týsdagur 1. apríl 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 101 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÁKUP MØRK
– Milliónin skal nýtast til ung-
dómsarbeiðið.
Somikið avgjørdur var táver-
andi VB-formaðurin, Mannbjørn
Tausen, tá hann eftir nývunna
meistaraheitið í 2000 varð spurd-
ur, hvussu felagið ætlaði at nýta
peningaliga heiðurin, sum fylgdi
við hesum.
Ræðandi skifti
Og tað er einki at ivast í, at nakað
hevur verið um tosið. Nógvu sein-
astu árini hevur VB verið eitt av
teimum feløgum, sum hava lagt
størstu orkuna í menningina av
nýggjum leikarum.
Kanska vóru tað serliga avleið-
ingarnar av teimum báðum sein-
astu ættarliðsskiftunum, sum
ræddu leiðsluna. Ta einu ferðina
við einum niðurtúri heilt niður í
triðju deild sum fylgju, og so tá
„gull-liðið“ so spakuliga tók seg
upp seint í 80’unum. Eitt lið, sum
á sama hátt sum dunnuungin hjá
H.C. Andersen noyddist ígjøgnum
so nógv, áðrenn tað gjørdist gott.
Hvønn vegin fer tað
Nú stendur VB eisini fyri einum
nýggjum ættarliðsskifti. Hetta
byrjaði longu í fjør, men í nógvar
mátar var hetta við til at skapa
órógv í felagnum. Í øllum førum
vóru ikki allir í leikarahópinum
samdir um, at skiftið skuldi verða
so ógvusligt, og eftir innanhýsis
stríð í fleiri mánaðir varð endin, at
Dragan Kovacevic var settur frá
sum venjari.
Hetta merkti tó ikki, at ættar-
liðsskiftið steðgaði av teirri orsøk.
Við gullinum í dreingja- og ung-
lingadeildini prógvaði felagið í
fjør, at nýggir leikarar vóru áveg-
is, og í ár verða tað í stóran mun
hesir, sum koma at seta dám á lið-
ið.
Verður sæð burtur frá trimum
royndum leikarum og so teimum
fýra útlendingunum, er talan um
eitt sera ungt lið, og spurningurin
er so, hvussu hesir megna yvir-
gangin til vaksnamannafótbólt.
Nógv veldst ivaleyst um, hvussu
byrjanin verður. Verður mótburð-
urin ov stórur, ber kanska til at
ímynda sær, at mótið fellur við
fúkandi ferð, men hinvegin kann
uppreistrarlyndið í ungdóminum
eisini gera, at leikararnir bara
treiskast enn meira.
Hinvegin kann viðrák í slíkum
førum bera heilt langt. Fáa nýggju
leikararnir kensluna av, at hetta
væl ber til, er einki at ivast í, at
dirvið og frekleikin verður enn
størri, og so kann tað væl verða,
at vágbingar vera heilt stóra yvir-
raskilsi hetta kappingarið.
Eitt er víst, og tað er, at fortíðin
hevur lært hini feløgini í landi-
num, at VB so avgjørt ikki er eitt
lið, sum bara leggur seg niður utt-
an viðari.
34
35
JÁKUP MØRK
Tað var rættiliga tíðliga eftir lok-
na kapping, at VB hevði gjørt
greitt, hvør skuldi verða venjari
hjá felagnum hetta komandi árið.
Predrag Zivkovic, sum kom til
felagið í 2000, hevði undan hes-
um verið venjari hjá yngru liðum
felagsins, og tá honum stóð í
boði at gerast venjari hjá besta
liðnum, var hann ikki seinur at
taka av.
Hevur bakgrundina
Nú er nýggi venjarin farin undir
yrki sítt, og tá vit her í apríl mán-
aði hittu hann á orðið, tóktist
hann bara lata heilt væl at gongd-
ini higartil.
– Eg haldi hetta vera eina sera
spennandi avbjóðing. VB stendur
mitt í einum ættarliðsskifti, sum
nú av álvara skal standa sína
roynd. VB hevur havt eitt væl
rikið ungdómsarbeiði seinnu ár-
ini. Vit hava nógvar góðar ungar
leikarar, og eitt nú vunnu vit
bæði dreingja- og unglingadeild-
ina í fjør, og nú skulu hesir so
taka stigið upp í vaksnu røðirnar.
