Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 27 EYÐUN KLAKSTEIN B36 hevur rættiliga styrkt sær um liðið í ár, og hóast onkrir góðir spælarar eru farnir til onnur feløg, hava teir lokkað spælarar við drúgvum royndum til felagið. Á pappírinum sær tað gott út, men stóra uppgávan er at fáa mongu stjørnuspælararnar at virka sum eitt lið á vøllinum. Heðin á Lakjuni og Allan Mørk- øre eru komnir úr KÍ, og teir skulu væntandi spæla sentralar leiklutir á B36-liðnum. Tað sama verður roknað við Pól Thorsteins- son, sum tók eitt ár í Runavík í fjør. Tveir av stuðulsspælarunum frá í fjør eru farnir til EB/Streym at spæla. Magni á Lakjuni, sum spældi við í øllum landskapping- ardystunum í fjør og skoraði fimm mál, er annar teirra, og verjuálitið, Egil á Bø, sum somu- leiðis spældi allar dystirnar í fjør, er hin. Men samanumtikið er B36 neyvan verri fyri í ár, enn teir vóru í fjør, tá ið tað ræður um spælarar. Stuðulsspælarar og skaðar Kappingarárið í fjør royndist illa hjá B36, og nú verður tað uppgáv- an hjá Ion Geolgau at føra felagið fram til ein sigur í ár. Tað er einki at fjala út yvir, at B36 stílar eftir gullinum, og tað heldur venjarin er realistiskt. – Nógv gera okkum til favoritt- ar, og eg skilji tey. Tá ið vit hava allar okkara spælarar tøkar, hava vit eitt sera gott lið, sum kann vinna meistaraheitið, sigur Ion. Hann stúrir eitt sindur fyri, at stuðulsspælarar skulu fáa skaðar, tí hann helt seg síggja, hvussu tað spældi av fyrstu tveir steypadyst- irnar í ár. – Tá ið tú manglar fleiri av tín- um bestu spælarunum, so gerst tað trupult at vinna á góðum feløgum sum HB og GÍ, men eg haldi, at teir teir dystirnir vístu, at vit hava nakrar ungar spælarar, sum felagið kann vænta sær nógv av í framtíðini. Men teir royndu spælararnir í felagnum skulu ganga undan, og menn sum John Petersen, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen, Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson og Heðin á Lakjuni verða millum lyklaspælararnar, sum skulu gera B36 til meistarar í ár. Málverjar Tróndur Vatnhamar 6/-8 (0-0) René Tórgarð 12/-15 (0-0) Magnus Poulsen 1/-1 (0-0) B68 Verja Jens Kristian Hansen 14/2 (0-0) 44/3 Nicolae Zafir (RUM) Arnbjørn Danielsen 17/0 (2-1) 7/0 B68 Fróði Clementsen 11/1 (3-0) B68 Pól Thorsteinsson 25/0 VB, NSÍ Jón Brekku 5/0 (0-0) B71 Herbert í Lon Jacobsen 2/0 (0-0) Áki Mørk 2/0 (0-0) Miðvøllur Kenneth Jacobsen 17/3 (3-0) Julian S. Johnsson 8/3 (0-1) 47/2 HB Jákup á Borg 14/6 (3-1) 24/0 Niels Joensen 10/0 (0-0) Bergur Midjord Klæmint Matras 13/0 (1-0) 1/0 Heini í Skorini 10/2 (0-0) Allan Mørkøre 54/1 KÍ, HB Álop John Petersen 17/15 (1-1) 43/5 B68, GÍ Tórálvur Poulsen 7/2 (0-0) Heðin á Lakjuni 9/0 KÍ Bárður Mortansson 16/7 (4-0) HB Carl H. Høgnesen Tilgongd Nicolae Zafir (RUM) Rumenia Allan Mørkøre 17/2 (0-0) KÍ Heðin á Lakjuni 11/8 (1-0) KÍ Pól Thorsteinsson 15/2 (2-0) NSÍ Frágongd Egil á Bø 18/5 (1-0) EB/Streymur Magni á Lakjuni 18/5 (2-0) EB/Streymur Iulian Florescu (RUM) 13/1 (1-1) Skála Din Sandu (RUM) 4/0 (0-0) Rumenia Hertbert í Lon Jacobsen 2/0 (0-0) ÍF Føroyar Karl Leonson 2/0 (0-0) AB Venjari Ion Geolgau (RUM) Stjørnuliðið skal finna rútmuna Bóltfelagið B36 Stovnað: 28.03.1936 FO-110 Tórshavn, Postrúm 1136 Tlf. 311936/Fax 318036 Formaður: Kristian á Neystabø Meistarar (7): 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001 Steypavinnarar (3): 1965, 1991, 2001 Greipuvinnarar (1): 2001 Í 1. Deild (57 ár): 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í Europa (6): Meistarakapping 1998/99, 2002/2003, Steypavinnarar 1992/93, UEFA Cup 1999/00, 2000/01, Intertoto 1997/98 EYÐUN KLAKSTEIN Tað eru seks sekund eftir til avtal- aðu tíðina. Hurðin gongur í B36-húsinum, og inn kemur ein myrkløddur maður í venjingarbúna. Hann er Ion Geolgau, og hann kemur til tíðina. Rumenski venjarin krevur nógv av sínum monnum, og hann vil hava disiplin á liðnum. Tað vísir hann eisini við at ganga undan sjálvur. – Sum venjari vil eg fegin ar- beiða við góðum spælarum, og eg leggi dent á at hava disiplinina í lagi. Og eg kann bara fegnast um, at tað gongur væl við hesum í B36, sigur Ion. Nýggi B36-venjarin hevur ver- ið í Føroyum síðani 1998, og fram til seinnu hálvu av landskapping- ini í fjør var hann venjari í HB. Har vann hann eitt meistaraheitið og legði grundalagið undir sigri- num í fjør. – Tað var trupult fyri báðar partar, tá ið eg varð sagdur úr starvi. Eg var vónbrotin, men tað kom ikki óvart á meg. Nú er HB fullkomiliga søga fyri meg, eg havi einki at gera har longur. Men mær dámar ikki at tosa um tað, tí eg líti fram á og hugsi um mína uppgávu í B36, sigur hann. Fekk samband við HB Ion Geolgau fekk fyrsta samband- ið við føroyskan fótbólt, tá ið HB spældi ímóti Universitatea Crai- ova, har hann bæði hevur spælt og hevur verið venjari. Í 1997 var hann ringdur upp av HB, sum leitaði eftir venjara, og teir spurdu hann, um hann kendi onkran, sum kundi hóska til hesa uppgávu. Tá var Ion vorðin hjálp- arvenjari í Craiova, og hann hugs- aði ikki um at skifta starv. Men seinni í hesum árinum kom okkurt upp í felagnum, og hann hevði ikki hug at halda fram í Craiova. Tá fekk hann hug at fara til Føroya at royna seg sum venjara. Og her hevur hann so verið seinastu stívliga fimm árini. – Ein munur millum at vera venjari her og í Rumenia er, at í Rumenia eru allir spælararnir yrkisspælarar, og teir venjar einar sjey ella átta ferðir um vikuna. Her venja spælararnir fýra ella fimm ferðir. – Men veðrið í Rumenia er nógv verri í januar og februar, enn tað er her, so tað hevur ikki nerv- að meg, sigur Ion. Lætt at skifta felag Tá ið Ion fór úr starvinum í HB, lógu fleiri feløg fram við eftir at fáa hann til venjara. – Eg vil vinna, og eg vil arbeiða við góðum spælarum. Hetta letur seg gera í B36, og eg var sera stoltur, tá ið teir ringdu til mín fyrstu ferð. Tað vísti, at hóast HB og B36 eru harðir kappingarneyt- ar, so var tað einki persónligt millum meg og B36, sigur hann. – Umstøðurnar í HB og B36 eru