Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juni 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ALDA SAR SLR N FR SN eee, Nr. 102 — 2. juni 1992 Vit hava oll åbyrgdina Neyvan nakad einstakt tiltak hevur savnad ta fólkamongd, sum miku- kvøldid stevnir saman at bakka landslid okkara upp móti fótbóltsstórveldin- um Belgia. Tá 6.000 fólk eru savn- að, er av alstórum týdn- ingi, at alt fer fram við hóvsemi og sambært fyri- skipanum og vegleiðing- um, sum myndugleikarnir hava lagt til rættis. Latið bilin verða eftir Vónað verður, at nógv tey flestu gera nýtslu av al- mennu farleiðunum til Toftir. Bygdaleiðir koyra úr eystanbygdunum á Eysturoynni og í sam- bandi við Ternuna, og strandferðsluskipini sigla úr oyggjunum vestan og og sunnan fyri beinleiðis til Toftir. Strandfaraskip- ini fera ikki bilar í sam bandi við dystin. Bussar koyra av Tofta- gjógv og á Svangaskarð. Annars er gott at ganga, og í tí sambandinum eigur at verða lagt til merkis, at stytsta farleiðin er getan av Regni og niðan. Av Toftagjógv verður gingið niðan um kommunuskriv- stovuna, inn um skúlan og so eftir getuni, sum fer av bygdarvegnum við SEY tornið inni á Regni. Skelti eru sett upp, og annars ber til at spyrja løgreglu og hini eftirlits- fólkini. Tað er rúm at parkera á økinum millum ferjuleg- una og Nyk, í aðrari veg- síðuni á landsvegnum út móti Toftum, og í aðrari vegsíðuni bygdarveg- unum. Løgregla og par- keringsvegleiðarar = visa bilunum á pláss, so hvert teir koma. Eingin privat- bilur sleppur á sjálvt ítróttarekið. Tað liggur til okkara at koma í evstu letu. Hesa ferð er skynsamt at vera í góðari tíð. Roknast kann við, at eitt korter skal nýtast at ganga frá bil- inum og til vøllin. Bert ein inngongd Tad er ein inngongd til åskodaraplåssini. Hon er oman fyri graslikisvøllin. Áskoðararnir skulu visa atgongumerkið fyri at sleppa igjøgnum. Tað er ikki loyvt at hava fløskur við. Á atgongumerkinum stendur bókstavur, sum sigur frá hverjum sitiplássið er í. Tá komið er inn um inngongdina síggjast skelti, sum vísa hvenn veg farast skal, og inni á vellinum síggjast bási bókstavaskiltini = langan veg. Vegleiðarar i skyggj- andi littum vestum standa við hvenn básin og vísa fólki á pláss. Lagt eigur at vera til merkis, at raðtalið er roknað frá í neðra av. Tað vil siga, at tey, sum hava atgongu- merki við raðtali nr. eitt, sita niðast. Einki ávíst pláss nr. er, men tað er rúm fyri øllum í raðnum. Tá komið er á pláss er best, um fólk verða á sín- um plássi, til dysturin er liðugur. Er avgjert neyð- ugt at hjálpa sær sjálvum, ber tað til í toiletvogn- unum, sum eru sunnan fyri og norðan fyri vellin í niðara borði. Bara leikararnir á vellinum Tað er strangliga bannað áskoðarunum at fara um gyrðingina og inn á vøllin. Heldur ikki er loyvt at fara oman á asfaltið framman fyri gyrðingina. UEFA hevur ikki mett, at tað er neyðugt í Fer- oyum at seta hega hegn- gyrðing upp, soleiðis sum annars verður gjert, har altjóða dystir verða leikt- ir. Tað er m.a. ábyrgdin hjá áskoðarunum at liva upp til, at vit eru verdug hesa minni gyrðing enn annars vanligt. Hetta ber eisini í sær, at tað ikki er loyvt at fara inn á vellin í steðgin- um, soleiðis sum annars plagar at vera vanligt hjá piltum. Óneyðugt er at minna á, at tað ikki er loyvt at tveita lutir inn á UEFA sær við strong- um eygum á brot á hesar reglur. UEFA umboðs- maður er til staðar, og hann skrivar frágreiðing m.a. um hesi viðurskifti. Tað eru mong demi uttan úr heimi um, at feløg hava fingið stóra upphædd í bót fyri brot á reglurnar, og tað er meira enn so komið fyri, at lið hevur mist rættin til heimavellin í ávíst tíðarskeið. Vónað og roknað verður við, at áskoðararnir hava ábyrgd av sær sjálvum og fyri hverjum eðrum. Selubúðir eru settar upp kring vellin. Har ber til at keypa okkurt