Og tó at hann ikki hevur tær
drúgvu royndirnar sum venjari,
so tykist tað í nógvar mátar so, at
Predrag er rætti maðurin at
standa við stýrisvølin, nú hetta
skifti skal fara fram. Fýra ár á
ítróttarskúla í heimlandinum,
umframt at hann seinni hevur
víðkað hesa útbúgving við fót-
bólti sum sergrein, skuldu í øll-
um førum tryggjað, at ástøðiliga
bakgrundin er í lagi. Og hartil
koma so eisini royndirnar, sum
hann hevur ogna sær gjøgnum
eitt langt lív á fótbóltsvøllinum.
VB verður í oddinum
Kunnleikin til føroyskan fótbólt
er sjálvandi eisini hampuliga
stórur eftir fýra ár í Vági, og tá
tosið fellur inn á, hvussu lið
hansara kann standa seg, er venj-
ari bjartskygdur.
– Nú hava vit eitt stórt skifti í
bæði leikarum og spælistíli í ár.
Vit hava gjørt av, at vit nú skulu
spæla við flatari verju, og tað
skulu vit sjálvandi venja okkum
við. Her er tað sjálvandi eitt sind-
ur keðiligt, at venjingardystirnir
hava verið so fáir, men vit hava
so eisini steypakappingina, so vit
skuldu verið komnir nakað áleið-
is, áðrenn landskappingin byrjar.
– Akkurát, hvør styrkin hjá
okkum er, er kanska eitt sindur
ilt at siga, men eg beri ongan ótta
fyri, at vit ikki kunnu standa
okkum. Vit hava sum so ikki sett
okkum mál um nakra plasering,
men vit eru samdir um, at vit
skulu røkka so langt, sum tað á
nakran hátt er gjørligt. Hetta fyr-
sta árið er meira at rokna sum
eitt royndarár, har liðið skal
brynjast til komandi árini, men
eg eri ikki í iva um, at øll liðini í
deildini fáa tað trupult ímóti okk-
um.
– Og tá vit fyrst hava vant
ungu leikararnar við bestu deild-
ina, eri eg ikki í iva um, at vit
kunnu røkka heilt langt. Sum
sagt, so verður tað neyvan í ár,
men innan stutta tíð kann VB
aftur vera við í toppinum av før-
oyskum fótbólti, og við dygga
ungdómsarbeiðinum eri er iva-
leysur í, at tann støðan fer at
standa við í nógv ár.
Snýr seg um teir ungu
Heilt uttan royndir er VB-liðið tó
ikki. Av teimum, sum í 2000
vóru við til at tryggja meistara-
heitið, eru bert Bjarni Johansen
og Eyðun Jacobsen eftir av teim-
um royndu, og so er Birgir
Jørgensen nú eisini við frá fyrstu
venjingunum. Hartil koma teir
fýra útlendsku leikararnir, sum
VB í ár hevur á liðnum. Slobo-
dan Madzar og Dejan ??? í verj-
uni, Milan Kulic á miðvøllinum
og so Predrag sjálvur í álopinum.
Eitt pláss, sum hann annars ikki
hevur røkt tey árini, hann hevur
spælt í VB.
– Eg eri upprunaliga álopsleik-
ari, men ta einu ferðina í Jugo-
slavia vóru fleiri skaðar í verjuni,
so venjarin flutti meg aftur. Og
har havi eg so verið síðani, so
heilt galið mundi tað neyvan
vera, heldur hann. Men nú eri eg
so aftur í álopinum, og tað upp-
gávuna gleði eg meg sjálvandi
eisini til.
Men tað er eyðsæð, at tað í ár
eru teir ungu í VB, sum tað snýr
seg um. Sum sagt, so metir venj-
arin sjálvur, at hetta eru leikarar,
sum kunnu koma heilt langt, men
hóast hetta, so vil hann ikki seta
nøvn á vónirnar. Helst eisini tí
hann ikki vil skapa óneyðugt
trýst á leikararnar.
– Men tað er greitt, at tað eru
nógvir ungir leikarar, sum koma
fram í føroyskum fótbólti í løtu-
ni. Her hava vit seinnu árini sæð
Palla Augustinussen og Mortan í
Hørg bitið seg rættiliga fastar, og
á landsliðnum tykjast fleiri ungir
leikarar at gera um seg.
