Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 2. juni 1992 Síða 7 Øl møttu rættstundis Tá Eyðun Jensen, leiðari á sostalu deild hjá Tórshavn- ar býráð, gjáramorgunin klokkan átta kom til ar- beiðis, stóðu 12 ungir og triggir ulkomnir menn utt- anfyri og bíðaðu eftir honum. Hetta vóru menn- inir, sum høvdu fingið tl- søgn um arbeiði hjá komm- ununi. Tað er eitt serligt tiltak, ið sett er í verk or- sakað av arbeiðinum. Øll, sum fingu tilboðið, tóku av, og øll møttu rætt- stundis. Sjálvt um lønin er undir arbeidaraløn eftir sáttmálanum. Í gjár fingu teir bara at vita, hvar teir skulu arbeiða. Nakrir skulu út í Havnadal at seta stík upp, og hinir niðan á Ternurygg at gera gøtur. Teir mýta á sínum arbeiðsplássi í morgun. Ætanin er at seta tey AARS Pr see næstu åtta ungu og tvey vaksnu í arbeiði í næstu viku, og í aðru viku byrja átta ung og tvey vaksin aftrat. Men so hevur kommunan ikki pengar til fleiri. Eyðun Jensen sigur, at fleiri = arbeiðsleys, hava spurt seg fyri síðan tað fríggjadagin kom alment fram, at tiltakið er byrjað. Hann heldur hetta vera eitt Teir sótu allir uttanfyri og bíðaðu, tá Eyðun Jensen kom til arbeiðis gjáramorgunin á sosi- alu deild gott tiltak, og líkter til, at tey ungu eisini eru fegin um henda møguleikan at fáa okkurt at gera. Arbeiðið hava tey nú í eitt hálvt ár. randi Ov nógvur kalvi Fønix fekk bót og misti tað, hann heyði fingið ov nógv í hjáveiðu, tá hann varð tikin leygardagin Tað kostaði trolaranum Fønix 50.000 krónur í bót og 26,5 tons av veiddum smákalva at veratikin fyri ólógliga hjáveiðu. Tað var leygardagin stutt eftir døgurda, at nýggja lítla danska vaktarskipið Agd- lek í sínum vanliga eftirliti kom eftir, at Fønix hevði ov nógva hjáveiðu. Fønix royndi eftir konga- fiski á øki 3 eystanfyri Før- oyar. Hægst loyvda meska- stødd á kongafiskaveiðu er 135 mm. I øllum ødrum fiskiskapi kunnu meskarnir vera 145 mm. Fønix hevði verið úti í sjey dagar, tá hann varð tíkin, og hevði alla tíðina fingið nógvan kalva eisini. Hjáveiða upp úl 15% er loyvd, men hjáveiðan hjá Fønix var 51%. Sunnunåttina komu Føn- SOSIALURIN — einasta blad 5 ferdir um vikuna ix og Agdlek inn å Havnina. Reidarin og skiparin góð- tóku at fáa málið avgreitt uttanum rættin, og teir góð- tóku bótina uppá 50 túsund krónur, og at hald var lat á tað, sum skipið hevði ov nógv í hjáveiðu. Tað var umleið 26,5 tons. Tá málið var avgreitt sunnudagin á middegi, kundi Fønix fara beint út aftur til fiskiskap. randi Skrivstovan í Vágsbogni: dag og fríggjadag kl. 11— - opin månadag, miku- „ Tlf. 15816. > — 2—— Randi Jacobsen, blaðkvinna, skrivar: Tað er ikki allastaðni, at veðrið hevur so nógv at siga fyri fólk sum í Føroyum. Hetta hevur sjálvandi samband, at so nógv arbeiði er weytað av vedrinum, og hetta livir í okkum enn, sjålvt um færri og færri fiskarar eru, færri fara á flot, minni verður hoyggjað, og einki torv verður skorið. Tað skulu bara nakrar fáar sólstrálur til í maí mánaði, so kemur ovfarakæu á fólk, tey tveita myrku klæðini av sær og fara í summarklæðir. Onkuntíð eru tey í sodjørv, og prísurin er eitt krím, men ikki gerst við. Vit heilsa á henda hátt summarinum vælkomnum til okkara. Tá hetta góðveðrið heilt óvæntað kom á okkum - eftir hegling fjúrtan dagar frammanundan - ernaðust vit øll. Neyvan nakrantíð í okkara tíð er summarveðrið komið so væl við, tí so lítið annað var at fegnast um. Eina heila viku hava tey flestu verið minst møguligt undir taki. Vit, sum hava arbeiði, noyðast sjálvandi at røkja tað, men eftir lokið dagsverk kvika vit okkum út fyri dyr. Fólk hava strokið í fjøllunum, nøkur við sjóarmálan ella í báti, og grillroykurin hevur angað millum húsini. Langt man vera síðan, at føroyingar hava verið so ymist littir sum nú. Kuldakrákurnar eru hvítar, summi hava fingið brúnan lit, og so eru tað tey, sum ikki duga mátan, ikki kenna sær hógv og ti hava hin reyða litin. Men sjálvt tey brendu eru fegin. Tá vit fáa uppliva so gott summar, klára vit eisini at berja okkum gjøgnum næsta ódnarveturin. Løgid at hugsa sær, at tey, sum selja summarklæðir, sita um veturin og krossa av, hvat føroyingar skulu hava at fara í næsta summar. Tað var heppið fyri landsstýrið, at veðrið var so gott, tá øll spari- og inntøkutiltøkini vóru kunngjørd. Hevdi tað verið fyri tveimum mánaðum síðan, vóru fólk óivað á gosi. Men hvør leggur so nógv í, at skatturin hækkar, almenna tænastan minkar, og tað verður dýrari at roykja og drekka, tá hesi boð koma, meðan sólin skínur oman og nidan? So leingi veðrið er so gott, orka og tíma fólk ikki at hugsa um arbeidsloysi og fiskaloysi, trengri livikor og annað dapurt, vit hoyrdu um í allan vetur og alt várið. Annað evni, id umrøtt varð vikuna, ið fór, var lands- liðið og dysturin á Svangaskarði í morgin. Landsliðið fær ongar nýggjar búnar, tí teir fingu onga sponsor- avtalu, so teir noyðast at spæla sín fyrsta dyst á nýggja heimavgllinum í gomlu klæðunum. Veðurmaðurin væntar regn. Tað er synd, um so verður. Men summarið er so komið. Tað merkir m.a., at asfalt verður lagt á vegirnar, og Norrøna er byrjað sína summ- arsigling. Alt bendir á, at tey ferðandi verða færri í ár vid skipinum - útlendingar sum føroyingar. Føroyingar hava ikki líka góð ráð sum áður at ferðast, men tað ger ikki so nógv, um summarið heldur fram við at vera summar. Í vikuni, ið fór, og hesa vikuna við, hava tey flestu kunnað tikid sær av løttum. Men í næstu viku byrjar álvarsmálið um skipabygging og skipafígging aftur á Hotel Hafnia.