ætlað teimum, sum ganga á hægri skúl- um. Tað hevur nevniliga verið tørvur og saknur á eini tílíkari orðabók í undirvísingini á hesum skúlum. Higartil hava næmingar verið noyddir at brúka ensk-donsku orðabókina. Kemur væl við hjá næmingunum Zacharias Wang, ein av rithøvundunum, sigur við Sosialin, at tað er al- neyðugt við slíkari orða- bók serliga innan hægri skúlarnar. Tá føroyingar skulu læra fremmant mál eru teir novddir til fyrst at hyggja í donsk- enska orðabók fyri síðani at skula týða tað danska víðari til føroyskt. Hetta gevur nógv eyka- arbeiði og er eisini oyði- leggjandi fyri føroyska málið. -Vit hildu ti, at vit sum lærarar við slíkari bók kundu ganga einum tørvi hjá bæði næmingum og hjá málinum annars á møti. Tí fóru vit fyri hálvum gðrum ári síðani undir arbeiðið sigur Zacharias Wang, sum sjálvur metir hetta bóka- verkið at vera mest týð- andi útgávuna í Føroy- um, síðani Chr. Matras í 1928 gav út føroysku- donsku orðabókina. Framhald av bókini hjá Jóannesi -Hetta verður ikki sagt fyri at undirmeta ensk- føroysku orðabókina hjá Jóannesi av Skarði. Hon | Teir tríggir rithøvundarnir vid snotuligu og stå Jonhard Mikkelsen. Foto kalmar var eitt stórt framstig, m en hon var ov lítil og hevur tí ikki verið brúkt í hægru skúlanum, har størsti tørvurin hevur „verið sigur Zacharias Wang. Nýggja orðabókin er tí eisini eitt framhald av bókini hjá Jóannesi, og við sínum 700 síðum er hon so mikið fullfíggjað, at hon kann verða brúkt av øllum føroyingum, sum hava brúk fyri slíkari bók tað verið seg innan skulagått, í vinnulívi, í fjølmidlunum osfr. Brúksbók -Bókin er í veruleikanum ein brúksbók, sum vón- andi fer at fáa stóra undirtøku millum fólk og harvið verða okkara máli til frama sigur Zacharias Wang. Orðabókin byggir á teldurforrit hjá Gylden- dal og er í nógvum før- um komið væl longri. Her kann nevnast, at um- framt at prenta øll før- oysku plantungvnini, so eru látínsku orðini eisini við. Rithøvundarnir hava brúkt allar føroyskar ordabøkur sum grundar- lag og hava fingid hjålp og vegleiðing frá nógvum fólkum. Í hesum sambandi kann nevnast, at bókurnar hjá H. D. Joensen um alisfrødi og læknafrødi hava verid av ómetaliga stórum tydn- rfingnu orðabókini, fv. Anfinnur í Skála, Zacharias Wang og ingi fyri bókagerðina. Rætt er eisini at nevna stóra arbeiði, sum Jógvan við Anna, sáli greiddi úr hondum. Í nøkrum før- um hevur stóra ensk-ís- lendska orðabókin verið ein stór hjálp. Gott og gerandis føroyskt Rithøvundarnir hava lagt stóran dent á at geva út eina føroyska orðabók, soleiðis at skilja, at gott ella gerandis føroyskt mál er brúkt í bókini. Teir hava tó ikki viljað lagt ov nógv arbeiði á tey fólk, sum í dag arbeiða á Føroyamålsdeildini fyri ikki at órógva tær upp- gávur tey fáast við. Men Jóhan Hendrik MW. Poulsen, målfrødingur hevur kortini veitt eina hjálpandi hond. Nýggja ensk-føroyska orðabókin er ein full- komiliga neyðug leið at ganga skulu vit varðveita og menna føroyska málið halda rithgvundarnir Teir vóna, at hon fer at verða nógv brúkt millum manna og ikki bara í hægri skúlunum. Eitt nú skuldi hon komið væl við hjá fjølmidlunum. Bók kostar 650 kr., men ætlanin er at selja hana fyri 475 kr. henda fyrsta ársfjórðingin. Tað er forlagið Stidin, sum gevur út nýggju ensk- føroysku orðabókina. jan Gáva til uppvaksandi