Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-06-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. juni 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Samfelagið er eitt lán FYRRADAGIN endaði løg- tingssetan, sum byrjaði á élavsøku 1991, við teirri søgu- ligu hending, at hurrárópini fyri åvikavist Føroyum og drotningini, ikki vórður rópt. TINGSETAN varð óvanliga drúgv. Hon vardi í meira enn 10 mánaðar. Hetta komst fyri stóran part av, at tingið helt ein steðg uppá meira enn ein mánaða, fyri at geva sam- gonguflokkunum tíð til sam- ráðingar um tey búskaparligu tiltøkini. SAMGONGAN kom til eina semju, og tey búskaparligu tiltøkini vórðu avgreidd, áðr- enn tingsetan endaði. Nú er at vóna, at hesi tiltøk virka soleiðis, at vit fáa javnvág í figgjarstødu landskassans, minka. Hesi bæði vandamál- ini eru tey størstu, sum før- oyska tjóðin hevur at stríðast við í løtuni. STÓRMÁLINI, ið vórðu av- greidd í hesi tingsetuni, vóru fleiri í tali. Vit kunnu nevna samhaldsføstu arbeiðsmark- nadareftirlønina, ið nú er farin at virka, arbeiðsloysistrygg- ingarskipanin, sum fer at virka í hesum árinum, nýggju handilsavtaluna við felags- marknaðin, teir nýggju fiski- veiðusáttmálarnir við balt- isku londini, lógina um ábyrgd landsstýrismanna, navnalóggávuna 0.s. fr. STOVNSRØKTINA hevur løg- tingid eisini gjørt nakad vid. Bann varð sett fyri garna- veiðu i føroyskum sjógki og tey seinastu garnaskipini hava fingið stuðul til umlegg- ing. Fiskifør, ioð hava loyvi til troling á landleiðini, hava og at arbeiðsloysið fer at somuleiðis fingið tilboð um almennan stuðul til umlegg- ing, soleiðis at hesi kunnu lata trolloyvini frá sær, og leggja um til aðra veiðu. Eisini eru fridingartiltøkini broytt í mun til árini frammanundan. SAMSKIFTIÐ við útheimin er batnað munandi. Í 1991 høvdu vit eitt avlop av gjalds- javnanum upp á 350 milliónir krónur. Og sama árið sýndi handilsjavnin eitt avlop ann- að árið á rað. Í fjør var avlopið 846 milliónir krónur. Árið fyri var tað umleið 450 milliónir krónur. Hetta eru gleðilig framstig. Framstig, sum gil tjóðin kann fegnast um. SAMHALDIÐ gevur eyka styrki. Í felag eiga vit at fegn- ast um framgongdina, har hendan hevur verið, og her hugsa vit um gjaldsjavnan og handilsjavnan. Í felag eiga vit eisini at taka tey tøkini, sum neyðug verða at taka fyri at vinna á teimum vandamálum, ið enn eru eftir. Hesi vanda- mál eru figgjarstødan hjá landskassanum og arbeiðs- loysið. FIGGJARSTØDAN hjá lands- kassanum og arbeiðsloysið, eru vandamál, ið hanga neyvt saman við teirri vånaligu støduni hjá okkara fiska- stovnum. Vit eiga at leggja enn stórri dent á stovnsrøkt- ina, og eiga at leggja alla herðslu á, at innflyta fisk til virkingar, meðan vit byggja okkara egnu stovnar upp. SAMFELAGIÐ, sum vit yvir- tóku, er ikki ein arvur frá okk- ara forfedrum. Tað er heldur eitt lán frá okkara eftirkomar- um. Eitt lán, sum okkara ætt- arlið hevur skyldu til at bera aftur í betri standi, enn tað var í, tá okkara ættarlið tók við tí. Frá Vestmanna Sangkori: Konsert í Ítróttarhollini í Vestmanna 2. hvítusunnudag 2. hvítusunnudag kl. 19.30 fer