– Skal eg nevna ein einstakan
leikara, sum eg rokni mær heilt
nógv av, so er tað Símun Samuel-
sen, men hann er tíverri ikki í
VB longur. Hann verður við GÍ í
ár, og eg ivist ikki í, at nógv
verða bilsin av hansara fótbólts-
evnum. Sjálvandi havi eg vónir
um, at nakrir av okkara egnu
veruliga fáa sítt gjøgnumbrot í
ár, men tað kanst tú ikki siga við
vissu. Eitt er tó víst. Menningin
hjá hesum er stór, og um fá ár
eru teir berandi kreftir á liðnum,
so eg beri als ongan ótta fyri, at
VB ikki skal standa seg í kapp-
ingini við hini feløgini, sigur
Predrag Zivkovic.
Framtíðin skal tryggjast
Málverjar
Bjarni Johansen
18/-24 (0-0)
2/-5
Finnbogi Olsen
Verja
Eyðun Jacobsen
16/1 (1-0)
Michael í Lágabø
14/0 (0-0)
Eyðstein í Lágabø
Dejan Nikolic (JUG)
Slobodan Madzar (JUG)
14/0 (5-1)
Jón Gærdbo
7/0 (1-0)
Miðvøllur
Kári í Lagabø
Milan Kulic (JUG)
Hallur Joensen
Palli Augustinussen
18/4 (2-0)
1/0
Gisli Sveinbjørnsson
8/0 (1-0)
Royn
Mortan úr Hørg
16/2 (2-1)
Sumba
Pól Poulsen
Jákup Olsen
1/0 (0-0)
Álop
Birgir Jørgensen
FS Vágar, Sumba, TB
Dan Djurhuus
Predrag Zivkovic (BOS)
Tilgongd
Milan Kulic (JUG)
Jugoslavia
Dejan Nikloic (JUG)
Jugoslavia
Frágongd
Magni Jacobsen
18/0 (1-0)
Givin
Nenad Zivanovic (JUG)
17/3 (5-0)
Uttanlands
Jón Pauli Olsen
14/1 (0-0)
Givin
Robert Cieslewicz (PÓL)
13/2 (0-0)
Sumba
Tórður Holm
11/0 (0-19
Símun Samuelsen
3/0 (0-0)
GÍ
Venjari
Predrag Zivkovic (BOS)
Vágs Bóltfelag
Stovnað: 05.06.1905
FO-900 Vágur, Postrúm 134
Tlf. 373679/Fax 373679
Formaður: John Henrik Holm
Meistarar (1): 2000
Steypavinnarar (1): 1974
Greipuvinnarar: Ongantíð
Í 1. Deild (42 ár): 1943, 1946-50, 1952, 1956-59, 1966-1981, 1987-1993, 1995-
Í Europa (2): Meistarakapping 2001/2002, Intertoto 1998/99
Leikarahópur
Tølini, sum eru viðmerkt, siga, hvussu nógvar dystir/mál leikarin spældi/gjørdi fyri felagið í 2002, og hvussu nógv (gul-reyð) kort leikarin hevur fingið í sama tíðarskeiði.
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Navn
Í fjør
Landsdystir
Áður spælt við
Tað mesta er nýtt
Í Vági skulu tey enn einaferð undir at
byggja nýtt lið upp, og tó at sporini ræða,
so tykjast vónirnar hava meira støðufesti
hesaferð, enn tær áður hava havt
VB stendur mitt í
einum nýggjum
ættarliðsskifti.
Mynd: Álvur Haraldsen
– VB stendur mitt í einum
ættarliðsskifti, sum nú av
álvara skal standa sína
roynd. VB hevur havt eitt
væl rikið ungdómsarbeiði
seinnu árini. Vit hava
nógvar góðar ungar leik-
arar, og eitt nú vunnu vit
bæði dreingja- og ung-
lingadeildina í fjør, og nú
skulu hesir so taka stigið
upp í vaksnu røðirnar,
sigur Predrag Zivkovic,
spælandi venjari hjá VB.
Mynd: Álvur Haraldsen
– Tað verður neyvan í ár, men innan stutta tíð er VB
aftur partur av føroyska fótbóltsoddinum, og tá verður
støðan meira varandi, heldur nýggi VB-venjarin
2003
2003