ættarlið Nýggja orðabókin er ætlað at brúka innan skúlagátt og í flest- øllum arbeiðsvið- urskiftum skriva høvundarnir í for- orðunum, sum vit prenta niðanfyri: Tað var eitt framstig fyri føroyskt mål, tá vit i 1984 fingu ta ensk-føroysku orðabókina hjá Jóhannesi av Skarði. Men sum hann sjálvur gjørdi vart við í sínum inngangi, var henda orðabók ov lítil til at nøkta tørvin hjá næm- ingunum í teimum hægru skúlunum her á landi. Hetta er atvoldin til, at vit nú hava gjørt hesa orðabók, ið er so stór, at tað ber til at nýta hana í øllum vanligum arbeiði innan skúlagátt og sjálv- andi eisini í flestellum ar- beiðsviðurskiftum. Í hesum verki okkara hava vit nýtt alt tað prentaða orðabókatilfar, sum komið er út á før- oyskum, og hevur Jóhann- es av Skarði verið so beinasamur at læna okk- um tað uppískoyti, sum hann hevur gjert til sína ensku orðabók. Harumframt hava vit í hesi tíð tråspurt øll, vit kenna, um alskyns máls- lig fyribrigdi. Serliga eru tað okkara næstrafólk, sum lítlan frið hava fingið, og síðan eru tað okkara starvsfelagar, sum vit hava gingið á. Men vit hava eisini fingið holla hjálp frá eðrum, og teirra millum eru: Alan Brockie, Arne Nerrevang, Arne Thor- steinsson, Árni Olsen, Dánjal Jákup Bærentsen, Dorete Bloch, Egga Jen- sen, Eyðun Joensen, Fríða Patursson, Gunnar Hoy- dal, Hanne Jacobsen, Hans Jákup av Skarði, Hans Simonsen, Hanus við Høgadalså, Heðin Samuelsen, Hildebjartur Anthoniussen, Jákup Sverri Joensen, Janus Mohr, Jeffrei Henriksen, Jóannes Skaale, Jóhan Hendrik Winther Poulsen, Jóhannes Johansen, Kalmar Lindenskov, Klæ- mint Olsen, Martin Næs, Nicolina Jensen, Niels Juel Arge, Oliver S. Thomsen, Oskar Her- mannsson, Petur Skeel Jacobsen, Pól Jespersen, Poul Magnussen, Samson Joensen, Sigga Rasmus- sen, Sigrid Højsted, Sig urd Joensen, Sveinbjern Danielsen og Tróndu Leivsson. Á sumri 1991 eydnaðis at fáa Jóannes Rasmu sen at siga okkum frá hvussu tey ensku hugtek- ini í jarðfreði eita á for oyskum. Hann var beina- samur sum altíð, og harmiligt var, at vit ikki fingu bókina lidna so skjótt, at tað untist hon- um at síggja tað endaliga úrslitið. Við rættlestrinum hava Hanus A. Samuelsen og Valdemar Dalsgaard hjálpt okkum mest. Tað, teir hava gjert, er nógv meir enn vanligur rætt- lestur, tí teir hava við ótrúligu vitan síni um før- oyskt mál ríkað bókina við óteljandi broytingar- uppskotum, sum vit fegn- ir hava tikið við. Harum- framt hava Arnbjern Mortensen, Axel Tórgarð, Elsa í Skorini, Eyðun Sørensen og Kristinbjørg Høgnesen lisið og við rættleitt. Øllum hesum fólkum takka vit fyri ta hollu hjálp, tey hava veitt okk- um. Av teimum lýtum, sum framvegis eru, hava vit alla ábyrgd. Vit vita til fulnar, at tað aldri kemst á mál við ein- um slíkum arbeiði, men vóna, at gjørligt verður at geva heta verk út aftur av nýggjum, áðrenn ov langt um líður. Tí vilja vit heita á tey, sum hava okkurt uppskot um ábetur, at seta seg í samband við for- lagið, so at tað ber til at beta um næstu útgávu. Í Galta tátti í kvæðin- um um Geyta Áslaksson verður tikið soleiðis til: Tað var tá, sum ofta er enn: mangt er í bregdum vunnið; illa líkar Haraldi kongi, at hann ikki ensku kunni. Tað er í vónini um, at okkara uppvaksandi ætt- arlið skal verða betur fyri enn Haraldur kongur, at vit geva út hesa bók. 28. apríl 1992 Hevundarnir