Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

lan Gillian. - - tíðindahlaðjð | bi 1 10áV14010 S0Sjalurin Stórfingin rock-vitjan Ian Gillian til føroyar Hósdagin 25. juni kemur hin heimskendi lan Gillian og bólkur hansara á vitjan i Føroyum. Bólkurin, ið snøgt sagt eitur lan Gil- lian Band, bleiv stovnaður i 1975. I fyrstuni spældu teir mest jazz--rock tónleik, men síst i 70'unum gjørd- ist tónleikur teirra harðari og høvdu teir tá fleiri hitt. lan Gillian, ið var fødd- ur 19 august 1945 i Houn- slow i vestur London, gekk sum ungur í skúla saman við kendum nøvn um sum Pete Townshend, Roger Daltray og John Entwistie, sum allir seinri vóru við í bólkinum “ The Who". Í 1970 var lan Gillian fyr: fyrstu ferð á altjóða paili, hett a var við rock operuni "Jesus Christ Su- perstar". Sama árið gjørd ist hann limur í bólkinum Deep Purple, ið var eitt av byrjunar stigunum til tað sum í dag kallast"Heavy Rock". Saman við teimum innspældi Gillian seks plátur, harav pláturnar “In rock" og “Machine head", ið gjørdust heimskendar. Annars kann nevnast, at lan Gillian eitt tíðarskeið varð við i bólkinum *Back Sabbath", og seinri í ein- um endurstovnaðum “Deep Purple". Bólkurin aftur virkin Ian Gillian Band bleiv aftur virkin fyri umleið tveimun árum síðan, og teir sum nú mynda bólkin koma allir til Føroyar. Við í bólkinum eru millum annað amerikanarnir Leo- nard Haze og Brett Bleomfield, fyrrverandi bassistur í Starship. Eisini skal nevnast at Dean Howard fyrrverandi gittar- spælari i "T'Pau” er vid. Chase eisini vid A konsertunum, ið hava fingið heiti "Schools Out Concert “ verður eisini føroyski bólkurin Chase við. lan Gillian Band og Chase koma at hava tvinnar konsertir her á klettunum, tann fyrra 26 juni í ítróttarhellini í Runavík og tann seinra leygarkvoldi 27 juni í itr- Otarhøllini á Hálsi. Tiltakið er fingi í lag av felagnum F.C. Produc- Lon, qg meiningin er at fyriskipa eina koncert fyri bæði 70'ara, 80'ara og 90'ara ungdóminum, so vónandi møtir ein og hvor føroyskur rock-elskari upp ul hetta stóra uppliv- ilsi á hásumri. Heidi rr Af AA [| (- Lesarabrøv Gud er Gud! Men eru menn menn? Mr. #04 — 4. Juni 1522 Sálmaskaldið sigur: Gud er Gud, um land alt legðist oyði, Gud er Gud, um menn- iskjan oll doyði Ongum nýtist at finnast at Gudi. Gud er Gud. Gud hevur gjørt alt og bjóða alt fram til okkum menn- iskju, sum kunnu taka við ella vraka Hansara boð, fyriskipanir og lógir. Hann hevur lagt fyri okk- um lívið og deyðan, sign- ingina og bannið, til menniskjað at velja ímill- um. 5. Mós. 30, 19—20. Hver velur bannið? Hver velur deyðan? Eingin ynskir sær sjálvum og sínum nakað ringt. Men hví tykjast nekur hóast alt at gera hetta? Tí tey eru villleidd ella lumpað. Sátan dáraði Evu í urta- garðinum Eden. Hann leyg fyri henni, og hon trúði lygnini. Adam og Eva ynsktu ikki at bróta samfelagið við Gud. Tey vildu vera sum Gud, og hildu at tað, sum Satan bjóðaði teimum at gera, var tað, sum skuldi til. Lygn. Satan er faðir lygnarinnar, og sannleiki er ikki í honum. Tey vóru jú sum Gud. Bíblian sigur, at Gud skapti menniskj- una í bílæti Sínum, til at vera Honum lík, 1. Mós. 1, 26. Gud skapti okkum við einum fríum vilja, og fyri at vit skuldu kunna vraka Gud, og samfelagið við Hann, setti Hann eitt træ mitt í urtagarðin, sum tey ikki máttu eta av. Gud gjørdi tað ikki torført; Hann gjørdi tað íkki ómeguligt fyri tey at verða verandi í Eden og hava samfelag við Gud. Bert eitt træ var forboðið, og tað mátti vera, fyri at hin fríi viljin kundi brúk- ast. Men tey lurtaðu eftir lygnini. Gud gav Adami hetta boð: >Tú hevur loyvi at eta av øllum trøum í urta- garðinum uttan av træ- num til kunnskap um gott og ilt; av tí mást tú ikki eta; tann dag ið tú etur av tí, skalt tú vissuliga doyggja«. 1. Mós. 2, 16— 17. Tá ið Gud fann út av, at Ádam hevði etið av trænum, segði Hann: > Hevur tú etið av trænum, ið Eg forbeyð tær at eta av?< Í staðin fyri at játta sína synd beinanvegin, svaraði Ádam: >Kvinnan, Tú gavst mær at vera hjá mær, hon gav mær av træ- num, og eg åt«. Kap. 3, 8—12. Ådam gevur bædi Gudi og kvinnuni skyld- hann hevði etið. »Kvinnan, Tú gavst ina fyri, at mær hon gav mæra. Kvinnan lærdi skjótt av manninum, og tá spurn- ingurin kom til hana, svaraði hon eins og Ádam: »Ormurin dáraði meg, so at eg åt«. >Ég havi einki gjørt; hon/hann bað meg gera tað<. Vit kenna tað oll aftur. Men Gud vil nak- að annað. Gud vildi ikki at menn- iskjað skuldi hava kunn- skap um gott og ilt. Gud vildi og vil, at menniskjað skal hava kunnskap um gott. Bara gott. Í Himli verður alt bara gott. Alt ilt er útistongt. Sálmur 23, 6, sigur: »Einans gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi Harrans allar ævir«. >Smakkið, og síggið, at Harrin er góður!