at leska sær við. Ísvognar trilla runt alla tíðina. Áskoðararnir hava ikki atgongd til húsini sunnan fyri vellin. Har halda leik- ararnir til, legreglan, pressan, brandliðið og annars serliga innboðin. Tá dysturin er liðugur, pr se #- verður trýstið á útgongd- ina upp aftur sterri, enn undan dystinum, tí øll skulu avstað í senn. Tí er neyðugt at vísa ógvuliga stórt varni, tá farið verður av stað aftur. Tað plagar at ganga hampuliga og siðiliga fyri seg, tá føroyingar savnast til slík tiltøk. Ti er ikki annað at rokna við, enn at soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Tá alt hetta er sagt, so eiga vit ikki at gloyma, at tað er fótbólturin, alt snýr seg um, og har við stríðið hjá okkara landsliði í 90 minuttir at náa einum so frægum úrsliti sum megu- ligt. Í EM kappingini varð harmast um, at tólvti maðurin, áskoðararnir, ikki vóru til staðar. Nú eru vit tað í stórum tali. Vónandi fara okkara menn inni á vellinum at leggja til merkis, at vit eru har. Tað gera teir, um vit frá tí, teir trína pallin og til dysturin er liðugur, bera teir fram, uttan mun til hvussu úrslitið lagar seg. Púra vist er, at fyri- treytin fyri góðum úrsliti batnar munandi, um áskoðararnir kenna sína ábyrgd! Landsliðstíðin hjá sterka verjuleikaranum úr TB gjørdist stutt í hesum umfarinum: Hann leikti fyri fyrstu ferð á lands- liðnum, tá hann á Ullevi í Oslo kom inn í fimm minuttir sum avloysari fyri Alva Justinussen. Sunnukveldið varð hann tikin úr hópinum. Hetta varð gjert eftir at tað á landssjúkrahúsinum varð staðfest, at pínan, tverámaðurin kendi eftir venjingina á Svanga- skarði sunnudagin, stav- aði frá brotnum óstbeini. Tað er sjón fyri segn, at landsliðsleikararnir leggja nógv fyri undir venjingini, men steðan, sum seinni vísti seg at hava brotið óstbein við sær var hendi- ligt óhapp. Landsliðslæknin, Jóhan Petur Davidsen, var staddur á Svangaskarði, og tá landsliðshópurin fór aftur til Oyndarfirðar, fór Oluf Mortensen á lands- sjúkrahúsið saman við læknanum. Rentgenmyndin vísti, at talan var um brot, og Oluf setti seg í samband við Páll Guðlaugsson, og greiddi honum frá óhepnu umsteðunum. Óstbeinskaði tekur sína tíð at fáa i rættlag aftur. Oluf verður ikki landsliðs- tekur fyri summarsteðg- in, men kanska verður hann við aftur, tá Ísrael kemur á Svangaskarð fyrst í august mánaða. -nn- HM-fotboltur i Folkets Hus I annadkvøld kunnu føroyingar i Dan- mark eins væl og vit heruppi siggja fyrsta HM-dystin á heimavølli beinleiðis í sjón- varpið í Folkets Hus í Keypmannahav Fyri ein 50-krónuseðil ber í annadkvøld ul hjá føroy- ingum niðri at síggja HM- dystin millum Føroyar og Belgía beinleiðis á sjón- varpsskermi í Folkets Hus í Keypmannahavn. Dysturin byrjar kl. 20 danska tíð, og verður opið frá kl. 19. Tað er í sam- sending við Sjónvarp Før- oya, at tað letur seg gera at senda dystin beinleiðis um fylgissvein, so hann eisini sæst í Folkets Hus. Fråsøgumadur verður — eins og í sjónvarpinum her heima — Árni Gregersen, ið sostatt verður at hoyra beinleiðis í tveimum lond- um í senn í annadkvøld Vænta góða undirtsku Taðer Nærvarp Okkara í Keypmannahavn, ið hevur tikið stig til, at hetta skal lata seg gera, og verður roknað við stak góðari undirtøku, tí millum føroy- ingar niðri hevur sera stór- ur áhugi verið fyri lands- liðnum. Ikki minst vísti hesin áhugi seg í, at teir so trúliga í stórum tali møttu upp úl EM-heimadysurn- ar, sum vórðu spældir yviri í Landskrona í fjør og í fi om YITJáFið. Meðan dysturin er, verð- ur barrin opin og eisini fæst okkurt til matna. Folkets Hus, ið fleiri ferðir áður hevur rúmað fótbóltsáhugaðum føroy- ingum, liggur á Enghave- vej 40, og umframt at buss- arnir 3, 6, 10 og 16 steðga nærhendis, tekur tað bert fimm minuttir at ganga frå Enghavestation, um onkur heldur brúkar — undir- grundstokið. hj.