Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 104 — 4. juni 1992 tíðindablaðið | Mugu dúva meira uppá innfluttan fisk Um somu tíð sum tað verður tosað um, hvussu illa ul stendur við okk- ara egnu fiskastovnum og minni og minni fiskur kemur upp á land frá okkara egnu skipum veksur innnflutningurin av fiski úr øðrum londum og frá útlendskum skipum. -Tað er ikki ov nógv Sagt, at hesin fiskurin eigur lívið í okkum í løtuni og fer at fáa enn stórri týdning fyri okk- um Sigur Stjórin í Føroya Fiskasølu, Bjarti Mohr. Hann hevur verid og er ein av fremstu talsmonn- unum fyri at keypa út- lendskan fisk fyri at viga upp ímóti stóru mink- ingini her hjá okkum sjålvum. 27 konteynarar Nå um dagarnar komu ikki færri enn 27 kon- teynarar úr Alaska við frystum fiski tl før- oysku flakavirkini. Her 27 konteynarar við Alaskafiski á Eystarú bryggju í Havn er talan um eini 300 tons av fiski. Við hesi nøgdini hava vit keypt bara úr Alaska nøkur túsund tons í ár umframt at vit hava keypt væl av fiski frå útlendskum skipum Bjarti Mohr sígur, at tað krevur eitt stórt for- arbeiði at fáa avtalur um keyp av fiski úr øðrum londum, ikki minst Al- aska. Tað ræður um at finna keyparar, sum tú kanst hava álit á, og sera umráðandi er, at teir vita, hvat tú vil hava og hvussu tú vil hava fiskin. Sínamilum álit Tað er so eisini umráð andi fyri teir, ið vit keypa fisk frá, at teir kunnu líta á okkum sigur fiskasølustjørin, sum heldur, at vit - sum stødan er í Føroyum i dag - einki annað val hava enn at keypa fisk frá øðrum. Hann vísir á, at bara hesar fyrstu fýra mánað- irnar í ár er nøgdin, sum er komin uppá land undan Føroyum, minkað við nærum eini helvt í mun ul í fjór. Hetta ger, at vit eru noyddir at leita til onnur lond eftir fiski. Fiska sølan ger í løtuni eitt stort arbeiði fyri at finna fram til teir bestu og tryggastu leverandørar- nar sigur Bjarti Mohr. M.a. kann tað hava nógv at siga, um talan er um línufisk ella trolarafisk, tá hann kemur heilt úr Alaska. Bjarti Mohr sigur ann- ars, at stødan á fisk- amarknaðinum í løtuni er nógv verri enn somu tíð í fjør og hetta krevur, at eitt nú føroyskir seljarar eru noyddir til at ferðast meira fyri harvið at finna fram til teir réttu keyp ararnar. Hóast stórur mangul er uppá fisk so arbeiðir Fiskasølan við royndum at fáa meira burtur úr verandi fiskanøgd við Síða 7 eitt nu at góðska fiskin meira Bjarti Mohr Sigur, at teir ul heystar fara at koma við fleiri nýggjum verum á marknaðin i Bjarti Mohr: -Vit mugu leggja okkum eftir at finna teir røttu leverandørarnar, tá vit innflyta fisk Samfelagsfundir í Vági Í »BETHEL« Fríggjakveldið kl. 20 Leygardagin kl. 10 Bønarfundur Uppbyggingar- fundur Í ÍTRÓTTARHOLLINI Leygarkvoldið kl. 20 Evangeliskur fundur 1. Hvitusunnudag kl. 15 Uppbyggingar- fundur 7. Hvitusunnudag kl. 20 Evangeliskur fundur 2. Hvitusunnudag kl. 10 Uppbyggingar: fundur 2. Hvitusunnudag kl. 15 Uppbyggingar- fundur ælabogin 1 | TI. 12120 - Sverrisgøts 20 | i »BETHEL« 2. Hvitusunnukv. kl. 20 Evangeliskur fundur Øll eru hjartaliga vælkomin! SAMKOMAN Í »BETHEL«