líkar, og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki fyri meg at skifta. Eg eri væl móttikin í B36, og felagið er væl skipað. Tá eg kom til HB, kendi eg púrt einki til føroyskan fótbólt, men nú havi eg verið her í fleiri ár, og tí er tað øðrvísi at byrja í B36, tí eg kendi allar spælararnar frammanundan. Stórar avgerðir skulu takast Venjarastarvið er krevjandi, og tað kann eisini vera einsligt. – Tað er lætt at leggja skránna fyri venjingina og at fyrireika seg til dystirnar, men tað skulu nógv- ar stórar avgerðir takast upp á stutta tíð undir dystunum, og tá ert tú púra einsamallur, tí tú hevur ábyrgdina og skalt taka avgerðina sjálvur. Tað nyttar einki at lurta eftir spælarum ella áskoðarum. – Tú mást hugsa við heilanum og ikki við hjartanum, sigur hann. Eitt er fyrireikingin áðrenn dystirnar, men tað tekur eisini tíð at fáa lagt ein dyst afturum. – Eg hugsi nógv um dystirnar aftaná, og tað tekur nógvar tímar, áðrenn eg sleppi leysur av dysti- num. Eg hugsi um, hvat var gott, og hvat var minni gott, men tað nyttar einki at hugsa ov nógv um eitt tap, tí tapini eru ein partur av fótbóltinum. Ion heldur eisini, at tað er um- ráðandi at duga at vinna. – Í Rumenia siga vit, at tú mást ikki fegnast um ein sigur í meira enn tríggjar dagar. Trívast væl Ion Geolgau og konan búgva í Føroyum, men dóttir teirra er í Rumenia, har hon gongur í skúla. – Tað er hart til tíðir, men dótt- irin plagar at koma til Føroya um summarið, og vit eru í Rumenia um veturin, so tað gongur nøku- lunda, sigur Ion. – Vit kundu hugsa okkum at verið í Føroyum í trý ár afturat, til dóttirin hjá okkum er liðug við skúlan. Tá skulu vit so finna út av, um vit vilja vera í Føroyum, ella um vit skulu vera í Rumenia. – Vit hava verið í meira enn fimm ár í Føroyum, og vit hava tað sera gott her, sigur Ion Geol- gau. Hetta árið verður tað sum venj- ari í B36, at hann skal royna at leggja okkurt afturat gyltu heiðursmerkjunum hjá sær. Heilin fram um hjartað – Eg vil vinna, og eg vil arbeiða við góðum spælarum. Hetta letur seg gera í B36, og eg var sera stoltur, tá ið teir ringdu til mín fyrstu ferð. Tað vísti, at hóast HB og B36 eru harðir kappingarneytar, so var tað einki persónligt millum meg og B36, sigur Ion Geolgau, venjari hjá B36. Mynd: Álvur Haraldsen Leikarahópur Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði. Navn Í fjør Landsdystir Áður spælt við Navn Í fjør Landsdystir Áður spælt við Á pappírinum sær tað gott út hjá B36, men stóra uppgávan er at fáa mongu stjørnuspælararnar at virka sum eitt lið. Mynd: Álvur Haraldsen B36 hevur styrkt sær liðið við fleiri spælarum, sum hava drúgvar royndir frá altjóða dystum, og uppgávan verður at samansjóðað liðið – Tú mást sum venjari taka nógvar stórar avgerðir eftir stuttari tíð, og tú mást taka tær sjálvur.Tú kanst ikki lurta eftir áskoðarum ella spælarum, og tú mást sum venjari hugsa við heilanum og ikki hjartanum, sigur Ion Geolgau, sum er farin frá HB til B36 at vera venjari 2003 2003