hósdagur 4. juni 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 104 — 4. juni 1992
Petur Martin
vil einki siga
Dómprósturin hevur onga viðmerking til
málið við víkjandi dómpróstagarðinum í
Essalág 18 — ella um málið snýr seg um
okkurt annað enn bert tað
Tað vakti ikki sørt ans, tá
útvarpið tyskvøldid bar tey
tíðindi, at Hans Jacob Jo-
biskupur, hevði
biðið danska kirkjumála-
ráðið um at loysa Petur
Martin Rasmussen, dóm-
próst úr dómpróstaembæt
inum.
Eg hoyrdi eisini hari
tíðindini, og satt at siga eru
tey yvirdrivin í mun ul
veruleikan í hesum máli,<
sigur Petur Martin Ras-
mussen við Sosialin. >Ég
eri so framvegis dómpróst-
ur í Føroyum, so hatta var
ikki í tráð við sannleikan.<
Annars er dómprósturin
ikki hugaður at gera nakrar
sum helst viðmerkingar til
málið: >Hvat tit so spyrja
meg um, vil eg einki siga.
ensen,
Eg haldi ikki, at málið er
búgvið at verða umrøtt al-
ment.<
Kanst tú ikki vátta, at
málið snýr seg um dóm-
próstagarðin, ella at okk-
urt annað eisini er uppii
»Nei, eg vil sum sagt
einki siga um málið.
Heldur ikki, at ein onnur
orsøk til málið kann vera
vantandi samskifti millum
biskupin og dómpróstin?
>Nei, tað havi eg heldur
einki at siga um. Yvirhøv-
ur havi eg onga sum helst
viðmerking til alt hetta!<
Samskiftið ov lítið
Um málið tó er so ein-
falt, at talan bert skal vera
um Petur Martin Rasmus-
sen vil búgva í dómprósta-
garðinum í Essalág 18 ella
ikki, eru tað tó fleiri, ið
loyva sær at ivast í.
Sostalurin hevur tosað
við fleiri innan tað hvítt-
kragaða umhvørvi, og sum
heild tykist eingin ivi vera
um, at annað eisini spælir
inn — eitt nú vánaligt sam-
skifti millum dómpróstin
og biskupin.
Síðani varabispastarvið
varð avloyst av einum "før-
oyskum' biskupastarvið
og dómpróstur varð settur
aftrat, hava uppgávurnar
teirra millum verið býttar
soleiðis, at dómprósturin
nú hevur stórra partin av
teirri umsiting, varabispur
fyrr hevði um hendi, með-
an minna helvtin hoyrir
undir biskupin.
sekkin
Kirkjumálaráðið umhugsar i løtuna, hvat ger-
„ast skal við málið viðvíkjandi dómpróstinum
»Danska kirkjumálaráðið
kennir einki til, at Hans
Jacob Joensen, biskupur,
skal hava biðið um at Petur
Martin Rasmussen, dóm-
próstur, skal verða loystur
úr starvi, men bert, at dóm-
prósturin hevur sagt okk-
um frá, at hann ikki vil
flyta inn í dómpróstagarð-
in, sum vit hava álagt hon-
um frá í síðsta lagi 1. juni.«
Hetta sigur Merete Kjær,
fulltrúi í kirkjumálaráðn-
um. Tað er hon, ið hevur
tikið sær av málinum um
bústaðarskylduna hjá
dómpróstinum, ið hann nú
ikki vil ganga undir.
»Eg veit ikki, hvørjar
søgur ganga um hetta mál í
Føroyum, men tað einasta,
eg kann siga í løtuni, er at
vit nú umhugsa, hvat skal
henda víðari í málinum, og
hvussu vit skulu bera okk-
um at sambært galdandi
reglum,< sigur hon við
Sosialin.
Kann talan verða um, at
Petur Martin Rasmussen
kann fáa sekkin og verða
koyrdur frá embætinum?
»Hvør okkara niður-
stóða fer at verða, kann eg
ikki úttala meg um, men eg
kann tó siga so mikið sum,
at Í uttasta konsekvensi er
møguligt, at tað kann verða
ein av fylgjunum,< sigur
fulltrúin. »Men tað er ikki
bara sum at siga tað at seta
ein tænastumann frá, og vit
hava reglur at ganga eftir,
sum vit fyrst og fremst
skulu uppfylla, áðrenn tað
kemur so langt, sum til
møguliga at siga nakran úr
starvi.«
Nær danska kirkjumåla-
ráðið er komið so langt í
viðgerðini av málinum, er
ikki greitt fløtuni, men av tí
at málið neyvan er so ein-
falt, sum tað kann síggja út,
kann tað gerast drúgt.
hj.
Síða 11
Títykjastfleiri kirkjulig-
ir embætismenn nú vera
samdir við dómpróstin í, at
dómpróstagarðurin í Essa-
lág allarhelst ikki er so væl
egnaður til dómpróstaem-
bæti, meðan biskupagarð-
urin í J. Paturssonargøtu 20
er ríkiliga rúmligur ul
biskupacmbæti, ið ikki er
so umfatandi longur.
»Men harfyri eigur ikki
uttan víðari at bera til hjá |
dómprósunum bara so-
leiðis at nokta fyri at fara í
dómpróstagarðin,< sigur
ein teirra. >Lógin, ið fevnir
um løn ul tænastumenn
sigur greitt, at ein tænastu-
maður skal búgva í tí bú-
staði, ið hoyrir til starv
hansara, um einki annað er
tilskilað.<
hj.
umstødurnar har
Umsteðurnar
Ikki goðar
Álitismaðurin hjá føroysku prestun-
um Martin R. Jacobsen, hevur sæð
dómpróstagarðin,
merking er, at hann ikki er nøgdur við
og hansara
Álitismaðurin hjá føroysku prestunum
er Marun Restorff Jacobsen, prestur í
Hvalvík. Hann hevur ikki beinleiðis
verið uppi í málinum viðvíkjandi dóm-
próstagarðinum, men hevur tó sæð
garðin og hevur sínar viðmerkingar um
hann:
»Ja, eg havi sæð dómpróstagarðin,
og sjálvur haldi eg ikki, at umstødurnar
eru so góðar har. Tað er eisini soleiðis,
eg havi skilt málið, at Petur Martin
Rasmussen ikki er fullnøgdur við eitt
nú skrivstovuumstødurnar.«
Í dómpróstagarðinum í Essalág í
Havn, ið á stødd er nakað sum ein með-
al prestagardur, er skrivstovan í kjallar-
VIð-
anum, og eru tað somu umstødur, álitis-
maðurin arbeiðir undir. >Ég havi eisini
mína skrivstovu í kjallaranum, men tað
er ikki altid so spennandi.<
Tá varabispurin fór frá, og biskupur
og dómpróstur vórðu settir í staðin,
var tað ikki tá ætlanin, at dómprósturin
skuldi fáa meginpartin av umsitingini?
>Hatta havi eg eisini hoyrt verið
nevnt, og sum eg havi skilt, skuldi tað
eisini verið so, men eg havi so ongantíð
sæð nakað skrivligt um, hvussu arb-
eiðsbýtið hjá teimum er,< sigur Martin
Restorff Jacobsen. »So eg veit ikki,
hvussu tað hevur riggað har við ti.«
hj.