< Sálmur 34, 9 & 1. Pæt. 2, 3. >Tí betri er ein dagur i forgerðum Tinum enn túsund aðrir; fyrr vil eg liggja við gáttina í húsi Guds míns enn búgva í gudloysistjøldum. Tí Gud Harrin er sól og skjeldur, Harrin gevur náði og heið- ur; einki gott sýtir Hann teimum, sum liva í sak- loysi«. »Og berið tykkum ikki at sum henda eld, nei, verðið umskapt við endur- nýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er — hitt góða, dåmliga og fullkomna«. Gud skapti okkum til hitt góða! Men hvat hevur hetta við menn at gera. Jú, Gud kemur til okkum menn, og krevur okkum til svars fyri, hvat vit hava gjert við Hansara boð. Saul, fyrsti kongur Ísraels, syndaði móti Gudi, og Gud spurdi gjøgnum Såmuel profet: »Hvi akt- aði tú ikki orð Harrans...?< Saul kong- ur svaraði: >Teir tóku fólkið tók... « Saul varð vrakaður sum kongur í Ísrael, tí hann ikki stóð royndina, sum ein maður. Hann var kongur, og kundi við einum orði givið boð til fólkið um at akta boð Harrans. Orð kong- sins vóru jú lóg, og ólýdni varð straffað við deyða. Men Saul gjørdi tað ikki. Hann gjørdi eins og fólkið. Les 1. Sáml. 15. Men Dávid Dávid syndaði eisini móti Gudi, og Gud sendi Natan profet at leggja málið fram fyri kong Dávid í líknilsi. Dávid feldi deyðadóm yv- ir sína egnu synd, og Natan segði: >Tú ert mað- Uria Hetit hevur tú dripið við svørid...« Tá segði Dávid: >Ég havi syndað móti Harranum!« Dávid segði ikki: >Jamen, eg havi ikki dripið Uria; tað gjørdu Ammonitar«. Nei, hann hevði syndað, og tók sjálvur ábyrgdina. Ádam skyldaði upp á Evu, Saul skyldaði upp á fólkið, men Dávid var ein maður eftir Guds hjarta — hann játtaði sína synd. Fyrsta stigið er at játta sína synd. Ti øll hava syndad, og øllum fattast dýrd Guds, og tey verða rættvísgjerd fyri einki av náði Hansara, við endur- loysingini, sum er í Kristi Jesusi. Hvussu kann ein syndari ella lógbrótari verða rættvísur? Gud hev- ur gjørt ein útveg. Jesus er vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Fað- irin uttan við Honum. Gud ger tað ikki torfert. Eins og tað var eittans meguleiki at vraka Gud, so er tað eisini eittans meguleiki at koma aftur til Hansara. Og hvat krevst fyri at móttaka hesa vælvild? Trúgv á Jesus. Er tað alt? Tað er inngongdin!! Jesus segði: „Ég eri dyrnar. . .« Jesus er hurðin og Jesus er veg- urin. Trúgvin á Jesus ferir teg inn um dyrnar, og trúgvin heldur tær á veg- num, tí >Hin rættvísi skal liva av trugv«. Men hvussu skal eg sleppa undan at villast, ella verða lumpaður aftur? Jesus segði: >Tit villast, tí urin! tit kenna ikki skriftirnar (Bíbliuna), ei heldur mátt Guds (Heilaga Andan)«. Um skriftina skrivar Paul- us: »Ti øll skriftin er inn- blást av Gudi og er nyttu- lig til lærdóm, til sannfer- ing, til rættleiðing, til upp- fostran í rættvísi, so guds- menniskja kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk«. 2. Tim. 3, 16—17. Um Jesus sipar til Heilaga Andan, tá Hann sigur »mått Guds«, veit eg ikki fyri vist, men í øll- um førum hava vit fingið Heilaga Andan, fyri at vit skulu ikki villast: > Heilagi Andin, sum Faðir- in skal senda í navni Mín- um, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykk- um Hann (Heilagi Andin) skal leiða tykkum í allan sannleikan. ..< Jóh. 14, 26; 16, 13. Hetta kann gera teg til ein mann, sum tekur á- byrgd fyri tínum egnu gerðum. Hetta kann gera teg, ikki bert til ein mann, men til ein mann eftir Guds hjarta. Gud skapti eg til nakað gott, ja, bara til gott. Kom inn í Hans- ara vilja fyri títt lív. Undirvísing fyri menn, bæði giftar og ógiftar, verður á Hotel Hafnia leygardagin 13. juni 1992. Kostnaðurin er 100 kr. og teir, ið vilja luttaka, skulu boða frá á tlf. 15978 ella 10109 skjótast gjørligt og í seinasta lagi fríggjadag- in 12. juni. Svein Askildsen Gæsugeta 14 100 Tórshavn Tann árliga Ballett- framsýningin verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 5. juni, kl. 18. Í kveld kl. 20.00: Ung- dómsfundur. rn 7