Vestmanna Sangkór at hava konsert í Ítróttarhellini i Vest- manna. Vestmanna Sangkór hevur seinastu árini verið í steðugari menning, so eftir summarfrítíðina í fjør varð avgjørt at miða fram ímóti eini uttan- landsferð í summar, og gongur ferðin til Orkn- oyar. Við fara 35 sangarar og kórleiðari er Kári Bæk. Aftan á eitt sera virkið ár kann kórið nú bjóða til við fjøl- stóra konsert NÚ er at spenna BELTINI broyttari skrá. Okkurt av skránni varð sungið á Kórstevnuni 1992, sum kórið við stuttum skotbrá átók sær at skipa fyri, tá tað barst eðrum frá. Kórið hevur havt fleiri eykavenjingar og hevur luttikið í og skipað fyri fleiri tiltøkum, m.a. til at útvega pening til ferðina. 2. hvítusunnudag fer kórið at framfera Orkn- oyar-skrånna í ltróttar- hellini í Vestmanna. At- gongumerkini fara at kosta 50 kr. og ein drekkamuður verður eis- ini at fáa. At hoyra verða m.a. norðurlendskir korsangir, sum Haustvísur til Mariu, ið íslendingurin Atli Heimir Sveinsson hevur skrivað, tann svenski Sommerpsalm hjá Walde- mar Ahlén og tann danski Tit er jeg glad, sum Carl Niclsen gjørdi lag til og John Højbye hevur lagt til rættis fyri kór. Av føroyskum sangum syngur kórið m.a. Den Ljuse dag forgangen er, sum er gamalt feroyskt sálmalag, Feroyar mín móðir, Dimmið, Á græk- arismessu og aðrar. Eisini fer kórið at royna seg við onkrum klassiskum, so sum Musica dein ganz lieblich Kunst frá 16. eld og Trauergesang hjá Mendelsohn Bartoldy. Til uttanlandsferðina hevur kórið — undir leiðslu av Bjerg Jensen og Tóra í Hoyvík — vant eina dansiskrá, sum eisini verður at síggja/hoyra. Ein lítil partur av skránni verður uppaftur- tikin 9. juni á Feroya- kveldinum, sum Norður- landahúsið skipar fyri. Norðoya Rektarheim hevur leigað eini set- hús í Depli til umlætt- ing hjá heimabúgvandi gomlum fólki. Húsini eru leigað í juni, juli og august, og tey fyrstu folkin fluttu inn í gjár. Norðoya Rektarheim og heimahjálpin hava tikið stigið til at leiga húsini í Depli. Tað verður gjert í staðin fyri tey fýra umlætt- ingarplássini, sum ikki eru tek, meðan rektar- heimið í Klaksvík verð- ur umvælt eftir hin stóra lekan. Takkon- struktiónin kundi ikki brúkast, so har fleyt, og nekur gomul fólk hava verið noydd at Umlætting í Depli Seks gomul fólk búgva í fýra vikur í parti í leigaðum sethúsum, meðan Norðoya Rektarheim verður umvælt. bíða leingi. Fimm stór og góð rúm eru í sethúsunum, ið standa væl fyri. Har er lætt at koma til og frá. Um dagin og um kveldið arbeiða heima- hjálpir, og Norðoya Rektarheim letur náttarvakt. Annars kemur kommunulækni og heimasjúkrasystir, tá ið tervur er á tí eins og á eðrum heimum. Tey seks gomlu, sum búgva har í senn, fara heim aftur. Tey skulu bara búgva í Depli í fýra vikur hver, meðan tey avvarðandi eru í summarfrí. lit í rygginum ilt i lendunum Ischias Beinkrampa Diskusprolaps Kennir tú aftur onkrar av hesum trupulleikunum SUPRAMED HITA- á MASSASJUPUTAN - vælroynd týsk dygdar- framleiðsla 10 ára framleiðslu- trygd. orkusparandi 30 daga royndartíð - gev so tær sjálvum Y tíma um dagin Æ .--. S. C. SKIPAN Box 1297 110 Tórshavn - Tlf. 18659 tíf. 11820 — vit skriva